mánadagur 27. juli 2009síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 141 - 27. juli 2009
Hetta sigur Stanley
Samuelsen, sum sjálvur
annar fekk Listavirðisløn
Miðlahúsins á ólavsøku í
fjør. Eisini fekk Hanus G.
Johansen hesa virðisløn.
Umframt heiður, fingu
teir 50.000 krónur í part.
Eins og fleiri aðrir kendir
tónleikarar, fara bæði Stan
ley og Hanus spæla í Miðla
húsinum á ólavsøku í ár,
bæði saman og hvør sær
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Fleiri konsertir verða í Miðla
húsinum á ólavsøku, eins og
vanligt hevur verið undanfarin ár.
Í fjør spældu Stanley
Samuelsen og Hanus G. Johan
sen, og teir fingu tá eisini hand
aða Listavirðisløn Miðlahúsins.
Umframt heiðurin, so fingu teir
50.000 krónur hvør.
Báðir fegnast teir um heiðurin,
herðaklappi, og upphæddin ger
sjálvsagt eisini mun.
Bjargaði árinum
Stanley Samuelsen sigur, at
persónliga hevði Listavirðisløn
Miðlahúsins nógv at siga fyri
hann, tí slíkt herðaklapp hevur
nógv at siga.
Og at fáa 50.000 krónur
hevði eisini stóran týdning, og
tað bjargaði mær árinum í fjør, tí
ein gerst ikki ríkur av at spæla
tónleik, sigur Stanley Samuelsen.
Hann fegnast um, at tónleikur
hansara verður nógv spældur, og
at nógv fólk annars koma til
konsertirnar hjá honum. Júst nú
er hann á ferð í Føroyum, og
nógv fólk hava verið og lurtað
eftir mongu vælkendu løgunum.
Á ólavsøku fer Stanley at
framføra í Miðlahúsinum, og á
skránni verða mong av væl
kendu løgunum, ið fólk kenna frá
útgávunum. Stanley fer eisini at
spæla nøkur løg saman við
Hanusi G. Johansen. Báðir siga
seg gleða seg til at spæla og
framføra saman.
Um framtíðarætlanir sínar
sigur Stanley, at hann arbeiðir
við nýggjum tilfari, og tá nóg
mikið er, er ein fløga væntandi. Í
løtuni arbeiðir hann við at geva
nakrar av føroysku sangum
sínum út á donskum. Fløgan
kemur út í Danmark, væntandi
seinni í ár.
Stanley hevur eisini upptøku
høli heima, og har eru tvey fólk
inni nú og taka upp.
Har nýti eg sjálvandi nógva
tíð, har eg annars kundi verið
skapnadi og ment egnan tónleik,
men vónandi kemur okkurt út
næsta ár, sigur Stanley
Samuelsen.
Gott at onur tekur ein í álvara
Hanus G. Johansen fekk eisini
Listavirðisløn Miðlahúsins í fjør.
Tað er gott at vita, at onkur
er, ið tekur ein í álvara. Ein
hevur jú brúkt alt lívið uppá
hetta, sigur Hanus um sangleið
sína, og tað at fáa virðisløn og
herðaklapp.
Tað er ómetaliga gott at fáa
slíka viðurkenning, staðfestir
Hanus.
Hanus fer eisini á pall í Miðla
húsinum á ólavsøku, bæði sum
einstaklingur, og saman við
Stanley Samuelsen.
Enn hevur Hanus ikki neyvt
avgjørt, hvat áhoyrararnir sleppa
at hoyra, tí enn er sangskráin ikki
løgd.
Eg hyggi ofta eftir sangunum,
fyri at minna meg á teir, men eg
havi allar í høvdinum, og taki so
ofta tað, ið hóskar til løtuna,
sigur Hanus, ið metir tað sum
neyðugt frælsi at vera leysur av
pappíri, tá pallframførslan er.
Um ólavsøkuna hevur Hanus
fleiri tiltøk á skránni, umframt
Miðlahúsið. M.a. skal hann vera
við í kantatuni hjá Sunnleif
Rasmussen, har eini 200
luttakarar eru við.
