mánadagur 27. juli 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 141 - 27. juli 2009
Johnny Reimar setti eitt
festligt punktum fyri
G! 2009, tá hann beyð
áhoyrarunum í veitslu á
Spæliplássinum
Mong settu spurnar
tekin við avgerðina
hjá G! leiðsluni, at fáa
Johnny Reimar
hendan vegin, tí hann
passar ikki rættiliga
inn í konseptið G!
Men havandi í huga,
at hann nokk ikki var
leigað ur fyri at geva
fólki eina stóra tónlistarliga uppliving,
men heldur fyri at hjálpa veitslu hýri
num í gongd, var avgerðin slett ikki so
galin.
Royndur undirhaldari
Johnny Reimar hevði longu verið í
gongd í heilt nógv ár, tá teir flestu
gestir nir á Spæliplássinum blivu føddir,
so tað var ein royndur undirhaldari, ið
fór á pallin klokkan 01.00 leyga r nátt
ina. Og hóast løgini í stóran mun eru
einkisigandi og lættisoppakendur
umpaumpa tónleikur ljóðaði, so gjørdi
hann júst tað, ið hann dugir best:
Hann fekk øll í veitsluhýr, tá hann
spæl di smølfasangir og aðrar slagarar
fyri vælhýrdu G! gestunum, ið hopp
aðu, dansaðu og annars bara vóru í
hopla.
Kitsjut framførsla
Framførslan annars líktist onkrum, ið
tú einans sært á TV2 Charlie. Við reyð
um klædningsjakka, svartari skjúrtu og
gráum hári og – yvirskeggi, livdi
Johnny Reimar upp til vónina um ein
ektað an Dansktop gubba. Orkestrið
var ílætið laksafarvaðar jakkar, og
hóast hesir vóru beinleiðis ljótir, so
góvu teir framførsluni rætta dámin av
danskari bygdaligheit. Sera kitsjut.
Veitslurómur á
spæliplássinum
At fólk vóru komin saman, bert fyri at
hava tað stuttligt, var týðuligt, og
Johnny Reimar dugdi væl at fáa fjøld
ina við. Stuttligt gjørdist tað, tá hann
hál aði tvær ungar gentur upp á pallin,
gav teimum smølfamaskur á, og so
skuldu tær standa og dansa, meðan
smølfa sangurin bleiv spældur. Vorðið
sum undirhald! At enda við spældi
hann tað stóra hittið Sikken en Fest,
og ikki kann sigast annað, enn at lag
ið undirstrikaði framførsluna væl. Tí
hóast framførslan ikki hevði tað stóra
uppá seg, reint tónleikaliga, so var tað
ein øgiligur veitslurómur á Spæli plássi
num hesa náttina.
Teitur syrgdi fyri
eini hugnaligari løtu
leygarkvøldið, tá hann,
saman við nýggja bólki
sínum og limum úr
Havnar Hornorkestri,
framførdi á Gøtusandi.
Teitur Lassen er ein av
fólkakærastu tón
leikar unum her heima,
og við vælkendum
løg um sum Josephine,
Havn in er ein lítil
bygd og I was just
think ing, var grundin
løgd fyri einari hugna
lig ari løtu á
Sandinum.
Í byrjanini var einki. So kom horn
blást ur, tá fólkini úr Havnar Horn
orkest ri, ið Teitur hevði fingið við sær
til høvi, spældu eina rímiliga langa
intro. Síðan var pallurin klárur til Teit,
ið byrjaði við at spæla lagið We still
drink the same water. Tað gjørdist
beinan vegin klárt, at Teitur var í topp
formi, og saman við nýggja bólkinum
hjá sær, helt hann fram við eini røð av
kend um løgum, ið fingu allan Sandin
at vagga.
Millum sangirnar gav Teitur sær
eisini stundir at skemta, tá hann mill
um annað viðmerkti, at orsøkin til at
fólk ikki sungu harðari við, mátti vera,
at tey spara røddina til Frændur, ið
skuldu skipa fyri sangløtu aftaná Teitur.
Hetta fall í góða jørð hjá áhoyrarunum,
ið beinanvegin tóku seg saman, og
sungu betur við, tað sum eftir var av
fram førsluni.
Havnin er ein lítil bygd
Teitur spældi eina rímiliga breiða viftu
av løgum, frá friðarligu Josephine og I
was just thinking til meira lívligu Louis
Louis og Katherine the Waitress.
Sandur in var væl við í sangunum, alla
fram førsluna, og tá hann pro kla mer
aði, at Havnin er ein lítil bygd, var løt
a n so hugnalig og gleðismikil, sum
hon kann vera. Sjarmerandi maðurin á
palli num hevði enn einaferð víst, at
hann dugir betur enn tey flestu at
skapa ein stemning, ið gevur tær eina
lætta kenslu av vælveru, tá framførslan
er liðug.
Góður bólkur
Teitur hevði ein nýggjan bólk við sær á
pallin, og sigast má, at hesin bólkurin
rigg ar sera væl. Serliga trummuleikarin
var framúr góður, og hóast hann ikki
spæ ldi nakað spektakulert, livdi hann
seg væl inn í tónleikin, og hvørt slag
gav meining. Frískligt, men tað má
eisi ni sigast um framførsluna sum
heild, at hon var eitt frískligt lot í góð
veðri num leygarkvøldið. Hugnaligasta
kon sert in, eg havi verið til á G! higar
til.
Sikken en fest
Teitur var feitur
Við reyðum klædningsjakka, svartari skjúrtu og gráum hári og – yvirskeggi, livdi Johnny Reimar upp til vónina um ein ektaðan Dansktop gubba
Mynd: Álvur Haraldsen
Sveinur Dam
sveinur.dam@gmail.
com
Sveinur Dam
sveinur.dam@gmail.
com
Teitur hevði ein nýggjan bólk við sær á pallin, og sigast má, at hesin bólkurin riggar sera væl
Mynd: Álvur Haraldsen