mánadagur 27. juli 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 - 27. juli 2009
27
The Haunted vístu á
G! hvussu ordiliga
tungur tung málmur
skal spælast. Men
klisjefyltu einarøðurnar
hjá sangaranum vóru so
pínligar og kiksaðar, at
hansara orkesturfelagar
áttu at biðið hann tagt
millum løgini
Tað er okkurt
undarligt við at
standa í
náttarmyrkrinum eitt
vakurt summarkvøld,
á einum spæliplássi í
Syðrugøtu og uppliva
ein langskeggjanum
svia rópa:
- eru tit til reiðar at
lata hjørtu tykkara upp fyri Satan?
Langskeggjaði sviin var Peter
Dolving, oddamaður í tunga
treskimálmsbólkinum The Haunted, ið
spældi á Spæliplássinum á G!
fríggjakvøldið.
Pínligar løtur
The Haunted er ein sera tungur bólkur,
og larmandi málmurin var bæði
harðligur og væl spældur. Men
løturnar millum løgini vóru sera
pínligar. Við umvendum fortekni
ljóðaði Dolving nærum sum ein av
hesum rokkprætikantunum, sum tú
vanliga upplivir á Fjarðafestivalinum.
Við einarøðum um Satan og um hvat
foreldrini gera, tá vit fara í song, tosaði
hann niður til áskoðarnar.
Hetta var pínligt og hjálparsleyst,
eins og tað er tað hjá teimum kristnu
rokkarunum, men meðan teir kristnu
rokkararnir gera hetta, tí teir vilja
breiða ein boðskap út, so var hetta hjá
Dolving, ivaleyst meint sum okkurt
slag av skemti, fyri at fylla nakrar
innantómar rokkklisjeir út. Tí var hetta
so fullkomiliga óneyðugt. Kanska tað
provokeraði onkran, men hetta vóru
innantómar provokatiónir.
Hørð rokkuppliving
So var munandi betur, tá bólkurin
spældi. Bæði Dolving og hinir limirnir
leveraðu eina harða og kontanta
rokkuppliving, við fínum løgum, spæld
við rætta blandinum av gittarsoloum
og hart pumpandi botni og
meistarligum sangi og rópi.
Eg kenni ikki “The Haunted” og eri
ikki nakar kennari av hesum
tónleikaslagnum, men sum eg stóð har
og rysti tað hárið, ið eg ikki havi á
høvdinum, mátti eg staðfesta, at hetta
var ordiliga feitur tónleikur.
Sera gott lív var frammanfyri pallin,
og tað var at fegnast um, at
fyrireikararnir høvdu lagt hesa smølu
konsertina á spæliplássinum, tí har
kendust tey fáu fólkini, sum vóru
komin saman, sum ein fittlig fjøld.
Tungur málmur og
pínligar klisjeir
Bæði Dolving og hinir limirnir
leveraðu eina harða og kontanta
rokkuppliving, við fínum løgum,
spæld við rætta blandinum av
gittarsoloum og hart pumpandi
botni og meistarligum sangi og
rópi
Mynd: Álvur Haraldsen
Niels Uni
Dam
post@sosialurin.fo