Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juli 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 25. juli 2009 – Nr. 141 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 15 15 ára gomul setti met 15 ára gamla Sarah Sjöström úr Svørki setti í gjár nýtt heimsmest í 100 metrar butterfly. Hon svam teinin við tíðini 56,44 sekund, og hon slóð har við níggju ára gamla heimsmetið. Ariana Kukors setti nýtt heimsmet í 200 metrar medley við tíðini 2.07,03, og Federica Pellegrini hevur sett nýtt met í 400 metrum frí við tíðini 3.59,15. Tískil vóru trý heimsmet sett undir VM í gjár. Newcastle varð eyðmýkt Newcastle legði í gjár rygg til eina stóra eyðmýking, tá liðið tapti heili 6-1 í venjingardysti móti Leyton Orient, sum spælir í triðbestu ensku deildini. Newcastle flutti fyrr í summar niður úr Premier League, og málsetningurin er at vinna seg í bestu deildina alt fyri eitt. Men fyrireikingar til komandi kappingarár hava ikki bent á, at liðið fer at vinna seg millum tey bestu. Landskappingin byrjar aftur um tvær vikur, tá Newcastle fer á vitjan hjá West Bromwich KÍ 07 VESTUR KÍ hevði ongantíð av álvara tamarhald á dystinum. Men kenslurnar høvdu ovurhondsstóran týdning og var avgerandi munurin, tá avtornaði FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Skjót so! Páll Klettskarð hevur runnið seg í góða støðu, nú hann fær bóltin í føturnar frá Hjalgrím Elttør. Hann hevur bæði tíð og pláss at geva klaksvíkingum vónir um at varðveita sætið í Vodafonedeildini. Áskoðararnir geyla. Tað eru tretivu ymsar metingar um, hvat hann skal gera við bóltin. Spæla hann. Skjótt. Dribla. Men framherjin ivast ikki. KÍ hevur nú av álvara aftur samband við ovaru liðini á stigatalvuni. Tað hevði nær um avgerandi týdning, at klaksvíkingar vunnu øll stigini á vitjanini í Sørvági í gjár. Men leikliga vóru trýstu gestirnir úr Klaksvík ikki omaná. Men felagskenslan syrgdi fyri, at KÍ framvegis livir í vónini. Skifti skjótt Leikliga hevði hvørki av liðunum tamarhald á dystinum. Klaksvíkingar løgdu bradliga fyri og løgdu seg á odda beinanvegin. Heimaliðið trýsti í stórum løtum av fyrra hálvleiki, har vindurin ofta darvaði spælinum. Todi Jónsson var aftur einsamallur framherji í gjár. Hann var væl stuðlaður av Hjalgrími Elttør og Heðini á Lakjuni. Jónsson stríddist væl, og sum bóltspælara royndist hann væl. Serliga í samanspæli við Elttør, har teir ofta søktu at. Framherjin var ágangandi í sínum spæli og smæddist ikki burtur millum miðverjarnar. Orkan gekk tó undan rættiliga skjótt, og Páll Klettskarð loysti hann av á tímanum. Í fyrra hálvleiki sást ikki, at talan var um tvey lið í niðurflytingarvanda. Bæði spældu væl og samanhangandi, har bæði Trygvi Askham og Jákup Mikkelsen, sum vardu málini, vórðu settir undir trýst. Eftir hvíldina vaks vindurin, og tað darvaði spælinum. KÍ fekk tvey mál í seinna umfarinum, og tá ráddoi fyrst og fremst um at verja borg. Og tá var spælið ofta tilvildarligt. Elttør gjørdi bart Náttina til sunnudagin varð endaliga staðfest, at Hjalgrím Elttør fór at spæla við KÍ. Klaksvíkingurin var um vikuskiftið óvitandi um sína uppgávu sum fótbóltssleikari, men tað darvaði