mánadagur 27. juli 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 141 - 27. juli 2009
VETO spældi teirra
orkufulla stórbýar
popp á Gøtusandi, og
áhoyrararnir tóku væl
ímóti tónleikinum. Men
tað tók eina góða løtu,
áðrenn áhoyrararnir
góvu seg yvir til
pulserandi tónleikin
Ein fjøld stóð spent
og bíðaði eftir VETO,
sum nakað seinkað
trein VETO á pallin.
Sjálv sagt var fagn að
ur in stórur. Men fagn
að ur in gjørdist eitt
sind ur lakari, tá ið
bólk u rin byrjaði at
spæla, tí teir løgdu
varis liga út við nøkrum heldur friðar
lig um løgum, sum kanska ikki teljast
mill um tey kendastu av teirra repertoir.
Hesa løtu tóktist áhoyrararnir eitt
sind ur fjálturstungnir, og høvdu ilt við
at njóta konsertina til fulnar. Tá ið teir
høvdu spælt umleið ein hálvan tíma,
spæl di teir hittið “You are a knife”, og
nústa ni kom veruligt lív í fjøldina, sum
nú hoppaði og geylaði afturvið tón
leikinum. Hetta lagið var byrjanin uppá
eina kavalkadu av góðum, kendum
løg um hjá VETO, og nú blómaði kon
sertin.
Sjarmuoffensiv og
onki hóvasták
Har vóru onkrir tøkniligir trupulleikar
sum darvaði VETO. Sangarin greiddi
frá, at ljóðførini ikki toldi kuldan, men
hóast hetta spældu teir seg ígjøgnum
kon sert ina. Men til tíðir sóu limirnir í
VETO út til at vera órógvaðir av teim
um tøkniligu trupulleikunum. Serliga
sang arin tóktist órógvaður av sínari
út gerð.
Eitt sum eyðkendi framførsluna hjá
VETO, var tann stóri sjarmu offen siv ur
in, sum sangarin legði fyri dagin. Hann
nýtti hvørt givna høvi til at fortelja
okk um, hvussu vakurt og stórbært tað
er í Føroyum. Slíkar útsagnir eru altíð
til stóra fragd hjá fjøldini, men tað er
ikki frítt at tað verður eitt sindur platt,
tá ið tað verður smurt ov nógv á. Og
hjá VETO var tað í yvirkantinum.
Eitt annað sum sermerkti fram førsl
u na var, at bólkurin spældi sína skrá
utt an á nakran hátt at kýta seg. Alt
sum teir gjørdu á pallinum, sá so lætt
og ómakaleyst út. Sjálvsagt er tað eitt
tekin um, at bólkurin er í sera góðari
venj ing, og at teir hava púra kekk
uppá tað teir gera. Men fyri okkum
sum lýddu á, sá tað næstan soleiðis út,
at teir bara høvdu ein annan dag á
skrivstovuni, og ikki løgdu so ótrúliga
nógv í framførsluna fríggjakvøldið.
Teir skulu tó ikki lastast fyri at
vanrøkja sínar skyldur, tí tónleikaliga
var tað ikki ein fingur at seta á
framførsluna.
Sandurin ein tómur stórbýur
Hóast talan var um eitt tað
kendasta navnið á ársins G! plakat, so
er tað synd at siga at hetta sást aftur í
mongdini av áhoyrarum. Sandurin var
at kalla hálvtómur, og var hetta við til
at skapa eitt lítið antiklimaks. Men tey
sum vóru til staðar hugnaðu sær óført,
og livdu seg inn í nútímans tónleikin
hjá VETO.
Við elektroniska poppinum hjá VETO
fært tú eina kenslu av at ferðast í
einum stórbýi. Tónleikurin hevur
nógvar rørslur og inniheldur eina
rúgvu av ymiskum rútmum og strofum.
Ja, tónleikurin kennist sum ein
hendingaríkur stórbýir. Tí kennist tað
so dýrabart at standa á bygdasliga
Gøtusandi og njóta slíkan tónleik.
Stórbýar poppur á G!
VETO borðreiddi við nútímans
elektroniskum tónleiki og
einum stórum sjarmuoffensiv
Mynd: Álvur Haraldsen
Rókur Jákups
son Jakobsen
rokur69@hotmail.com