mánadagur 27. juli 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 141 - 27. juli 2009
Kreppupakkin er
hvørki skaðiligur
ella gagnandi í
síni heild. Hann er
ósamanhangandi og
hevur onki veruligt
mál. Hetta sigur
Magni Laksáfoss,
búskaparfrøðingur og
sambandstingmaður
Ólavsøkuuppskot
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í næstum verður ólavsøku
uppskotið ella kreppupakk
in, sum varð vístur fram
fríggadagin,
lagdur
fyri
Løgtingið.
Sambært Magna Laksá
foss, tingmanni og búskap
arfrøðingi, kann tað næsta
vera líka mikið, um trýst
verður á reyða ella grøna
knøttin í tinginum.
Eg haldi ikki, at nøkur
grund er til at vera ímóti
kreppupakkanum. Eg haldi
ikki, at hann er skaðiligur.
Hann ger bara ongan mun,
sigur Magni Laksáfoss.
Onki nýtt
Magni
Laksáfoss
vísir
eisini á, at størsti parturin
av stimbrandi tiltøkunum
eru ting, sum longu framm
anundan eru samtykt.
Hyggur tú at, hvat hendir
um pakkin verður feldur, so
verður tað bara tær 100
milliónirnar afturat til íløgur
og so hetta við at markn
aðarføra Føroyar, sum fella
við pakkanum av teimum
virkisskapandi tiltøkunum,
sigur Magni Laksáfoss.
Hini stóru virkisskapandi
tiltøkini, sum at gera lands
sjúkrahúsið,
flogvøllin,
ítróttarhøll á Sandi, tær 300
milliónirnar í Húsaláns
grunninum og ellis og
røktarheimið í Vági eru
longu samtykt.
Manglar fokus
Vit royndu at spyrja, um
mann fór at tálma hallinum
á fíggjarlógini, seta ferð á
búskapin
ella
at
gera
neyðugar
bygnaðarligar
broytingar, og svarið var ja
til alt. Tað sigur seg sjálvt,
at tað ikki ber til, tí tað er
mótstríðandi í sær sjálvum.
Vit síggja eisini heilt
konkret, at lutir í pakkanum
arbeiða beint ímóti hvørjum
øðrum. Rentustuðulin til
sethúsabygging skal avtak
ast, og soleiðis roknar mann
við, at fólk fara at byggja.
Samstundis,
sum
mann
leggur hægri skatt á bank
arnar, sum tí fara at seta
enn størri krøv til fígging,
sigur Magni Laksáfoss.
Var meiningin, at fólk
skuldu fara at byggja, so
skuldi mann heldur sett
stuðulin upp í nøkur fá ár,
fyri síðani at avtaka hann.
Samstundis,
sum
mann
kravdi minni skatt frá bank
unum í sama tíðarskeiðið.
So
skuldi
mann
sæð
virksemi, greiðir hann frá.
Somuleiðis
staðfestir
Magni Laksáfoss, at ætlar tú
at minka eitt hall, so mást tú
hava ein rættiliga kreativan
politikk, um tú samstundis
vilt seta ferð á búskapin.
Ov seinur
Magni
Laksáfoss
metir
somuleiðis, at var ætlanin
at gera ein superpakka, sum
skuldi
gera
nakað
við
fíggjarkreppuna,
so
er
mann alt ov seint úti.
Sambært tí, sum vit
hava fingið at vita, so verð
ur stimbranin á búskapin í
2009 av pakkanum ongin,
fyri 2010 verður tað 1,3
prosent av bruttotjóðarúr
tøkuni og fyri 2011 nærum
2 prosent. Tá vit skriva
seinnu helvt av 2010 og til
tøkini fara at virka, er fíggj
arkreppan vónandi næstan
liðug og í 2011 er vónandi
ongin kreppa, sigur hann.
Kreppupakki II
Hinvegin
metir
Magni
Laksáfoss, at tað hevði
verið gott við einum veru
ligum pakka nú, tí undirtøka
sýnist vera fyri broytingum
í løtuni, men at hendan
lappaloysnin hevur fyri
byrgt, at nakað veruligt
verður gjørt.
Eg eri veruliga bangin
fyri, at tað ikki ber til at
koma við nøkrum kreppu
pakka II, tí nú er ein pakki
gjørdur og tí ivist eg stór
liga, um undirtøka verður
fyri einum pakka afturat. Tí
kann tað vera skaðiligt, at
ein lunkaður pakki kemur
nú, sigur búskaparfrøðing
urin og tingmaðurin.
Óskaðiligur
Men í sær sjálvum, er hesin
pakkin óskaðiligur, sambært
Magna Laksáfoss.
Sum pakkin fyriliggur
nú, so er hann ikki skaði
ligur. Eg dugi bara øgiliga
illa at síggja at hann skal
hjálpa nakað serligt. Har er
ongin ætlan, um hvat mann
skal og tí er hann ein
lappaloysn, har mann hevur
roynt at fáa alt við, sigur
Magni Laksáfoss.
Pakkin er lítið verdur
Stór afturgongd í Bretlandi
Nýggj tøl hjá hagstovuni í London vísa, at tann búskaparliga aftur
gongdin í Bretlandi var nógv størri í øðrum ársfjórðingi, enn búskap
arfrøðingar høvdu roknað við. Teir høvdu væntað, at afturgongdin
fór at svara til 0,3 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni, men tá lið
ugt var at gera tølini upp, var úrslitið 0,8 prosent, skrivar blaðið The
Guardian. Sambært Andrew Sentence í bretska tjóðbankanum er tó
tó ein uggi, at afturgongdin í øðrum ársfjórðingi var munandi minni
enn í fyrsta ársfjórðingi, tá hon var heili 2,4 prosent. Hagtølini vísa,
at tað eru serliga byggi og tænastuvinnurnar og bankavinnan, sum
draga búskapin tann skeiva vegin.
Sær broytingar úr rúmdini
Kanadiski rúmdarmaðurin Bob Thirsk, sum í løtuni er umborð á
altjóða rúmdarstøðini ISS, segði í gjár, at hann heldur seg síggja
avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum á jørðini uttan úr rúmdini.
Bob Thirsk var eisini úti í rúmdini fyri tólv árum síðani, og hann
sigur, at jøklarnir á jørðini eru minni nú enn tá, og at tað er minni
kavi at síggja í fjøllunum nú enn tá. Kanadiski rúmdarmaðurin segði,
at uttan úr teirri stóru rúmdini kann jørðin tykjast skroypilig, tá
hugsað verður um, hvussu tunn atmosferan, sum eigur lívið í okkum,
veruliga er. Bob Thirsk hevur verið umborð á ISS í tveir mánaðir.
Um fýra mánaðir skal hann niður aftur á jørðina.
Magni Laksáfoss, tingmaður og
búskaparfrøðingur, er sannførdur um,
at ólavsøkuuppskotið ikki ger nakran
mun og er eitt slag av lappaloysn
Tilgjørd mynd