Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juli 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 27. juli 2009 – Nr. 141 Tveir leikarar ivasamir Tað er framvegis ikki greitt, um Símun Louis Jacobsen og Magnus Skoralíð verða við í hópinum hjá Víkingi, sum skal spæla steypafinalunu á ólavsøku. Jógvan Martin Olsen, venjari, greiðir frá at tað helst ikki verður greitt áðrenn týsdagin, um teir verða tøkir. Tað er í øllum førum greitt, at Sam Jacobsen ikki verður við. Hann hevur drúgva skaða at dragast við. Anghel verður liðskipari Sorin Anghel verður liðskipari hjá EB/Streymi í steypafinaluni. Rumenin, sum hevur knýttur at felagnum síðan 2002, er við tíðini vorðin ein av teimum drúgvu í Sundalagnum, og tí er upplagt, at hann tekur móti steypinum, um tað fer at gangast EB/Streymi somikið væl. Egil á Bø hevur verið liðskipari seinnu árini, men hann valdi at takka fyri seg í felagnum um vikuskiftið. - Leikarar og nevnd er á einum máli um, at tað loysir seg heldur at fara á venjingarlegu enn at taka lut í evropeiskari kapping, sigur Sunneva Jakobsen, forkvinna í H71 HONDBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Tað er í sátt og semju við leikararnar, at vit hava tikið hesa avgerðina. Sum nýklæktur føroyameistari stendur tað H71 í boði at taka lut í altjóða kapping í oktober. Men tað vilja hoyvíkingar ikki. Fíggjarliga loysir tað seg betri at fara á venjingarlegu, og tí hevur nevndin tikið støðu til ikki at umboða Føroyar í altjóða kapping í ár. Tað staðfestir Sunneva Jakobsen, forkvinna. Leikararnir spurdir Tá landskappingin nærkaðist endanum í vár, boðaði Sp/f Rainbow Seafood frá, at fyritøkan stuðlaði føroyameistaranum við 100.000 krónum, treytað av, at tað varð nýtt til altjóða luttøku. Men hóast íløguna, vil H71 ikki royna seg. - Vit eru ómetaliga takksom fyri tilboðið frá Rainbow Seefod. Men undan kappingarbyrjan í fjør vóru vit á venjingarlegu í Danmark, sum hilnaðist sera væl. Og vit hava tikið avgerð um at royna hendan leistin aftur í ár, greiðir Sunneva Jakobsen frá. Hvat siga leikararnir til tað? - Leikarar og nevnd eru á einum máli um, at tað loysir seg heldur at fara á venjingarlegu enn at taka lut í evropeiskari kapping, staðfestir forkvinnan. Hon sigur, at tað er sera kostnaðarmikið, um lutakastið hevði viljað tað soleiðis, at hoyvíkingar skuldu roynt seg móti liði úr eysturevropa. Hópurin mennir seg meira við at venja miðvíst á venjingarlegu í eina viku, enn at spæla tveir altjóða dystir í hesum førinum. Kanska næsta ár H71 vann í vetur sítt fyrsta føroyameistaraheitið. Og við frálíka ungdómsarbeiðinum, sum hevur verið í felagnum seinni árini, og er líkt til, at gullmerkini verða fleiri komandi árini. Nær ætla hoyvíkingar at luttaka í Evropa, um tað fer at gangast so mikið væl? - Um vit vinna annað hvørt steypakappingina ella landskappingina í 2010, so fara vit av álvara at umhugsa møguleikan. Men í løtuni loysir tað seg ikki fíggjarliga, sigur Sunneva Jakobsen, forkvinna í H71. Venjingarlegu fram um Evropa - Tað er heilt burturvið, um tú ikki hevur virðing fyri EB/Streymi. Men vit laga okkum ikki eftir teimum, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi STEYPAFINALAN Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Fyri triðju ferð á sínari yrkisleið sum venjari, skal Jógvan Martin Olsen royna seg í steypafinaluni. Hann stóð á odda fyri NSÍ í árunum frá 2002 til 2004, tá hann bæði vann og tapti finaluna um Løgmanssteypið í hesum tíðarskeiðnum. Mikudagin skal hann standa á odda fyri Víkingi, sum ongantíð hevur verið nærri einum gullmerki í stutt felagssøguni. Hava virðing Víkingur hevur tvær reisur tapt móti EB/Streymi í hesum kappingarárinum. Men stigatalvan vísir, at samanlagda felagið úr Gøtu og Leirvík hevur staðið seg betur higartil. Men sjálvsagt hevur Víkingur virðing fyri sundalagsmonnum, sigur venjarin. - Tað er heilt burturvið, um tú ikki hevur virðing fyri EB/Streymi og úrslitunum, sum felagið hevur havt seinastu árini. Men vit laga okkum ikki eftir teimum. Vit fara at ansa eftir sundalagsmonnum sum eina eind, og fara ikki at hava eyguni eftir nøkrum einstaklingi. Útgangsstøðið hjá okkum verður tað sama, har vit fara at royna at spæla fótbólt, og verða ágangandi og stríðast, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari. Hann staðfestir, at fyrireikingarnar til finaluna hava ikki verið øðrvísi enn til landskappingardystir. Ungt lið Stuðulsleikararnir á liðnum hjá Víkingi eru óroyndir í tílíkum týðandi dystum. Súni Olsen, Andreas Lava Olsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar hava ongantíð vunnið tað stóra á sínari yrkisleið sum fótbóltsleikarar. - Eg vóni ikki, at tað fær ávirkan. 17 av teimum 20 leikarunum í okkara hópi eru lokalir. Og allir vilja stríðast fyri felagið. Tað verður ein stór uppliving, og vit gleða okkum, greiðir Jógvan Martin Olsen frá. Hvønn týdning kann finalan fáa fyri restina av kappingarárinum? - Tað er torført at siga. Gleðin at vinna eina finalu er eins stór sum vónbrotið at tapa eina finalu. Vit hava fleiri uppgávur at loysa beint eftir finaluna, og tí eru vit fyrireikaðir upp á at flyta fokus beinanvegin, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi. Olsen hevur virðing fyri EB/Streymi Upphiting til steypafinaluna Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa viðmerkingar frá hópinum hjá EB/Streymi undan steypafinaluni mikudagin. Rás2 hevur tó drúgva upphiting seinnapartin, tá Heri Simonsen fer at práta við leikarar, serfrøðingar, áskoðarar og onnur. Sendingin byrjar klokkan 17.15. Rás2 fer eisini at siga frá dystinum, sum verður bríkslaður ígongd mikudagin á ovari vølli í Gundadali klokkan 16.00. - Í løtuni loysir tað seg ikki fíggjarliga, sigur Sunneva Jakobsen, forkvinna í H71, nú hoyvíkingar ikki taka lut í altjóða kapping. Savnsmynd