mánadagur 27. juli 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 - 27. juli 2009
23
Høgni Lisberg átti
truplu uppgávuna,
at fara á stóra pallin,
eftir at Frændur høvdu
staðið fyri einari
av mest hugnaligu
fólkaveitslunum á G!
nakrantíð. Men meðan
Frændur vóru fólksliga
hæddarpunktið, so
má konsertin hjá
Høgna Lisberg metast
sum eitt tónlistarligt
hæddarpunkt á G!
Eingin føroyskur
listamaður hevur verið
ígjøgnum so stóra
listar liga menning
seinas tu árini sum
Høgni. Hann hevur
flutt seg frá singer
song writerstílinum á
fyrs tu útgávuni, yvir í popp rokk á aðru
út gávu ni og nú yvir í okkurt slag av
funky- rútmu-poppi, og hesin rútmiskt
spenn an di stílurin við nógvum effekt-
um á røddini klæðir Høgna væl.
Eg havi áður í ummæli av nýggjastu
fløguni hjá Høgna staðfest, at hon er
eitt meistaraverk og klár til at gerast
hansara altjóða gjøgnumbrot, og
áhug in fyri Høgna millum annað á
Billboard vitnar um, at henda forsøgn
ikki er burturvið.
Frá fløguútgávu
til konsert
Men Høgni hevur áður havt torført við
at liva upp til fløguútgávurnar á kon-
sertum. Hetta var tó eingin trupulleiki
á G! Høgni Lisberg, Brandur Jakobsen
og Jens L. Thomsen mannaðu lítla
bólk in hjá Høgna, ið er munandi
skerd ur í mun til bólkin, ið Høgni áður
hev ur havt við sær, og lat tað verða
sagt, at skerjingin í bólkinum hevur
fing ið tað besta burtur úr teimum, ið
eru eftir. Tí Høgni Lisberg hevur ikki
ver ið betur enn tað sama.
Høgni syngur betur enn nakrantíð
og spælir væl á kassagittaranum,
með an Brandur stórtrívist á trummun-
um, ið eru so øgiliga sentralar í nýggja
stílinum hjá Høgna, og so er tað Jens
L. Thomsen, ið skiftir millum bassin,
tangen tar og ymiskar ljóðmaskinur, og
vísir sítt tónlistarliga flogvit.
Tónleikurin lokkaði
Hæddarpunktini á konsertini vóru
nógv, ja, so nógv, at tað er torført at
taka nakað lag frammum hini. Tó var
útset ingi n av Exit, rættiliga óvænta og
ræðuliga feit. Tað ljóðaði nærum sum
ein glað, funky og jalig útgáva av
Rage Against The Machine.
Tað vóru ikki nógv fólk á sandinum,
tá Høgni byrjaði at spæla, men tón-
leik ur in lokkaði fólk til sín, og móti
endanum á konsertini var heilt nógv
fólk framman fyri pallin.
Niels Uni
Dam
post@sosialurin.fo
Funky rútmu popp
ur við Høgna
Hæddarpunktini á konsertini vóru nógv, ja, so nógv, at tað er torført at taka nakað lag frammum hini.
Mynd: Alvin Ellebye Andersen
Rætting:
Rókur og ikki Sveinur
Í blaðnum fríggjadagin stóð skeivt høvunda navn til ummælið av konsertini hjá
Heiðriki av Heygum, ið spældi á G! hós kvøldið. Tað var Rókur Jákupsson
Jacobsen og ikki Sveinur Dam, sum hevði ummælt hesa konsert.
- red.