mánadagur 27. juli 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 25. juli 2009 – Nr. 141 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 35
Onga staðni er kappróðurin
so áskoðaravinarligur, sum
hann er tað á Ólavsøku,
tá ið tað er møguleiki
hjá øllum manningum at
bjarga róðrarárinum
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Í morgin verður punktum sett fyri
hesum róðrarárinum. Soleiðis
plagar tað at ljóða, og soleiðis siga
vit tað aftur hesa ferð. Sannleikin í
vendingini er kortini ikki so stórur
nú, sum hann hevur verið áður. Nú
er kappróður á skránni so at siga alt
árið.
Inntil fyri ikki so nógvum árum
síðani vórðu bátarnir flotaðir
flaggdagin, og teir vórðu drignir í
neystið fyri seinastu ferð eftir
ólavsøkuróðurin. Nú er heilt øðrvísi.
Tað verður vant og kappast á
maskinum um heystið og veturin,
og tað verður skipað fyri FM
kapping í innandura rógving á vetri
og vári.
Í fleiri feløgum verða bátarnir ikki
flotaðir fyrrenn stutt undan
Norðoyastevnuni. So at siga
vísindaligu tilrættaløgdu
venjingarætlanirnar verða umsettar
til styrki, teknikk og kondi í
rógvimaskinunum.
Eygnavitnini
Nógvu áskoðararnir, sum savnast til
ólavsøkuróðurin hugsa neyvan so
nógv um, hvør íløgan hevur verið
hjá manningunum, sum liggja
klárar undir Argjahøvda og bíða
eftir startskotinum.
Umstøðurnar at hyggja eftir
kappróðri á Havnarvág framúr.
Róðrarteinurin er styttri, enn
hann er í hinum róðrarplássunum,
men áskoðararnir eru fegnir um, at
tað verður róð á hesum teininum
og ikki t. d. uttanfyri Molan, har tað
varð roynt fyrst í sjeyti árunum. Tá
varð skjótt staðfest, at tann loysnin
ikki var heppin, tí umstøðurnar
vóru so ymiskar hjá bátunum.
Molin er vorðin longri, enn hann
var, tá ið avgerðin varð tikin, um at
tað skuldi rógvast á hesum
teininum. Molin, Tinganes og
vestara kai eru fín pláss at fylgja við
frá, og á Argjahøvda er tað
fasinerandi at vera eygnavitni, tá ið
manningarnar liggja klárar at toga í
árarnar fyri at fáa besta startspurtin
og harvið at hava góðan møguleika
at leggja seg fram í oddin og so at
siga stýra kappróðrinum á stutta
teininum.
Tá ið olympisku summarleikirnir í
1980 vóru í Moskva, var tað fyrsta
ferðin, at sjónvarpið fylgdi væl við í
kappsiglunum. Tá varð sagt, at
kappsiglingin gjørdist almenn og
fangandi fyri áskoðararnar. Soleiðis
ber tað til at siga um kappróðurin í
ár. Hann er vorðin nógv meiri
viðkomandi og nærverandi, nú tað
hevur borið til at fylgt við umvegis
heimasíðuna hjá Kringvarpinum, og
tað er at fegnast um, at enn eitt stig
verður tikið í morgin, tá ið tað fer at
bera til at fylgja við í sjónvarpinum.
Kapprógvararnir
Øll tey, sum leggja sína orku í
venjing og kappróður, hava
brennandi ynski um at vinna á
Ólavsøku. Eingin vil vinna FM uttan
eisini at vinna á Ólavsøku. At verða
meistari og samstundis at vinna á
Ólavsøku kennist sum meistaraheiti
við serligari sloyfu.
Hjá teimum, sum tað ikki hevur
gingið soleiðis hjá í teimum seks
undanfarnu FM róðrunum, sum tað
varð vónað og roknað við, tá ið
fyrstu tøkini vórðu tikin á
Norðoyastevnu, er ólavsøkuróðurin
eyka møguleiki. Nú ber til at seta
glæsiligt punktum og harvið eisini
kanska at kveikja undir hugin eisini
næsta ár at seta seg við árarnar eftir
strævnan vetur í rógvimaskinunum.
Tað er altíð trýst á
kappróðrarfólkunum, tá ið tey bíða
eftir startskotinum. Men trýstið er
neyvan nakrantíð størri, enn tað er
tað ólavsøkuaftan.
Tjaldrið við dreingjum og
Argjabáturin hava vunnið allar
róðrarnar og hava harvið tryggjað
sær FM heitið. Gongurólvur við
kvinnum er fýra stig frammanfyri
næsta bátin, og tí skal vilja heilt illa
til, um Havnar Róðrarfelag ikki fer at
vinna FM í hesi kappingini.
Í hinum róðrunum er tað
framvegis stórur FM spenningur:
Jallurin hevur 38 og Firvaldur 37
stig í kappingini millum 5-
mannafør við gentum, Frúgvin og
Erla Kongsdóttir hava 39 stig í part í
kappingini millum 5-mannafør við
kvinnum, og Riddarin og
Tvørabáturin hava 39 stig í part í
kappingini millum 6-mannafør við
monnum.
Klaksvíkingur hevur 40 stig, og
Eysturoyingur hevur 38 stig. Um
Eysturoyingur vinnur, og
Klaksvíkingur ikki verður
frammanfyri triðja plássið, so verður
tað Eysturoyingur, sum fer at vinna
FM og ikki Klaksvíkingur.
