Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juli 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 141 - 27. juli 2009 lýsing Verkætlan Í verkætlanini verða mátingar og numerisk model brúkt at greina ávirkanina frá nótum og fiski á vatngóðskuna innan aling á sjónum. Numeriska modeleringin fevnir m.a. um modelering av streymi ígjøgnum og kring alinótir á sjónum, meðan mátingarnar fara fram á sjónum kring eitt alibrúk í Føroyum. Verkætlanin er eitt samstarv millum Fiskaaling og Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, har tann PhD- lesandi kemur at arbeiða saman við royndum granskarum í Føroyum og úti í heimi. Ynskiligir førleikar til PhD-lesandi • góða universitetsútbúgving í náttúruvísindi ella verkfrøði, t.d. innan havfrøði, veskumekanikk, alivísind, evnafrøði, lívfrøði, alisfrøði og støddfrøði • áhuga fyri aling og umhvørvi • hegni til projektarbeiði, numeriska modelering, feltarbeiði og greinaskriving • royndir við gransking og menning, góðan mál- og telduførleika Meira fæst at vita um starvið frá Øystein Patursson, granskara, tlf.: 214787, oystein@fiskaaling.fo, Ingolf Joensen, stjóra, tlf.: 214747, ingolf@fiskaaling.fo, ella á www.fiskaaling.fo har m.a. verkætlanarlýsing er at finna. Umsókn Umsókn við ævisøgu (C.V.) og avriti av prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til: P/F Fiskaaling, Við Áir, Att.: Øystein Patursson, FO-430 Hvalvík. Umsóknarfreistin er 15. august 2009. PhD-lesandi Fiskaaling hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum til PhD- verkætlanina »Vatngóðska innan aling á sjónum«, og vit søkja í hesum sambandi eftir PhD-lesandi til verkætlanina. Fiskaaling er eitt alment partafelag, sum arbeiðir við gransking og menning innan alivinnuna og framleiðir tosk, síl og laks til føroysku alivinnuna. Virksemi á Fiskaaling er góðkent eftir ISO 9001:2000 standardinum. Felagið leggur dent á altjóða granskingarsamstarv við granskingarstovnar og vinnulív. Á Fiskaaling starvast 5 granskarar, 2 PhD-lesandi og 12 fólk við royndum innan røkt, lívfiskaarbeiði og framleiðslu. Harafturat eru 2 granskarar uttanlands knýttir at felagnum. Í hesum døgum verður nýggja Telefonbókin borin hvørjum heimi og virki. Hvussu nógvar síður eru í nýggju Telefonbókini? a) 100? b) 496? c) 4960? SMSa rætta svarið (sidur a, sidur b ella sidur c) inn til 1906 og ver við í lutakastinum um eina iPhone. Tað kostar vanligan takst at senda. Vinnarin verður funnin tann 01.08.2009. Vinnarin fær beinleiðis boð frá Føroya Tele. Samskip søkir hálvtíðar skrivstovufólk til innflutningsdeildina Starvslýsing: Sum skrivstovufólk á innflutnings­ deildini hevur tú regluligt samskifti við viðskiftafólk í Føroyum og uttanlands. Tú tekur tær av øllum vanligum skrivstovuarbeiði, sum í høvuðs­ heitum fevnir um fakturering, tollavgreiðslu, innan­ og uttanhýsis sølu, eftirlitsuppgávur og arkivering. Førleikakrøv: Fyrimunur er, um tú hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir. Vit leggja dent á ágrýtni, dugnaskap, nærlagni, miðvísi og tænastusinni, og at starvsfólk okkara ikki lata seg taka av fótum, um stundum trýst er á. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta á føroyskum og enskum. Vit bjóða: • Eitt áhugavert, spennandi og fjølbroytt starv í heimligum og altjóða umhvørvi. • Góðar møguleikar fyri persónligari menning. Setanartreytir: Starvið er hálvtíðarstarv og verður lønt sambært avtalu, sum er treytað av útbúgving og royndum. Viðkomandi kemur at starvast á skrivstovu okkara í Tórshavn. Umsókn: Send umsókn við CV og øðrum viðkomandi skjølum til: Samskip P/F Yviri við Strond 23 Postsmoga 3255 110 Tórshavn Merkt: “Umsókn” Umsóknarfreistin er 17. august 2009 kl. 12.00. Starvið verður sett 1. september 2009. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Joel undir Leitinum, stjóra, á telefon 23 88 11 Fyrirtøkan Samskip er ein altjóða flutningsfyritøka. Fyritøkan er ein tann størsta bingjuflutnings­ fyritøkan í Europa og bjóðar millum annað flutning av vøru til og úr Føroyum. Í Samskip samtakinum arbeiða uml. 1.400 fólk í fleiri enn 20 londum. Samskip byrjaði í Føroyum í 2004 og er í dag ein av leiðandi feløgunum innan flutning til og úr Føroyum. Virksemið hjá Samskip verður samskipað í Kollafirði og Tórshavn. Frystigoymslan hjá Samskip í Kollafirði rúmar 7.000 tonsum. Skipini Helgafell og Arnarfell eru skrásett í FAS skipanini.. Tvey skip, á 900 TEUs hvørt, og eitt skip, 1.100 TEUs eru í fastari linjusigling til og úr Føroyum.