Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juli 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 141 - 27. juli 2009 Fríggjakvøldið gav Bloodgroup køldu áhoyrarunum eina innspræning av elektroniskari orku við teirra framførslu. Songkvinnan Lilja er uttan iva ein tann besti frontfigurin, vit hava upplivað á G! 09 Lilja er ein stjørna. Hoppa! Hoppa! Hoppa! Tað var ein pumpandi løta á spæliplássinum í Syðrugøtu, tá ið Bloodgroup framførdi. Bólkurin er av mongum spáddur eina sera bjarta framtíð, og á konsertini vísti tey eisini hví tey hava fingið slíkt skoðsmál. Fram førslan var sera sannførandi, og við Lilju á odda er bólkurin í góðum hondum. Lilja er ein føgur, karismatisk ung dama, sum hevur eina ófatiliga orku og útstráling á pallinum. Eg ivist í, um eg nakrantíð havi upplivað slíka lívliga framførslu av einari so ungari kvinnu. Hon flippaði totalt út, fyri at siga tað sum er. Hóast hon var so lívlig, hevði hon yvirskotið at røkja sínar tónleikarligu skyldur, og var tað óivað hon, ið bar framførsluna hjá Bloodgroup. Hon er snøgt sagt ein stjørna á pallinum. Syngjandi lama Saman við henni er fyrrverandi Lama Sea sangarin, Janus Rasmussen, odda­ maður í Bloodgroup, og eisini hann slapp væl frá framførsluni. Hansara leiklutur á pallinum er bæði at stuðla Lilju við sangi, rappi og rópi, og eisini hevur hann ljómborð um hendi Tónleikurin hjá Bloodgroup er elektroniskur, dansivinarligur rokkur, og umboðar alt tað góða og óseka, sum ungdómurin hevur við sær. Limirnir liva seg inn í framførsluna, og eggja áhoyrarunum at gera tað sama. Við keytari (keyboard, sum verður hild­ ið sum ein gittari) og øðrum elek­ troniskum ljóðførum gav Bloodgroup okkum eina sera jaliga uppliving ein kald an leygarmorgun um trýtíðina. - Ólavur spælur uppá fløskuorgul og hvørt av sínum, segði Kári Sverrisson, tá hann presenteraði manningina í Orku, og Orka er júst hetta: hvørt av sínum. Við ljóðførum sum kusti, fløskuorgli, pelabassi, vinkulslípara, borimaskinu og oljutunnum, er ljóðmyndin heilt serlig Frásøgumaðurin hugleiddi áðrenn konsertina hjá Orku um, hvussu dýrabært tað var, at ein bólkur sum Orka, ið hevur sín uppruna í einum fjósi, kann enda við at spæla á stóra pallinum á einum stórum festivali í Føroyum. Man kundi hugleitt víðari, um at føroyingar hava ein ávísan veikleika fyri tingum, ið hava sín uppruna í einum fjósi. Hvussu er og ikki, so var heilt nógv fólk savna á Gøtusandi at uppliva Orku við síni metsstóru manning. Ikki færri enn tíggju mans fyltu stóra pallin, og góvu okkum lurtarum eina góða konsertuppliving. Gott og løgi Orka var sum altíð settur saman av nøkrum av okkara evnaríkastu tónleikarum og løgnastu ljóðførum, og sum altíð var upplivingin bergtakandi. Oman á hetta hevði bólkurin nakrar av okkara mest áhugaverdu songrøddum, Ólav Jákupsson, Kára Sverrisson, Teit Lassen og Høgna Lisberg, við sær, og við tílíkum kapasitetum, kann tað illa ganga heilt galið. Tað skerst tó ikki burtur, at ikki øll løgini hjá bólkinum vóru líka væleydnað. Meðan tey meira lívligu løgini riggaðu væl og fingu góða móttøku, so var verri við teimum friðaligu og meira transukendu løgunum, har bólkurin onkursvegna misti takið á áskoðarunum, so at sussan millum áskoðararnar órógvaði tónleikaupplivingina. Serligt ljóð Tað er ein serlig uppgáva at ljóðblanda ein so stóran bólk, við so nógvum øðrvísi ljóðførum, og fólki, ið spæla fleiri ljóðføri í sama lagi. Her er tað ivaleyst neyðugt, at bólkurin finnur egnan ljóðmann, ið kennur øll løgini til botns, men tíverri vóru løtur, har tú ikki hoyrdi okkurt av teimum meira forkunnugu ljóðførunum. Hetta er synd, tí annars var ljóðblandið sera gott. Endalagið “Fjøllini Standa Úti”, er stóra hittið hjá Orku, og fekk ordiliga lív í fjøldina, Tað tyktist so serliga hóskandi har á Gøtusandi millum høgu fjøllini í vakra summarveðrinum. Sannførandi Bloodgroup Songkvinnan Lilja er óivað stóra stjørnan hjá Bloodgroup Mynd: Álvur Haraldsen Rókur Jákups­ son Jakobsen rokur69@hotmail.com Fløskuorgul og hvørt av sínum Niels Uni Dam post@sosialurin.fo Orka var sum altíð sett saman av nøkrum av okkara evnaríkastu tónleikarum og løgnastu ljóðførum, og sum altíð var upplivingin bergtakandi Mynd: Álvur Haraldsen