Marginalirnir
Rógvararnir vita, at tað kunnu vera
heilt smáir marginalir, sum gera av,
um talan verður um sigur og fagna,
ella um talan verður um tap og
vónbrot. Hjá teimum, sum eru von
at vinna, er alt annað enn fremsta
plássið tap og vónbrot.
Tað eru fleiri lutir, sum hava
alstóran týdning. Spurningurin er,
um alt umborð riggar, sum tað skal.
Halda homlubondini, tá ið rimmar
fyrstu tøkini verða tikin, og halda
árarnar, tá ið tað í allar fyrstu
tøkunum stendur meiri á teimum,
enn tað ger í restini av róðrinum.
Serliga á Ólavsøku, har teinurin er
so stuttur, ræður tað um at fáa
góðan start. Nú er róðrarárið so
mikið nógv liðið, at stýrimenninir
eiga at hava gott tak á at leggja
kósina rætta. Men so er tað
taktikkurin. Hvussu leingi skulu teir
taka bekktøk, hvussu langur skal
lunnaróðurin vera, og skulu eyka
bekktøk takast, tá ið báturin
nærkast ytra endanum á Molanum.
Ivaleyst er alt sovorðið avrátt
frammanundan startskotinum. Men
hetta verður vent og snarað fleiri
ferðir, tá ið taktikkurin verður
lagdur. Og ein annar spurningur er,
um tað skal avráðast at skifta
taktikk undir róðrinum, um tað vísir
seg, at tað, sum frammanundan var
avrátt, ikki hevur borið ta støðuna
við sær, sum tað varð roknað við.
Grundvenjingin frá jólum og út á
várið kennist ofta sum pína.
Ólavsøkuaftan er møguleiki hjá
øllum at fáa avkast burtur úr stóru
og tíðarkrevjandi íløguni. Optimala
avkastið er at koma fyrstur á mál á
Ólavsøku og at verða meistari. Hjá
øllum teimum, sum árið ikki hevur
borið FM heitið við sær, ber tað til
at bjarga íløguni við sigri á
Ólavsøku.
Á startmálinum undir
Argjahøvda er fokus á startinum, á
detaljunum, á taktikkinum og á
endamálinum undir
Skipafelagnum. At hoyra
áskoðarafjøldina koyra á sínar
manningar tykist bera við sær, at
áratøkini muna uppaftur meiri hjá
summum. Hjá áskoðarunum
kennist tað sum serligur leiklutur at
bera sínar manningar fram.
Hóast vinnararnir eru fáir og
tapararnir nógvir, so livir vónin í
øllum teimum, sum taka lut og
teimum, sum halda við og taka á
við einstøku manningunum. Tað er
hetta, sum ger, at tað eisini í ár
verður spennandi at fylgja við í
kappróðrinum á Ólavsøku.
Ólavsøkan er punktum fyri farna
róðrarárið og samstundis
startskotið til nýggja árið, og smáu
marginalirnir kunnu hava stóran
leiklut.
Góðan ólavsøkuróður!
FM-kappróður
5-mannafør, dreingir
1 Tjaldrið
2 Blikur
3 Teistin
4 Royndin Fríða
5 Junkarin
7 Báran
8 Kollur
9 Havfrúgvin
10 Sílið
11 Jallurin
6-mannafør, kvinnur
1 Gongurólvur
2 Páll Fangi
3 Sølmundur
4 Jarnbardur
5 Hvessingur
6 Romvlvs
5-mannafør, gentur
1 Jallurin
2 Firvaldur
3 Sílið
4 Hvassi
5 Havfrúgvin
6 Falkur
7 Báran
8 Junkarin
9 Kollur
10 Katla
5-mannafør, kvinnur
1 Frúgvin
2 Erla Kongsdóttir
3 Hvassi
4 Ritan
5 Blikur
6 Katla
6-mannafør, menn
1 Tvørabáturin
2 Riddarin
3 Sundabáturin
4 Smyril
5 Gongurólvur
6 Skúgvur
7 Rádni
8 Jarnbardur
8-mannafør
1 Argjabáturin
2 Árnfirðingur
3 Ørvur
4 Knørrur
5 Nevið Reyða
10-mannafør
1 Klaksvíkingur
2 Eysturoyingur
3 Ormurin Langi
Stig íalt
42
32
23
20
20
17
9
3
1
1
40
36
29
26
18
13
38
37
27
20
18
12
7
4
3
1
39
39
28
26
18
1
39
39
24
23
20
12
10
1
42
30
30
25
3
40
38
30
Smáu marginalirnir
eiga stóran leiklut
Egil á Bø er givin
- Sum støðan er beint nú, so eri eg givin. Eg havi ivast rættiliga nógv, og
havi eisini verið í samband við feløg. Men eg eri EB/Streymari og vil
vera verandi EB/Streymari, men við trupulleikunum, sum hava verið, so
havi eg tikið avgerð um at gevast fyri fyrst, sigur Egil á Bø.
Hann greiðir frá, at hann hevur verið í samband við onnur feløg, sum
liggja langt uppi á stigatalvuni, og staðfestir, at har hevur verið klárt,
men av tí, at hjartað liggur í EB/Streymi, vildi hann ikki taka av.
Hann staðfestir eisini, at spæliloyvið verður verandi í EB/Streymi.