mánadagur 27. juli 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 - 27. juli 2009
21
Avdottin áðrenn tað byrjaði
Fólk, sum detta av longu áðrenn fyrsta konsertin
er byrjað, kundu næstan tað sama spart sær tær
góðu túsund krónurnar, festivalurin kostar
Undirlig tjaldingarskipan
Skipanin – ella mangul upp á tað sama – av
tjaldingarøkinum mikukvøldið, tóktist heilt
merkverdig. Tey, sum stóðu fremst í køini til øki,
sluppu ikki at velja sær eitt pláss, men fingu eitt
økið álagt frá vaktunum, tá tey komu inn. Hetta
varð tíbetur broytt.
Sauna á sandinum
At hava ein sauna er hot – bæði so og so
SIC so tíðliga
At seta SIC at spæla áðrenn klokkan er vorðin
átta eitt hóskvøld er ógvuliga skeivt. SIC skal
spæla í myrkri eisini við Múrin og G!
Gummiskógvar á G!
Gummiskógvar á G! er feitt og praktiskt –
bygdasligt upp á tann kula mátan
Feitir básar
Í mun til aðrar føroyskar festivalar, hevur G!-
festivalurin fleiri feitar básar, ið selja annað enn
pilsur og candyfloss
Ein endurreistur G!-festivalur
Herligt at festivalurin við feita stemninginum,
góða tónleikinum og góða veðriðnum aftur stóð
í fagrasta blóma
Gaffatape er loysnin
Gaffatape er loysnin upp á so at siga allar
trupulleikar, ið stinga seg upp á tjaldingarøkinum
Stóra navnið manglaði
Skráin sjálv var feit og fjølbroytt, men tað
stóra navnið manglaði á festivalinum – serliga
leygarkvøldið
NOT
NOT
NOT
Uppruddingarfólk
Hóast tjaldingarøkið ikki sá soleiðis út
sunnudagin, gingu fólk faktisk allan festivalin á
tamb og ruddaðu millum tjøldini. Tað gjørdi mun!
NOT
HOT
HOT
HOT
HOT
HOT
HOT
Lagt til rættis: Rólant Waag Dam
Myndir: Durita Müller Thomsen, Beinta Haraldsen og Álvur Haraldsen