Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juli 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 27. juli 2009 – Nr. 141 Malsom fekk bank Sam Malsom og liðfelagarnir úr íslendska Þrótti eru aftur aftastir í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Um vikuskiftið tapti liðið heili 5-1 á útivølli móti Stjarnan. Sam Malsom, sum fyri tveimum vikum síðan skifti úr B36, var við frá byrjan, men varð útskiftur miðskeiðis í seinna hálvleiki. Íslendskir miðlar skrivar millum annað, at við avrikinum frá vikuskiftinum í huga, hevði Þróttur ikki staðið seg í næstbestu deildini. Stórsigur til Holst Silkeborg, við Christian Holst í byrjunaruppstillingini, vann í gjár sera óvæntað heili 4-0 á heimavølli móti FC Midtjylland. Føroyski landsleikarin var framrættaður miðvallari, og stóð seg væl, áðrenn hann varð útskiftur, tá tíggju minuttir restaðu í. Stóra hetjan var Rajko Lekic, sum stóð fyri trimum av málunum. Martin Ørnskov var eisini á blettinum fyri Silkeborg. Við sigrinum eru Holst og liðfelagarnir oddalið í SAS-liguni við fýra stigum fyri tveir dystir. Skal KÍ gjalda eina tí einastu krónu fyri spæliloyvið hjá Hjal­ grími Elttør, hevur FSF so dyggiliga skotið botnin undan egnum spælarasáttmálum Ítróttarklumman Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Grein 16, stk. 2 í standard spælarasáttmálanum er sera greið: Um annar parturin munandi misheldur sínar skyldur sambært hesi avtalu, kann hin parturin hóast ásetingina frammanfyri skrivliga siga avtaluna at fara út gildi beinanvegin og krevja endurgjald eftir vanligum reglum. Har skuldi ikki verið nakar ivi. Hevur fótbóltsfelag ikki goldið spælara ta løn, sum hesin eigur sambært sáttmálanum, kann sáttmálin sigast úr gildi, og spælarin hevur frítt at fara. Men tá tað fríggjadagin kom til skarpskeringar, tordi FSF ikki at halda egnar reglur. Hjalgrím Elttør hevði brúkt sáttmálaásetingina, tá hann segði sáttmálan upp, og aftan á at hava gjørt hetta, skrivaði hann nýggjan sáttmála. Tað átti ikki at givið trupulleikar, men tað gjørdi tað, tá NSÍ ákærdi KÍ fyri “poaching”. Altso at dyrgja eftir sáttmálabundnum spælara. Eitt páhald, sum í sjálvum sær ikki hevur nakað upp á seg, tí spælarin hevði minni enn hálvt ár eftir av sáttmálanum, og hevði tí loyvi at tosa við onnur feløg. Tann pástandurin gruggaði málið somikið, at FSF valdi at afturhalda spæliloyvi hjá Hjalgrími, og allan fríggja- og leygardagin stóð í botni í málinum. FSF-forsetin beyð feløgunum til Havnar á fund, og hesin loysti málið somikið, at Hjalgrím sunnudagin spældi við KÍ. Men meira enn nakað var semingin ein staðfesting av, at feløgini ikki skulu taka grein 16, stk. 2 í álvara. At tosa um, at talan verður um cowboy-land ella spælarakaos, um spælarar sleppa at rýma, tá teir ikki fáa løn, er uttanumtos og undanførslur. Fleiri feløg hava seinastu árini liva eina tilveru hinumegin illusiónina, har skrivaðu sáttmálarnir als ikki hava hald í fíggjarliga veruleikanum. Og við semjuni, sum varð gjørd sunnunáttina, hevur FSF loyvt teimum til framhaldandi at koyra á fyrsta flokki uttan at hugsa um rokningina fyri hetta. Sum er verða tey feløg, sum hava skrúvað útreiðslusíðuna niður, revsað. Ítróttarliga loysir tað seg eftir øllum at døma betur, um tey hoppa upp á skjóttgangandi tokið við autopiloti í fremsta vogninum. Bert spell, at KÍ – kroyst av tíðarfreistini og ynskinum um at fáa Hjalgrím í hópin – ikki sá sær aðrar vegir enn at bakka og taka undir við seming um eitt mál, har teir og spælarin høvdu allan rættin. Stórur áhugi var alt viku ­ skiftið fyri ætlaða skifti­ num hjá Hjalgrími Elttør til KÍ. Skiftið varð at enda veruleiki, men tað tók sína tíð, áðrenn partarnir at enda samdust um, hvussu hetta skuldi fara fram. Niðanfyri er tað, sum portalurin hevði á sínum loggi um Hjalgrím Elttør hetta