Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-27, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juli 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 25. juli 2009 – Nr. 141 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 33 Við sigri á Jens Martin Knudsen og hinum í NSÍ lyfti VB/Sumba seg upp á fremsta plássið 1. DEILD Jákup Mørk Tað er eitt sindur upp og niður í næstbestu deildini. Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin legði B71 seg á odda, og tað var einki, sum bendi á, at sandoyingar í 16. umfari ikki skuldu megna at halda tørn um oddasessin. Í hesum umfarinum vitjaði oddaliðið á Skála, sum tað ikki hevur gingið væl hjá. Men hesa ferð bar einki til hjá B71, sum noyddist av Skála við 3-2 tapi. Tá ið Clayton Soares legði B71 framum, var tað einki, sum bendi á, at oddaliðið ikki skuldi vinna fulla úrtøku, men soleiðis tørnaði tað ikki út. Nøvnini á Skála málskjúttunum boða frá, at tað er nýtt ættarlið, sum roynir at lyfta fótbóltsarvin eftir teir, sum vóru um reppið at vinna FM. Steffen Frederiksberg og Edvin Jacobsen hevur tað ikki verið so nógv at hoyrt um áður. Triði málskjúttin, veteranurin Bogi Gregersen, flutti í síðstu viku aftur til Skála, eftir at hann hevði roynt seg á Toftum. Setningurin hjá honum og hinum skálamonnunum er í fyrstu atløgu at vinna seg upp um Víking, um niðurflytingin skal haldast burtur. Víkingur tapti longu mikukvøldið 4-1 á Tvøroyri ímóti TB. Tvøramenn taptu næstseinast á heimavølli ímóti B71, og tað skal framvegis nógv til, áðrenn Tvøroyri skal vinna uppflyting. Soleiðis sum umfar dettur av umfari, so bendir nógv á, at tað verður eitt suðuroyarlið í bestu deildini í 2010. Um tað verður VB/ Sumba, ella um tað verður samansett oyggjalið verður upp til feløgini har suðuri at gera av. Atgongumerkið til bestu deildina arbeiða teir í VB/Sumba við at tryggja oynni. Seinnapartin í gjár stríddi VB/Sumba seg til 3-2 sigur í Runavík. Næstbesta NSÍ liðið var mannað við ungum monnum, sum at hjálpa sær høvdu eitt nú Jens Martin Knudsen, Sonna L. Petersen og Helga L. Petersen, sum undan summarsteðginum var leikandi venjari í Hoyvík. VB/Sumba var greitt omaná, og teir høvdu fleiri møguleikar at skjóta mál. Tað var ikki fyrr enn í síðstu løtu, at Sonni L. Petersen minkaði um munin til 3-2. Hesa ferð eydnaðist tað HB at manna lið. FC Hoyvík hevur skift meiri enn helmingin av liðnum út, og tað eydnaðist nýggju monnunum at vinna 2-1, eftir at HB hevði verið á odda í 1. hálvleiki. Hoyvíkingar droyma um at spæla í bestu deildini. Teir eru miðskeiðis á talvuni, men fjarstøðan til toppin er ikki størri enn so, enn at tað kann eydnast, nú tað framvegis eru 33 stig at spæla um, og nú B71 óvæntað kiksaði á Skála. Undan MB vitjanini hevði B68 bara fingið tvey stig burturúr sjey dystum. Næstsíðsta leygardag eydnaðist tað MB at vinna á Skála, men á Svangaskarði var als eingin ivi. B68 vann 6-1, og harvið syrgdu toftamenn fyri, at hóttanin av niðurflyting ikki er akutt. Sandoyingar snávaðu á Skála 22. juli TB-Víkingur 4-1 (3-1) 0-1: Dánjal Lervig 1-1: Josef Bassene 2-1: Josef Bassene 3-1: Gilli Sørensen 4-1: Hanus Mortensen Skála – B71 3-1 (1-1) 0-1: Clayton Soares 1-1: Steffen Frederiksberg 2-1: Edvin Jacobsen 3-1: Bogi Gregersen HB – FC Hoyvík 1-2 (1-0) 1-0: Svenn F. Jacobsen 1-1: Jørgin Meitilberg 1-2: Svenning Hansen B68 – MB 6-1 (1-0) 1-0: Høgni Petersen 2-0: Súni Fríði Barbá 3-0: Oddur Højgaard 4-0: Gestur Lómstein 5-0: Oddur Højgaard 5-1: John T. Poulsen 6-1: Jonleif Højgaard 26. juli NSÍ - VB/Sumba 2-3 (1-1) 0-1: Henning Joensen 1-1: Sjúrður Jacobsen 1-2: Heini Vatnsdal 1-3: Nenad Zivanovic 2-3: Sonni L. Petersen Soleiðis sum umfar dettur av umfari, so bendir nógv á, at tað verður eitt suðuroyarlið í bestu deildini í 2010. Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Føroyskir svimjarar taka í hesum døgum lut í HM, sum er í Rom. Og í gjár vóru tvey nýggj føroysk met sett. Kári á Høvdanum setti føroyskt met í 50 metrar firvald í gjár. Hann svam teinin við tíðini 26,03 sekund. Tað rakk ikki til finalupláss. Sheila Millum Garðarnar setti eisini føroyskt met, tá hon svav teinin á 100 metrar firvald við tíðini 1.08,17. Hon svam seg tó ikki til finalupláss. Birita Debes setti føroyskt juniormet, tá hon í morgun svam 100 metrar rygg. Tíðin var 1.10,30. Tað eydnaðist ikki Páli Joensen at svimja seg í finaluna í HM í 400 metrum frí. Í innleiðandi kappingini sunnumorgunin svam hann teinin við tíðini 3.48,93. Og tað var trý sekund frá finaluplássi. Heimsmeistarakappingin í Rom byrjaði í gjár og heldur fram til sunnudagin. - uni Trý nýggj føroysk met Finalan verður á ólavsøku Fótbóltssambandið, EB/Streymur og Víkingur hava funnið ein leist, soleiðis at feløgini nú vilja spæla steypafinalu á ólavsøku. Tey bæði feløgini settu annars - saman við 12 øðrum feløgum - føtur í spenni, tí tey ikki kundu góðtaka, at havnarfeløgini skuldu fáa helmingin av inntøkunum frá finaludystinum á ólavsøku. Fundur hevur verið um málið í morgun, og Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, sigur, at tey hava funnið ein leist, sum feløgini kunnu góðtaka. - Vit hava eina ítróttarliga hending, sum vit vilja hava avgreidda. Her hava verið nøkur fíggjarlig ting íblandað, sum hava gruggað myndina. Men vit hava funnið ein leist saman við feløgunum, soleiðis at tey nú eru til reiðar at savna tankarar um ítróttarliga partin og einki annað, sigur Høgni í Stórustovu. Hann vil tó ikki siga, hvussu fíggjarligi leisturin nú er skrúvaður saman. A ði iki