mánadagur 27. juli 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 27. juli 2009 – Nr. 141
B36
NSÍ
Ófriðarliga vikan, ið fór,
sá ikki út til at nerva NSÍ
stórvegis, tá liðið í gjár
við Løkin tók ímóti B36.
Christian Høgni Jacobsen
vísti gomlu taktirnar við
tveimum málum í einum
dysti, ið av røttum átti
at havt nógv fleiri mál, tí
kjansirnir trutu ikki
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Bæði NSÍ og B36 vóru før fyri at
levera gott undirhald í fyrra
hálvleiki við Løkin í gjár. Tað var
kanska B36, ið hevði betri stýr á
spælinum á miðvøllinum, men NSÍ
megnaði væl at spæla seg fram við
sínum egnu trupulleikum og brúkti
so síðurnar í staðin, til miðvøllurin í
seinna hálvleiki hevði funnið stevið.
Talan var um nógvar málkjansir,
harav NSÍ átti teir flestu, so tí var tað
heilt løgið, at støðan framvegis var
0-0, tá dómarin bríkslaði fyri
hálvleikssteðginum. Hetta sá
lovandi út, og í steðginum vóru
viðhaldsfólkini hjá báðum liðum
spent til seinna hálvleik, tá alt kundi
henda.
Hjá heimaliðnum var Károly
Potemkin einar tvær ella tríggjar
ferðir í góðum støðum, har hann
nokk eisini gjørdi tað rætta, men
bara ikki kundi leggja upp fyri
verjuspælinum hjá B36, ið dugdi
væl at hava rætta fótin á rætta stað,
tá mest ráddi um at binda fyri. Eisini
Bogi Løkin og Jóhan Troest høvdu
sínar stóru møguleikar við
høvdinum, men sendu beint
uppum.
Í hinum endanum hevði Magnus
Olsen nógv tann størsta kjansin, tá
hann bleiv spældur leysur innan
fyri verjuna hjá NSÍ, men
vælspælandi Meinhardt Joensen
vísti síni bestu kynstur og fekk
blokerað, so einki spurdist burturúr.
NSÍ yvirtók
Eftir steðgin fekk tað stóran
týdning fyri dystin víðari, at NSÍ
mestsum beinanvegin kom á odda
1-0. Hetta málið fekk Christian
Høgni Jacobsen, tá Bogi Løkin
hegnisliga spældi hann leysan og
Christian Høgni í sínum eyðkenda
stíli fekk lokkað B36-málverjan
niður, áðrenn hann rundaði hann
og sendi bóltin í tóma málið.
Málið var týðiliga ein stórur lætti
hjá heimamonnunum, sum nú fóru
at spæla við nógv størri sjálvsáliti,
samstundi sum teir yvirtóku
miðvøllin og tískil gjørdu tað meira
enn trupult hjá B36 at skapa tað
stóra frameftir. Tó hevði B36 einar
tveir rímiliga stórar møguleikar,
men fekk bara einki burtur úr
teimum.
Sum dystinum leið, royndi B36 at
koma longur fram á vøllin, og tað
gjørdi tað bara uppaftur meira opið
hjá NSÍ, ið dúgliga søkti at og skapti
nógv meira enn havnarfelagið, ið
sær út til at hava stórar trupulleikar
við at hava veruligan brodd har
frammi. Tað sæst eisini aftur á
stigatalvuni, har B36 telist millum
minst skorandi liðini í
Vodafonedeildini.
Uppiborin sigur
Dysturin livdi tó framvegis, tí har
var bara tað eina málið komið. Men
ímóti endanum eydnaðist NSÍ at
skora tvær ferðir aftrat og avgera
dystin. Fyrst var tað Jann Ingi
Petersen, ið smekkaði flatt í málið
úr 12 metrum, eftir at Bogi Løkin
hevði sent honum bóltin inni í B36-
brotsteiginum, og síðani var tað
Jann Martin Mortensen, ið einfalt
spældi Christian Høgna leysan í
síðsta minuttinum, so hann trygt
kundi skora til 3-0.
Í yvirtíðini hevði NSÍ enntá ein
dupultmøguleika aftrat, tá fyrst
innskifti Klæmint Olsen sendi hart á
stongina og bólturin stakk útaftur
til Christian Høgna, ið tóktist eitt
sindur skakkur av tóma málinum
framman fyri sær og sendi við
síðuna av.
