mánadagur 27. juli 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 27. juli 2009 – Nr. 141
Eftir at HB fyri triðju ferð
á rað fór av vøllinum
við einum stigi, er tað
ikki óhugsandi, at B68
og Víkingur kunnu geva
oddaliðnum kapping
16. UMFAR
Jákup Mørk
Í gjár høvdu B68 og Víkingur frí.
Orsaka av steypafinaluni
ólavsøkudag, verður
oyggjauppgerðin á Svangaskarði
ikki spæld fyrrenn mikukvøldið 5.
august.
Tað var ein sjálvfylgja, at
toppliðið HB var stórfavorittur í
Gundadali ímóti
niðurflytingarhótta ÍF. Men tað
gekk ikki, sum teir í HB høvdu
vónað. Fyri triðju ferð upp í slag
fóru havnarmenn av vøllinum uttan
at hava vunnið fulla úrtøku: 2-2
ímóti B36, og so tvær ferðir 0-0 – á
Argjum og nú á heimavølli ímóti ÍF.
Ofta hevur verið tikið til, at
europeiska luttøkan kostar í
heimligu kappingini. Fleiri dømi eru
um, at fokus á Europa hevur borið
við sær, at tað hevur gingið minni
væl í landskappingini. Hjá HB kann
uggin vera, at tað ofta hevur víst
seg, at úrslitini verða betri, tá ið
altjóða luttøkan er av. Tað er hon nú
hjá HB!
At oddaliðið í trimum royndum
bara hevur vunnið trý stig, ber við
sær, at tað er vorðið væl tættari í
toppinum, enn tað eina tíð sá út til,
at møguleikar vóru fyri, at tað
skuldi verða.
Um tað fer at eydnast B68 at
vinna heimadystin ímóti Víkingi, so
fer munurin fram til HB bara at
verða fýra stig hjá toftamonnum,
sum sunnudagin 16. august skulu
spæla í Gundadali ímóti HB. Tað
kann gott fara at vísa seg, at tað fer
at verða eitt slag av finalu.
Spennandi botnstríð
Eftir heimatap ímóti KÍ sær tað heilt
svart út hjá 07 Vestur. Tað eru seks
stig fram til næstaftasta plássið,
sum KÍ er á, og tað eru átta stig
fram til ÍF og bjargingina undan
niðurflyting.
Hóast tað sær svart út, so er tað
eitt sindur torført at avskriva 07
Vestur. Avrikini boða frá, at tað er
potentialið í liðnum, men hóast
leikliga avrik, sum ikki boða frá
niðurflytingarkandidati, so tykist
tað í løtuni torført at finna nakað
lið, sum tað kann vera sannlíkt, at
07 Vestur skal hava møguleika at
vinna á. Sunnudagin fara
vágamenn at fáa sama møguleika í
Gundadali, sum ÍF hevði ígjár.
Støðutalvan sigur frá, at tað eru
fimm lið, sum kunnu verða blandað
upp í stríðið fyri at sleppa undan
niðurflyting. Umframt 07 Vestur er
KÍ framvegis høvuðskandidatur at
flyta niður. Ígjár vann KÍ í Sørvági,
men tað eru framvegis tvey stig
fram til bjargingina. Avrikið var
kanska ikki so sannførandi ígjár,
men tað sigur seg sjálvt, at trý stig
aftrat á stigakontina ber við sær, at
moralurin fer eitt skump rætta
vegin, nú tíggju stig eru komin á
kontina burtur úr fimm teimum
seinastu royndunum.
ÍF úrslitið í Gundadali ígjár var
undirstriking av, at fuglfirðingar
ætla sær og tykjast hava førleika til
at renna undan niðurflytingini.
Tvær tær seinastu ferðirnar hava
teir vunnið fýra stig.
Omanfyri KÍ og ÍF eru AB og B36.
Tað kann væl fara at vísa seg, at
høvuðsstaðarfeløgini skulu renna
skjótari, enn tey higartil hava gjørt,
um tey ikki skulu enda í rættiligum
vanda fyri at flyta niður. Burtursæð
frá heimasigrinum ímóti 07 Vestur
20. juni, so skal leitast aftur til 19.
apríl fyri at finna B36 sigur. Tann
dagin vann B36 1-0 heimasigur á KÍ.
Avrikið í Runavík bendi ikki á, at
B36 fer at lætta sær á. Tvær tær
næstu ferðirnar eru B68 og Víkingur
á skránni. 15. august fer AB at vitja
B36, og 19. august fer B36 til
Fuglafirðar. Tað kunnu gerast sannir
lagnudystir fyri øll hesi trý – ÍF, AB
og B36.
Fimm eru í
vanda fyri
at flyta niður
Fyri einum ári síðani varð
tað greitt, at B36 hevði
vunnið løgmanssteypið
til ognar, og í heyst varð
tað greitt, at tað fór at vera
nýggjur løgmaður, sum fór
at handa løgmanssteypið
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Tá ið Kaj Leo Johannesen um seks
tíðina ólavsøkudag fer at handa
løgmanssteypið til Víking ella EB/
Streym, verður tað fyrsta ferðin, at
maðurin, sum handar steypið,
hevur altjóða royndir sum
fótbóltsspælari – bæði í Europa
Cup og á landsliðnum.
Feløgini hava ivaleyst serligt
fokus á, at atgongumerki til
europeiska luttøku standa upp á
spæl, men tað er serlig løta, tá ið
løgmanssteypið verður handað.
Serligt er tað hesa ferð, at talan er
um nýtt steyp. Orsøkin er tann, at
B36 í fjør vann steypið til ognar,
hóast B36 ikki var partur av finaluni.
