mánadagur 27. juli 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 141 - 27. juli 2009
Onkur misti í øllum
førum tað, hann
hevði, ið skuldi dekka
tað, ið ikki skuldi
síggjast, tá fólk í
túsundavís hugdu eftir
G!-streingjarenning í
Gøtu
Tað var ikki sørt, at G!-festivalurin
hevði nakað av Roskilde anda yvir sær
leygarkvøldið, tá Mess skipaði fyri
G!-streingjarenning á sandinum.
Sum skilst, høvdu fyrireikararnir
helst sæð, at talan var um ordiliga
nakinrenning, men hetta loyvir
galdandi lóggáva í Føroyum ikki, og
tískil gjørdist – ógvuliga hóskandi –
talan um G!-streingjarenning.
Eftir áskoðaratalinum at døma, er
hetta tiltak komið fyri at vera. Fólk í
túsundavís stóðu eftir, tá Teitur var
givin at spæla, fyri at síggja beru
rumpurnar fara tuskandi framvið
sjóvarmálanum.
Onkur var í boxershorts, teir
allarflestu í g-strongi og ein einstakur
hevði sett ein sokk á tað, ið skuldi
fjalast, men hesin datt av, tá runnið
varð. Eisini ein einstøk dama var í
millum rennararnar, og sum eisini
kvinnuligi luttakarin má hon metast at
vera vinnarin í sínum bólki, hóast hon
ongantíð setti fótin á sandin, men sat
á rygginum á einum mannfólki, ið
royndi at tuska tað, hann var mentur.
Tað kundi verið
yvirskriftin á barna-
til taki num á G!, sum
eins og undanfarin ár
varð soleiðis skipað, at
vaksin eins væl og børn
kundu stuttleika sær
Barnatiltakið hevði spæliplássið sum
sítt útgangspunkt, men tað var skjótt,
at børn og vaksin ferðaðust bygdina
upp og niður.
Angela og Hannibal løgdu fyri og
síðani tóku Dánjal á Neystabø og Búi
Dam yvir, tá teir byrjaðu sína
ævintýraferð. Við teirra eyðkenda sangi
og livandi søgum, undirhildu teir yngri
sum eldri, og hevur tú enn ikki hoyrt
og sæð teir framført, so er at gera tað
á ólavsøku, tá teir báðir aftur fara á
ferð.
Eitt herligt konsept, sum bert verður
betri av, at teir duga at endurnýggja
seg sjálvar.
Eisini leikurin hjá Huðrum um
prinsin, sum ikki tímdi at verða kongur,
men heldur vildi vera prinsessa, dámdu
børnunum væl. Hesi ferðaðust saman
við leikarunum bygdina upp og
niðurm, og endaðu niðri á sandinum,
har tey funnu Prins Essa.
Stuttligt at síggja, hvussu gott tak
hesir ungu leikararnir høvdu á
børnunum.
Tað var veruleikin á
sandinum í Syðrugøtu
um vikuskiftið,
har suðurlendskur
stemningur við sól,
summar og sauna
settu sín serliga dám á
strondina
Hugskotið er tó finskt og tað eru
fólkini handan hugskotið eisini.
Hugskotið er eisini serstakliga
originalt, tí eins óhugsandi tað í roynd
og veru er at savna fólk í túsundavís á
Gøtusandi, eins óhugsandi er tað, at
ein sauna skuldi liggja har um
vikuskifti, sum saman við syrutum
sangi og serligum sálum, savnaði
saman festivalgestir, sum meiri og
minni spillnaknir sótu inni í hesum
pumpandi heita tjaldi, meðan tey við
jøvnum millumbili runnu oman í
sjógvan og tóku sær ein lítlan dukkert.
Men soleiðis sá veruleikin út á
Gøtusandi hósdagin, fríggjadagin og
leygardagin. Sauna’in er eitt av bestu
dømunum um, at á G!-festivalinum
ber alt til. At festivalurin savnar saman
ung sum eldri, ger upp við allar
fordómar hjá fólki og ger tað
óhugsandi til veruleika.
Tí álvaratos, hvør hevði nakrantíð
ímyndað sær, at ein sauna skuldi
savna saman berar reyvar á sandinum
í Syðrugøtu?
Sauna, sól
og summar
G!-streing ja renn ing
uttan G!
Til børn og
barnsligar sálir
Lag til rættis: Rólant Waag Dam
Sauna’in er eitt av bestu dømunum um, at á G!-festivalinum ber alt til
Mynd: Rólant Waag Dam
Børn og barnsligar sálir ferðaðust runt
í bygdini leygardagin
Mynd: Beinta Haraldsen