Sostatt sá ikki út til, at ófriðarliga
vikan, ið fór, ikki sá út til at hava
nervað NSÍ stórvegis. Spælið hjá
heimaliðnum var gott og miðvíst,
og hóast B36 var so mikið við, at tey
trý málini á muni kundu tykjast í so
nógv, var talan um eitt gott avrik
hjá NSÍ, ið til fulnar rættvísgjørdi
sigurin.
Tey trý stigini gjørdu eisini sítt til,
at NSÍ er við í stuttligara endanum,
meðan B36 ikki er meiri enn ein
dyst frá at liggja niðan fyri ta
keðiligu strikuna á stigatalvuni.
Í málleysa fyrra hálvleikinum millum NSÍ og B36 vóru tó nógvir málmøguleikar, og millum annað
leikaði fleiri ferðir hart á eftir deyðbóltsstøður framman fyri málið hjá B36
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Gott fyri sjálválitið
– Tað var ein góð kensla at fáa mál, nú eg ikki havi spælt so nógv
síðsta hálva árið. Og so at fáa tvey mál, hjálpir eisini upp á sjálvsálitið,
segði NSÍ-framherjin, Christian Høgni Jacobsen, eftir heimasigurin á
B36.
– Hetta var annars ein dystur, ið var rættiliga javnur í fyrra hálvleiki,
tá B36 spældi væl og kom til onkrar kjansir, umframt at vit eisini fingu
fleiri stórar. Men í seinna hálvleiki skaptu vit nógv meiri kjansir enn
teir, og spælið gekk rímiliga væl hjá okkum.
Christian Høgni viðgekk, at málið um Hjalgrím Elttør, sum er farin
frá NSÍ til KÍ, sjálvandi hevði fylt nógv síðstu dagarnar, men at tað tó
ikki ávirkaði liðið, tá samanumkom:
– Sovorðið órógvar altíð eitt sindur, men vit hava roynt at fokuserað
upp á henda dystin, og tað eydnaðist fult út, staðfesti tvífaldi
málskjúttin.
hil
Munurin var ikki trý mál
– Hetta var ein javnur dystur í fyrra hálvleiki, har vit høvdu tveir 100
prosents kjansir. Men í seinna hálvleiki spæla vit bóltin fyri føturnar á
teimum og fáa mál ímóti okkum, segði B36-venjarin, Mikkjal
Thomasen.
– Í seinna hálvleiki høvdu vit eisini tveir 100 prosent møguleikar, og
tá vit ikki fáa mál, verður torført hjá okkum at vinna. At tað so gjørdist
3-0, var ikki akkurát munurin, men soleiðis bleiv tað bara. Men at tað
er torført at spæla í Runavík, vita vit.
Venjarin er ikki so øgiliga upptikin av, hvussu úrslitini hátta seg her
og nú, men hevur betri hug at hyggja frameftir:
– Eg havi sum uppgávu at gera liðið klárt til næsta ár, og ta
uppgávuna taki eg í størsta álvara, segði Mikkjal Thomasen, ið tó ikki
vildi siga, at tað eisini verður hann, sum stendur við róðrið næsta ár.
hil
NSÍ-B36 3-0 (0-0):
Eingir
eftirverkir
Kongafelagið kom í neyð av
arabarum
Í gjár megnaði Real Madrid ikki at vinna á Al-Ittihad úr Saudi
Arabia. Dysturin endaði 1-1. Raul legði tíðliga í dystinum Real á
odda. Men liðið við størstu keypunum í heiminum í summar
megnaði ikki at halda málið reint, tá Hecham Aboucherouane
javnaði tá ein góður tími var spældur. Dysturin varð spældur á
Santiago Bernabeu, og heimsins dýrasti leikari, Cristiano Ronaldo,
slapp á vøllin eina løtu, men lítið kom burturúr hjá honum. Tí
kann metast, at kongafelagið enn ikki er komið heilt upp í gear.
Bara teir nýggju fyri KÍ
Síðan summarsteðgin hava bara nýggir menn gjørt
mál fyri KÍ. Í dystinum ímóti B68 vóru tað Todi Jónsson
og Páll Klettskarð, ið gjørdu málini, og í gjár vóru tað
Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør og Páll Klettskarð málini
í 1-3 sigrinum ímóti 07Vestur í Sørvági. Hetta kundi
bent á, at KÍ við sínum higartil seks nýggju leikarum
hevur ein stóran møguleika at gera mál í øllum
dystum.