Hanus hevur havt ætlanir um
nýggja útgávu, men ymiskt er
komið í vegin.
Men um alt lagar seg, og
røttu fólkini eru kring meg, so
kann alt henda so skjótt, sigur
Hanus G. Jonhansen.
Niels og Lív
Fyrr í ár kom nýggj fløga, sum
hóast serstøk, veruliga fekk
fastatøkur á føroyingum.
Talan er um Niels Midjord og
Lív Næs, ið syngja vísur. Tey
bæði fara á pall í Miðlahúsinum
á ólavsøku.
Talan verður um løg av
fløguni, umframt løg, sum Lív
hevur gjørt, og so okkurt hjá
Martin Joensen eisini, sigur
Niels Midjord.
Um fløguna við Niels og Lív
sigur Niels Midjord, at sjálvur er
hann bilsin og fegin um góðu og
óvæntaðu móttøkuna, ið fløgan
hevur fingið.
Niels er føroyskt umboð í Nord
vis, partur av Visans Venner, og
hevur hann sett sær fyri at føroyska
norðurlendskar vísuklassikkarar.
Hann gav saman við øðrum fløgu
út fyri eini tveimum árum síðani,
men heldur hann, at hendan líka
sum druknaði í jólasølumeldrinum.
Nýggja fløgan kom fyri páskir
í ár.
Hetta er møguliga betri tíð til
eina fløgu, ið ikki inniheldur
populertónleik, sigur Niels
Midjord.
Niels og Lív hava verið á ferð
við tónleikinum av nýggju fløg
uni, og nógv fólk hava lurtað,
m.a. spældu tey fyri fullsettari
kirkju í Sandavági.
Uni Arge i Miðlahúsinum
Uni Arge hevur gjørt vart við seg
sum tónleikari og lag og orða
smiður seinnu árini. Næsta fløga
hansara kom fyri stuttum, og eins
og fyrra fløgan, hevur hendan
fingið góða móttøku, og er nógv
spæld í loftmiðlunum.
Hetta fegnast Uni altmikið um.
Á ólavsøku framførur Uni Arge í
Miðlahúsinum.
Talan verðr um løg av báðum
útgávunum. Tað vil siga, tað sum
hevur verið frammi, og tað sum
er frami júst nú, sigur Uni, ið fer
á pall í Miðlahúsinum sum
einstaklingur.
Uni hevur verið úti og framført
sín tónleik, og hevur hetta riggað
væl. M.a. fyri stuttum í Posthús
kjallaranum í Havn.
Tað var eitt kvøld, ið á mang
an hátt var øðrvísi skipað, men
tað riggaði fínt, sigur Uni, ið
fegnast um, at tað gongur væl
við søluni av nýggju fløguni.
Martin Joensen
Martin Joensen er gamal kenning
ur á føroyska tónleikapallinum,
og hevur seinnu árini av álvara
gjørt vart við seg um ein av dugna
ligastu og fólkakærastu lag og
orðsmiðum okkara.
Hann hevur hópin av kendum
sangum at oysa av, tá hann fer á
pall í Miðlahúsinum á ólavsøku.
Talan verður um nakað av tí
góða, gamla, so sum Ró og
Svarti Ravnur, men eg arbeiði
eisini við nýggjum tilfari júst nú,
og kanska verða eisnini gloypi
bitar av hesum at hoyra í
Miðlahúsinum, sigur Martin
Joensen.
Um nýggja tilfarið sigur hann,
at hetta er ein víðari menning av
tí stíli og innihaldi, ið hava verið
á undanfarnum útgávum.
Í løtuni verður arbeitt við at
fyrireika innspæling av nýggja
tilfarinum, sum vónandi kemur
út í heyst.
Martin Joensen sigur, at á ólav
søku í Miðlahúsinum verður
hann eina á pallli, men kanska
hann tó fær vitjan av onkrum tón
leikara, ið kemur at geva eina
hjálpandi hond.
Listavirðislønin bjargaði
mær árinum í fjør
Stanley Samuelsen