Fyrsta løgmanssteypið varð latið
at kappast um í 1989. HB, sum
frammanundan hevði vunnið eitt
ísafjarðarbikar og tríggjar
ísafjarðarsúlur til ognar, vann fyrsta
løgmanssteypið til ognar í 1998. Í
fjør vóru tíggju ár síðani, at farið
varð undir kappingina um næsta
løgmanssteypið. Reglurnar siga, at
tað liðið, sum hevur vunnið steypið
oftast, tá ið tíggju ár eru farin, hevur
vunnið tað til ognar. Tí hevur tað
verið neyðugt at fáa nýtt steyp til
vega í ár.
Nýggjur løgmaður og nýtt steyp
Løgmanssteypið 1989-2008
1989: B71-HB 0-0 eftir longda leiktíð
Nýggjur dystur B71-HB 0-2:- Oddbjørn Joensen,
Gunnar Mohr
1990: GÍ-KÍ 1-6: Per Dalheim – Beinur Poulsen, Kurt
Mørkøre, Olgar Danielsen, Allan Mørkøre br, Todi
Jónsson, sjálvmál
1991: B36-HB 1-0: Bergur Magnussen –
1992: HB-KÍ 1-0: Gunnar Mohr –
1993: B71-HB 1-1 eftir longda leiktíð: Páll á
Reynatúgvu – Rúni Nolsøe
Nýggjur dystur B71-HB 2-1: Torbjørn Jensen, Páll á
Reynatúgvu – Hans Petur í Brekkunum
1994: B71-KÍ 1-2: Eli Hentze br – Jákup Mikkelsen br,
Arnold Joensen
1995: B68-HB 1-3: Aksel Højgaard – Rúni Nolsøe,
Andreas F. Hansen, Eyðun Samuelsen
1996: GÍ-HB 2-2 eftir longda leiktíð: Henning
Jarnskor, Símun Petur Justinussen – Hallur Danielsen,
Petur Slyne
Nýggjur dystur GÍ-HB 5-3 eftir longda leiktíð. Eftir
vanliga leiktíð 2-2: Rúni Justinussen (2), John
Petersen, Símun Petur Justinussen, Agnar Højgaard
– Uni Arge (2), Hallur Danielsen
1997: VB-GÍ 0-6: - Henning Jarnskor (3), Sámal
Joensen, Pauli Jarnskor, Øssur Hansen
1998: HB-KÍ 2-0: Hans á Lag, Andrew av Fløtum –
1999: KÍ-B36 3-1: Rógvi Jacobsen, Kurt Mørkøre,
Arnold Joensen – Jens Kristian Hansen
2000: GÍ-HB 1-0: Óli Hansen –
2001: B36-KÍ 1-0: Jens Kristian Hansen –
2002: HB-NSÍ 1-2: Rógvi Jacobsen – Ulrik Balling,
Brynjolvur Nielsen br
2003: B36-GÍ 3-1: Jens Kristian Hansen, John
Petersen, Jákup á Borg - Súni Olsen
2004: NSÍ-HB 1-3: Helgi L. Petersen – Heine
Fernandez, Rókur Jespersen, Páll M. Joensen
2005: GÍ-ÍF 4-1: Hanus Jacobsen (3), Áslakur R.
Petersen – Gunnar Nielsen br
2006: B36-KÍ 2-1: Fróði Benjaminsen, Amed Davy
Sylla – Atli Danielsen
2007: EB/Streymur-HB 4-3: Sorin Anghel, Hans Pauli
Samuelsen, Arnbjørn Hansen, Karoly Potemkin – Páll
M. Joensen, Rógvi Jacobsen, Vagnur M. Mortensen
2008: B36-EB/Streymur 2-3: Karoly Potemkin (2) –
Arnbjørn Hansen (2), Hans Pauli Samuelsen
Eftir heimatap ímóti KÍ sær
tað heilt svart út hjá 07 Vestur.
Tað eru átta stig fram til ÍF og
bjargingina undan niðurflyting.
Mynd: Álvur Haraldsen
Terry verður verandi
Liðskiparin hjá Chelsea, John Terry, hevur langt um leingi úttala seg
um slaturin, at hann umhugsar at flyta úr verandi felag til Manchester
City. Tað er eingin loyna, at Mark Hughes leingi hevur ynskt at fáa
sterka miðverjuleikaran til nýríka City, og tann veruleiki, at Terry ikki
hevur sagt nakað, hevur verið vatn á mylluna hjá slatur-dagbløðunum.
Men nú hevur John Terry manað allan slatur til jørðina. Hann hevur
týðiliga sagt við enskar miðlar, at tað ongantíð hevur verið upp á tal, at
hann skuldi flyta úr Chelsea. »I am totally committed to Chelsea,
always have been. Me leaving was never a possibility«, hevur John
Terry nú sagt við enskar fjølmiðlar.
Zlatan samdur við Barcelona
Tað tykist nú vera púrasta greitt, at Zlatan Ibrahimovic skiftir til
Barcelona. Í øllum førum sigur Txiki Begiristain, stjóri í Barcelona, at
felagið og spælarin eru so at siga samd um treytirnar fyri einum
sáttmála. Ein partur av avtaluni við Inter, sum Zlatan í løtuni er
sáttmálabundin at, er, at Samuel Eto´o skal til italska felagið, og fyrr í
vikuni var greitt, at har eru sáttmálatreytirnar greiddar. Soleiðis er nú alt,
sum bendir á, at handilin verður veruleiki, og gongst eftir vild, kann
Zlatan Ibrahimovic heilsa upp á áskoðararnar á Camp Nou longu
mánadagin.