hósdagur 30. juli 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 142 - 30. juli 2009
Tað er einki óvanligt
í, at kvinnur dansa
føroyskan dans.
Heldur ikki er tað
óvanligt, at tær
eisini skipa, men at
ein kvinna skipar
brúðarvísuna man
hoyra til raritetirnar
BRÚÐARVÍSA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
So vítt undirritaði hevur
fingið uppspurt, er tað
neyvan hent áður, at ein
kvinna hevur skipað donsku
brúðarvísuna. Tað er tó
komið fyri, at ein kvinnu
ligur skipari hevur verið til
føroysku
brúðarvísuna,
men tað hendir kortini
heldur ikki á hvørjum degi.
Væl eiga vit kvinnuligar
kvæðakempur, og tiltikin
man Elin Lamhauge úr
Runavík vera. Hon er ein
einari innan kvinnuligar
kvøðarar, og ræðist ikki fyri
at skipa Brynhildartátt, eitt
kvæði upp á 232 ørindir,
sum er trý ørindi fleiri enn
Fuglakvæðið.
Í brúdleypi leygarkvøldið
í Pálsstovu skipaði Súsanna
Hansen úr Nólsoy donsku
brúðarvísuna, og tað var
fyrstu ferð at so frægur
kvøðari sum Martin Tórgarð
hevði
upplivað,
at
ein
kvinna
skipaði
donsku
brúðarvísuna. Í sama brúð
ardansi skipaði enn ein
kvinna,
Tanja
Poulsen,
Harra Pætur og Elinborg,
so tað vóru kvinnur burtur
av, sum skipaðu brúðar
dansin hetta kvøldið.
At Pálsstova so ikki er
bygd við føroyskum dansi
fyri eyga, er so ein onnur
søga, men hóast út av lagi
vánaligu akustisku umstøð
urnar, gekk dansurin væl.
Tað er eyðvitað óneyðugt
at leggja aftrat, at hetta
sjálvandi var fyrstu ferð, at
Súsanna Hansen skipaði
brúðarvísuna, tó at hon á
ongan hátt er óvon við at
skipa.
Kvinnuligir skiparar
Súsanna Maria
Hansen skipaði
donsku brúðarvísuna í
brúdleypi leygarkvøldið
Mynd: Heri Joensen
Tað sigur vakthavandi
á politistøðini um
friðarligu ólavsøkuna.
Eingin harðskapur
hevur verið, og løgregl
an hevur mest sum
bert verið noydd at tik
ið sær av fullum fólki
LØGREGLUTÍÐINDI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Síðani
eftir
miðdag
ólavsøkuaftan til í morgun
hevur løgreglan í 25 førum
verið úti og tikið full fólk
upp. Fýra persónar hava
sovið rúsin av sær á politi
støðini, onkur er koyrdur til
hús, meðan tað hjá øðrum
hevur verið nóg mikið at
vakt tey aftur.
Ólavsøkuaftan var løg
reglan úti 13 ferðir at taka
upp full fólk og ólavsøkudag
12 ferðir. Í flestu førum
lagaði tað seg tó við at
vekja fólk aftur, meðan
summi vórðu koyrd til hús.
Sum til dømis ein 1415 ára
gamal drongur, sum útvið
klokkan fimm í morgun sat
og svav á einum bonki niðri
við bátabrúgvarnar.
Sum nevnt vóru tað bert
fýra fólk – harímillum ein
ung genta – sum svóvu rús
in av sær í brummuni um
ólavsøkuna, og tað er sam
bært vakthavandi óhoyrt fá.
Bert tvær fráboðanir vóru
um nakað, ið kundi minna
um ófrið. Løgreglan var
boðsend til eitt skeinkistað,
tá hesi lukkaðu ólavsøku
morgun. Tveir unglingar
vóru vorðnir nakað ónøgdir
um eitthvørt, og høvdu
verið so mikið hóttandi, at
løgreglan varð boðsend.
Teir sissaðu seg tó tá løg
relgan kom á staðið, men
teir verða so skuldsettir fyri
brot á politiviðtøkurnar.
Í hinum førinum vóru
tveir mans farnir upp at
takast í Havnar Klubba um
03.30tíðina, men tað var
friður aftur, longu áðrenn
løgreglan kom á staðið.
Smávegis herverk
Var lítið av harðskapi, so
var næstan enn minni av
herverki. Og tað sum var,
var bert smávegis.
Ólavsøkukvøld fekk løg
reglan boð um, at ein maður
gjørdi seg inn á ein parker
aðan bil. Hann hevði brotið
síðurútarnar á bilinum, og
hóast maðurin var rýmdur av
staðnum, tá løgreglan kom,
er sak skrivað í málinum.
