hósdagur 30. juli 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 142 - 30. juli 2009
Hálvársroknskapirnir
hjá fleiri av stóru
fyritøkunum í
heiminum vísa eina
positiva gongd, og
tað skapar eina ávísa
optimismu, tó at
gongdin eisini gera
tað meiri sannlíkt,
at fyritøkurnar ikki
megna at liva upp til
væntanirnar
BÚSKAPUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Bæði partabrøv og real
kredittlánsbrøv høvdu eina
positiva viku, við positivum
roknskapum og lyklatølum.
Roknskapurin hjá Nordea
var betur enn væntað, og
tað vóru serliga handilsinn
tøkurnar, sum vóru hægri
og niðurskrivingarnar og
avsetingarnar, sum vóru
lægri
enn
roknað
við
framman undan.
Stóra amerikanska fast
food ketan, McDonalds,
kunngjørdi ein roknskap
við einum heldur verri
úrsliti enn væntað, tó at søl
an var hægri. Tað er serliga
lági dollarkursurin, sum
ávirkar úrslitið, tí inntøkur
nar uttanífrá verða vekslað
ar um til dollarar.
Tøkni fyritøkan, Apple,
vísti ein góðan roknskap,
har
serliga
framkomna
iPhone hevur ávirkað úrslit
ið positivan veg.
Netfyritøkan Yahoo hevði
ein roknskap, har úrslitið
gjørdst betri enn væntað,
hóast umsetningurin lækk
aði. Hetta kemst serliga av
umstruktureringum
hjá
fyritøkuni og færri starvs
fólkum.
Hægri væntan
Eftir
mongu
positivu
hálvársroknskapirnar
hjá
amerikanskum bankum var
væntað, at eisini Morgan
Stanley fór at koma við
einum góðum roknskapi.
Hetta hendi kortini ikki,
men av tí at aðrir bankar
høvdu
góðan
roknskap,
hevur hetta ikki ávirkað
partabrøvini stórvegis.
Morgan Stanley kunn
gjørdi, at teir hava goldið
pengar aftur til amerikansku
stjórnina, men tað vóru
serliga handilsinntøkurnar,
sum náddu somu úrslit,
sum hjá hinum bankunum.
Fleiri aðrar fyritøkur hava
kunngjørt positivar rokn
skapir, men vandi er í
hvørjari vælferð. Positivu
roknskapirnir ávirka fram
tíðarútlitini positiva vegin,
og tí kunnu fyritøkurnar fáa
truplari við at liva upp til
væntanirnar. Tí samstundis,
sum
partabrævakursirnir
hækka, mugu inntøkurnar
hjá fyritøkunum fylgja við,
fyri at partabrævakursirnir
skulu halda sær.
BTÚ kunngjørt
Í seinastu viku vísti sølan av
gomlum sethúsum fram
gongd triðja mánaðin á rað,
meðan sølan av nýggjum
húsum hevur verið rímiliga
støðug alt árið. Hetta kann
tulkast sum ein stabilisering
av amerikanska sethúsa
marknaðinum.
Sum kunnugt var tað júst
amerikanski sethúsamarkn
aðurin, sum var upprunin
til altjóða fíggjarkreppuna.
Í dag verður Ecenomic
Sentiment vísitalið kunn
gjørt. Væntað verður, at
tann stóri vøksturin, sum
hevur verið seinastu tríggjar
mánaðirnar, ikki fer at
verða eins stórur hesaferð.
Stóri dagurin hesa vikuna
verður í morgin. Tá verður
amerikanski
vøksturin
í
BTÚ fyri annan ársfjórðing
kunngjørdur. Tað verður
roknað við, at negativi vøkst
urin í frá fyrsta ársfjórðingi
verður minni hesaferð.
Nógvar
fyritøkur
al
mannakunngera
hálvárs
roknskapir
sínar
hesa
vikuna. Av hesum kunnu
nevnast danska flutnings
fyritøkan
DSV.
Eisini
Daimler og Deutsche Bank
koma við sínum hálvárs
roknskapum.
Kelda: Føroya Banki
Positivir roknskapir
skapa optimismu
Altjóða ídnaðarfyri
tøkan, SauerDanfoss,
fekk eitt út av lagi
vánaligt úrslit fyri
annan ársfjórðing
ROKNSKAPUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
SauerDanfoss, sum um
fatar ein triðing av Danfoss
samtakinum, fekk eitt nógv
verri
úrslit
fyri
annan
ársfjórðing, enn leiðslan
roknaði við fyri bert fáum
mánaðum síðani.
Bíleggingarnar minkaðu
heili 73% í mun til sama
ársfjórðing í fjør, sigur
fyritøkan í einari fráboðan
til børsin í New York.
Í fráboðanini verður sagt,
at umsetningurin er farin
niður um helvtina í øðrum
ársfjórðingi í ár. Sven
Ruder, forstjóri, sigur, úrs
litið
av
altjóða
niður
gongdini er verri, enn leiðsl
an roknaði við fyri bert
trimum mánaðum síðani.
Tí fara vit at seta fleiri
tiltøk í verk fyri at minka
um útreiðslurnar. Vit kunu
ikki við vissu siga, um vit
eru komin á botn, sigur
Sven Ruder.
Einki verður sagt um,
hvørt tiltøkini koma at
kosta arbeiðspláss.
SauerDanfoss
hevur
9800 starvsfólk á fabrikkum
í 22 londum, harav 2700 í
Danmark, skrivar Børsen.
Vána tøl fyri Danfoss
Vánaliga úrslitið hjá
Sauer-Danfoss kann fara
at kosta arbeiðspláss
Skar fostur úr kvinnu
Mánadagin varð ein kvinna, full upp undir hendur, dripin í amerikanska statinum Massachusetts.
Síðani skóru gerningsmenninig átta mánaðar gamla fostrið úr mammunu og flýddu.Men nú hevur
løgreglan funnið barnið, enntá á lívið, skrivar Boston Globe. Lítla nýføðingurin, ein genta, varð
funnin í grannastatinum New Hampshire. Løgreglan hevur handtikið eina 35ára gamla kvinnu í
málinum. Hon er skuldsett fyri at rýma undan løgregluni í einum møguligum burturflytingsmáli,
men kvinnan er ikki skuldsett fyri manndráp. Tað fer kanningin tó at avgera. Hon varpaði ljós á
seg sjálva, tá hon hon segði vinfólkum, at hon hevði átt í síðstu viku, men vinfólkini vistu einki
um, at hon var við barn, og tá málið um dripnu kvinnuna kom fram, fingu tey illgruna. Sambært
løgregluni kendu offurið og tann skuldsetta hvørja aðra, skrivar Boston Globe.