Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-27, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juli 2009síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- har hittini hittast FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard Túnatos Bárður Juul Arge Jacobsen er 24 ára gamal argjamaður, búsitandi í Nuuk í Grønlandi. 1. Ætlar tú tær á SF í ár? Ja, heilt sikkurt. 2. Hvør hevur verið besta konsertin nakrantíð á SF? Tað man fara at vera tann hjá Roger Hodgson. Stemningurin hatta kvøldið var bara heilt ótrúligur – og so dugdi maðurin síni ting. 3. Svevur tú í tjald ella í ordiligari song, tá tú ert á SF? Eg fari at sova í eini deiligari song undir eini heitari dýnu. 4. Hvør hevur verið løgnasta uppliving, tú hevur havt á SF? Hon hevur verið í 2007. Vinmennirnir og eg skuldu norður, men blivu rættiliga nógv forsinkaðir av mínum arbeiði, tí eg var eitt sindur strandaður inni hjá eini illari konu og slapp ikki avstað. Tá eg endiliga slapp avstað høvdu hinir allir fingið rættiliga nógv innanborða, so lagið var óført. Vit koyrdu norður, rendu okkum í eina ræðuliga langa kø, bíðaðu, bíðaðu og bíðaðu – og funnu so útav, at vit allir sum ein høvdu gloymt atgongumerkini eftir á køksborðinum í Havn. 5. Hvat gleðir tú teg mest til á SF 2009? Til fólkini, til ballini, til góða stemningin og ikki minst til at hoyra góðan tónleik. Í næstum kemur út serliga útgava við bólkinum Bee Gees og í seinastu viku vóru brøðrurnir báðir handan bólkin heiðraðir á serligum tiltaki í Manchester. Tónleikur Ragnhild Ellingsgaard Bólkurin Bee Gees, sum leingi hevur ligið millum 10 teir best seljandi bólkarnir í poppsøguni, kann í ár hátíðarhalda 50 ára jubileum. Hetta var eisini orsøkin til, at býurin Manchester ynskti at heiðra brøðurnar báðar, sum eru ættaðir haðani. Robin Gibb, sum kemur á Summar Festivalin at spæla um góðar tvær vikur, var til staðar á tiltakinum, har eisini beiggi hansara, Barry Gibb, mamma teirra, Barbara, og kona Maurice Gibb, Yvonne, vóru hjástødd. Tiltakið heiðraði Bee Gees fyri eitt framúr tónleikaavrik, nú tað eru liðin 50 ár, síðani bólkurin tók síni fyrstu fet. Og fetini, sum vóru tikin, gjørdu Bee Gees til ein av best umtóktu poppbólkunum í tónleikasøguni. Robin Gibb fer á Summar Festivalinum at framføra allar teir stóru sangirnar hjá Bee Gees við vælmannaðum orksetri. Tað verður ein møguleiki at uppliva eitt fantastisk Bee Gees kvøld í Føroyum - og tað verður helst einasti kjansur nakrantíð. Robin Gibb heiðraður Nr. 141 - 27. juli 2009 43 Tónleikur: Ragnhild Ellingsgaard Ein hjartanemandi søga, ein greiður ella brutal erligheit. Hetta eru lyklaorðini aftan løgini hjá bólkinum Moby The Pink Pilot. Bólkurin, sum er rættiliga nýggjur á føroyska tónleikapallinum, spælir progressivan rokk við íblástri frá bólkum sum Pink Floyd, Radiohead og Muse. Moby The Pink Pilot vann tónleikakappingina FM08 og verða nú eisini at hoyra á ársins Summar Festivali. . Bólkurin er mannaður soleiðis: Fróði Hansen - Sang og trummur Mattias Kapnas - Orgul Petur W. Háberg - Bass og sang Bartal Augustinussen - Gittar Eitt tað heitasta navnið á føroyska tónleikapallinum verður aftur í ár ein partur av størsta festialinum í Føroyum Tónleikur Ragnhild Ellingsgaard Argandi tekstir og fúl orð hava seinastu árini gjørt bólkin úr Havn kendan kring alt Føroyar. Við einum frekum glimti í eyganum hava teir framførslur, har fólk ikki kunnu gera annað enn at syngja við og fangandi løgini fáa hvørja ferð fjøldina upp at kóka. Teir eru mennirnir aftan stóru hittini ”Herbergið” og ”Forelskaði Sjónleikari”, men teir hava fleiri onnur góð løg í skjáttuni. Løg, sum tey ungu kenna sum sín egna buksulumma. Páll Finnur Páll fer í august mánaði eisini at spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík. Bólkurin hevur havt fleiri minniligar konsertir á Summar Festivalinum, og teir koma aftur á festivalin í ár at seta sín eyðkenda dám á tiltakið. Páll Finnur Páll á Summar Festival: Argandi, stuttligt og eitt sindur fúlt Ungu mennirnir í Páll Finnur Páll fara aftur í ár at fáa Summar Festivalin upp at kóka Moby The Pink Pilot á Summar Festival: Progressivt og hjartanemandi