Kvart yvir trý í nátt gjørdi
ein annar maður seg inn á
ein parkeraðan bil og hevði
eitt nú brotið síðuspeglini.
Eisini hann var rýmdur av
staðnum.
Løtu seinni fekk løgreglan
boð um enn ein mann, ið
gjørdi seg inn á ein bil.
Hann hevði sæð seg illan
inn á bilin og stóð framvegis
og sparkaði inn í síðuna á
bilinum, tá løgreglan kom á
staðið og tók hann.
Og klokkan gott seks í
morgun fekk løgreglan boð
um nakrar mans, ið vóru í
ferð við at avmontera flagg
stengur í miðbýnum og
gera seg inn á ein pylsuvogn.
Hesir vóru rýmdir, tá løg
reglan kom á staðið. Flagg
stengurnar lógu har, og
sama var við pylsuvogni
num, so løgreglan ger ikki
meiri við hetta málið.
Mentalitetsbroyting
Annars var eitt minni ferðslu
óhapp í vesturbýnum beint
eftir miðnátt ólavsøkuaftan,
tá ein eldri kona rendi á ein
parkeraðan bil. Tað stóðst
bert smávegis skaði av.
Konan
fekk
tó
smærri
snuddir, og løgreglan kundi
staðfesta, at førarin var
ávirkaður av rúsdrekka.
Ein annar bilførari varð
steðgaður
um
hálvgum
fimm tíðina í morgun, og
hann er nú skuldsettur fyri
at koyra ávirkaður.
Av øðrum kann nevnast,
at sjúkrabilar nakrar ferðir
vórðu boðsendir um ólav
søkuna. Talan var tó heldur
ikki í hesum førunum um
nakað álvarsligt, og í flestu
førum høvdu samarittar
viðgjørt
fólkini,
áðrenn
sjúkrabilurin kom fram.
Í morgun var løgreglan á
einum útiskeinkistað, har
ábyrgdarfólkini vóru farin
heim uttan at avmontera alt,
so fólk ótarnað kundu tappa
sær ókeypis øl. Ábyrgdar
fólkini vórðu boðsend og
komu at beina alt burtur.
So alt í alt var hetta hin
friðarligasta
ólavsøkan,
sum
vakthavandi
hevur
upplivað.
Nógv fólk var í býnum,
men alt gekk sum nevnt
friðarliga fyri seg, og tá
nógva regnið kom ólav
søkuaftan, tyntist skjótt út í
mannamúgvuni, og út á
morgunin var mest sum
menniskjatómt í Havnar
gøtum, sigur vakthavandi á
politistøðini.
Hann heldur, at tað er
farin fram ein mentalitets
bryting seinastu árini.
Fyri 1520 árum síðani
vóru tað fleiri, sum fóru á
ólavsøku við tí fyri eyga at
berjast og gera balladu.
Hendan ólavsøkan hevur
verið hin friðarligasta, sum
eg veit um, og eg má siga,
at tað hevur verið ein frægd
at verið til arbeiðis hesar
dagarnar, sigur vakthavandi
á politistøðini.
Ein frægd at vera til arbeiðis
Teir hava verið
boðsendir oftani, men
bert til smáttaríir
Mynd: Álvur Haraldsen
ES er vakrari uttanfyri
Íslendska umsóknin um limaskap í Evropeiska Samveldi
num fær spanska blaðið El Pais at koma til ta niðurstøðu,
at íslendski áhugin vísir, at fólk uttan fyri ES hava eina
meiri jaliga uppfatan av samveldinum, enn fólk inni í
samveldinum hava. Hóast Spania er ein av teimum størstu
fiskivinnutjóðunum í ES, ger blaðið lítið burtur úr teim
um íslendsku fiskileiðunum. Harafturímóti ger blaðið
vart við, at íslendska fólkið og tess politikarar draga ikki
eina línu í spurninginum um at fara upp í ES. El Pais
heldur tað tó vera jaligt, at Ísland lýkur at kalla øll krøv
fyri at fáa limaskap í ES.
ES kannar bankabjarging
ESmyndugleikarnir fara nú at kanna, um myndugleikar
nir í Letlandi brutu reglurnar hjá samveldinum, tá teir
valdu at bjarga bankanum Parex við at biðja evropeiska
menningarbankan lata honum umleið 2,5 milliardir krón
ur í neyðhjálp. Nú seta kappingarmyndugleikarnir spurn
artekin við bjargingina. Neelie Cross, sum umsitur kapp
ingarviðurskifti í ES, sigur við BBC, at bjargingin hevur
givið Parex møguleikar fram um aðrar letlendskar bankar.
Altjóða fíggjarkreppan hevur rakt Letland ógvuliga meint
og hevur biðið bæði ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin
IMF um hjálp.