vikuskiftið Fótbóltur Jákup Mørk Jakup@sosialurin.fo Fríggjakvøldið: Í leysum lofti Tað er follið NSÍ fyri bróstið, at Hjalgrim Elttør og KÍ hava skrivað undir sáttmála. Spælarin hevur í vikuni gjørt greitt fyri NSÍ, at hann ynskir at sleppa úr sáttmálanum, tí hann metir ikki, at treytirnar í hesum eru hildnar. Og mikukvøldið skrivaðu hann og KÍ undir sáttmála, sum varð sendur FSF til góðkenningar. Hetta meta runavíkingar er brot á reglurnar. - Vit kunnu ikki góðtaka, at KÍ skrivar sáttmála við ein av okkara spælarum, uttan at vit vita av tí, sigur Andreas Lamhauge, formaður í NSÍ. Hann sigur, at felagið gekk ikki ynskinum frá Hjalgrími Elttør á møti, og tí meta teir, at hann framvegis er bundin at felagnum. Men spælarin sigur, at treytirnar í sáttmálanum ikki eru hildnar. Hevur Hjalgrím Elttør fingið ta løn, sum hann eigur at fáa? - Tað er eingin loyna, at fleiri feløg í dag hava ilt við at røkja sínar skyldur. Men pr. dags dato skylda vit ikki Hjalgrími nakað, sigur Andreas Lamhauge. Og hann leggur afturat at, at KÍ fleiri ferðir hevur tosað við spælaran, og at NSÍ eisini er misnøgt um, at tað er skrivstovan hjá FSF - og ikki Kappingarnevndin - sum hevur avgreitt málið. Men eru boðini av skrivstovuni, at tað hava tey alla heimild til. Í KÍ sigur Fríðin Ziskason formaður, at tað er spælarin, sum er komin til teirra, og tí meta teir seg hava slætt borð í málinum. Tað bar ikki til at fáa eina viðmerking frá Hjalgrími sjálvum beint nú. Hann venur - við KÍ. Leygarkvøldið: Semingsroynd Umboð fyri KÍ og NSÍ fara í kvøld á fund við FSF sum vil royna seming í málinum um spæliloyvið á hjá Hjalgrím Elttør Enn er ikki greitt, um Hjalgrím Elttør er partur av hópinum hjá KÍ, sum í morgin skal spæla móti 07 Vestur. Enn hevur NSÍ noktað fyri at útflýggja spæliloyvið, og teir halda fast við, at KÍ hevur roynt at gera sáttmála við spælara, sum er sáttmálabundin. Í KÍ meta tey seg einki hava gjørt. Har verður sagt, at teimum kunnugt hevur spælarin sagt sáttmálan upp sambært grein 16, stk. 2 í standard- reglugerðini fyri spælarasáttmálar. Har stendur, at hevur annar parturin mishildið sínar skyldur munandi, kann hin parturin siga sáttmálan upp beinanvegin. Sum skilst hevur trupulleikin verið, at Hjalgrím Elttør ikki hevur fingið lønina, sum hann átti sambært sáttmálanum, og tí hevur hann gjørt nýtslu av møguleikanum at siga sáttmálan upp. Hetta gjørdi hann fyrr í vikuni. Síðani hevur NSÍ flutt lønina, tí í gjár segði formaðurin, Andreas Lamhauge, at teir ikki skyldaðu spælaranum eina krónu. Reglurnar um uppsøgn siga tó, at hendan fær gildi alt fyri eitt, og tí meta Hjalgrím Elttør og KÍ, at sáttmálin varð settur úr gildi tá spælarin hevði latið felagnum sína uppsøgn. Sunnumorgunin: Keyptur leysur Semjufundurin millum NSÍ og KÍ í gjárkvøldið endaði við, at KÍ hevur keypt spælaran leysan úr sáttmála sínum NSÍ skrivar á heimasíðu sínari, at semingsfundurin í FSF-húsinum í gjárkvøldið vardi til klokkan hálvgum tvey í nátt. Einki verður sagt um, hvør upphæddin er, sum KÍ skal rinda, men NSÍ skrivar so, at avtala er gjørd um, at Hjalgrím Elttør nú skiftir til KÍ. Hjalgrím hevði annars sagt sáttmálan við NSÍ upp, tí hann metti ikki, at treytirnar í hesum vórðu hildnar. Eftir hetta gjørdi KÍ sáttmála við spælaran, men NSÍ noktaði at útfylla spæliloyvið, tí teir mettu seg hava pappír upp á spælaran. Og tí teir mettu, at KÍ hevði roynt at fáa fatur á sáttmálabundnum spælara. Alla vikuna hevur Hjalgrím annars vant við KÍ, og nú er so greitt, at hann kann verða partur av hópinum, sum í dag spælir á útivølli móti 07 Vestur, sum eisini stríðist fyri lívinum í Vodafone-deildini. Hjalgrím – dag fyri dag Vælkomin í cowby­land Framtíðin hjá Hjalgrími Elttør hevur verið óviss seinastu vikurnar. Nú er greitt, at hann fer at spæla við KÍ. Mynd: Álvur Haraldsen