als ikki hansara avrik, at hann hevði øðrvísi fyrireikingar til dystin enn liðfelagarnir. Hjalgrím Elttør var sera eyðsýndur, og átti næstseinasta fótin á bóltinum, tá Atli Danielsen og Páll Klettskarð skoraðu. Og málið, sum Elttør skeyt sjálvur, var fantastiskt. Hann vísti sanniliga, at hann er komin aftur í barndómsfelagið fyri at stríðast. KÍ er við Sigurin í gjár var sera týdningarmikil hjá klaksvíkingum. Fyri stríðið um niðurflyting, sjálvsálitið og stuðulin frá áskoðarunum. Hesin seinasti parturin lá í øllum førum ikki eftir í gjár. Kenslurnar var munurin í gjár. Klaksvíkingarnir stríddust og strevaðust, og tað sást veruliga, at klakvíkingarnir vóru komnir til Sørvágs fyri at yvirliva. Tað eydnaðist sanniliga. 07 Vestur eigur neyvan pláss í Vodafonedeildini í komandi kappingarári. Tað eru nú átta stig til bjargingina. Og tað er lítil framstig at hóma. Dysturin í gjár var helst avgerandi fyri, um samanlagda felagið fór at bjarga sær. Og 07 Vestur tapti. Nú verður torført Jens Erik Rasmussen var sjálvsagt sera vónbrotin aftaná dystin í gjár. Hóast 07 Vestur ikki stóð aftaná fyri klaksvíkingarnar leikliga, eydnaðist tað heldur ikki hesaferð at fáa stig. - Tað er ein afturvendandi trupulleiki. Tí vit verða ongantíð bukaðir av. Men vit eru eitt botnlið, og marginalarnir eru sjáldan við okkum. Tað er sera harmiligt, greiðir hann frá. Spælur 07 Vestur í Vodafondeildini í 2010? - Tað verður í øllum førum torført. Vit hava ikki fingið neyðugu stigini, og nú eru bara 11 dystir eftir. Vit ætla okkum at stríðast, og so mugu vit síggja, sigur Jens Erik Rasmussen. Fantastiskt at vera aftur - Eg dugi ikki at lýsa hesa kenlsuna. Hjalgrím Elttør spældi aftur í barndómsfelagnum KÍ í gjár. Hann var sera eyðsýndur og fekk eitt frálíkt mál, tá hann sendi upp í málhornið. - Vit søgdu áðrenn dystin, at vit fóru inn at stríðast. Og allir røktu sína uppgávu, sigur hann. Tað var ikki greitt fyrr enn í seinastu løtu, at tú skuldi spæla við KÍ. Hevði tú fyrireikað teg upp á at spælt fyri NSÍ? - Eg hugsaði bara um at spæla fyri barndómsfelagið, og tá eg fekk boðini, var eg sera fegin. Tá byrjaðu mentalu fyrireikingarnar av álvara. Tað er fantastiskt at vera aftur, sigur Hjalgrím Elttør. 07 Vestur – KÍ 1-3 (1-1) Kenslurnar vóru á muni Todi Jónsson og liðfelagarnir stríddust sera væl fyri barndómsfelagið í gjár. Mynd: Álvur Haraldsen Málini: 0-1: Atli Danielsen er fyrstur á hornasparki frá Hjalgrím Elttør úr vinstru. Miðvallarin stýrir bóltinum við høvdinum upp í nettakið. 1-1: Tór-Ingar Akselsen er ikki ansaður, tá hann hevur gott pláss uttan fyri brotsteigarmarkið. Hann smekkar til, og Jákup Mikkelsen, málverji, hevur lítlan møguleika at verja fyri. 1-2: Verjuparturin hjá 07 Vestur er ikki serliga væl skipaður, tá Hjalgrím Elttør fær bóltin í føturnar frá Høgna Madsen. Elttør sneiðir eitt vet inn í vøllin úr vinstru, áðrenn hann sendir í handara málhorn. 1-3: KÍ fer í mótálop aftaná, at 07 Vestur hevur havt hornaspark. Hjalgrím Elttør rekur um miðhálvuna við bóltinum, áðrenn hann spælir innskifta Páll Klettskarð, sum er staddur eitt í høgru, leysan. Hann er tryggur og sendur í netið handan Trygva Askham.