Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 142 - 30. juli 2009 Til Finnlands at syngja karaoke Hósdagin 23. juli varð seinasta umfar av føroysku Karaoke World Championships kappingini hildið í Glitnir. Dómarar vóru Eyðfinn Jensen og Vanja Justinussen, sum bæði hava drúgvar royndir innan tónleikaheimin. 6 luttakarar - 3 mannfólk og 3 konufólk - skuldu kappast um at sleppa í KWC finaluna, sum verður í Finnlandi tann 11.-12. septembur. Tey sungu tveir sangir hvør, og tey góvu dómarunum nokk at kjakast um, tí tað var eingin løtt avgerð at velja ein burturúr. Niðurstøðan gjørdist tó, at tey, sum skulu umboða Føroyar í finaluni í Karaoke World Championships verð Bjarki Hansen og Anita Ottosen. Tey fara saman við fyriskiparunum avstað til Finnlands hósdagin 10. sep og koma aftur mánadagin 14. sep. - Eg haldi, at sitandi landsstýri bara skump- ar nútíðina framman- fyri sær og ger einki fyri at loysa tey mál, sum skulu loysast. Í januar fingu vit at vita, at landsstýrið skuldi siga okkum, hvørjar ætlaninar eru. Sama var í juni, og nú sigur løgmaður, at ætlanir, sum landsstýrið og vinnan hava í felag, verða lagdar fram til heystar, sigur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins Ólavsøkurøða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, heldur, at løgmansrøðan á ólavsøku var væl skrivað. Orðini vóru væl vald, og hon fall væl í oyruni. Men her var einki nýtt. Tað, sum løg- maður vísti á av nýggjum, er sonevndi ólavsøkupakkin, sum longu er lagdur fram fyri almenningin. - Men eg hevði heldur ikki væntað, at løgmaður fór at koma við nøkrum nýggjum á ólavsøku. Jenis sigur, at keppu- pakkin hjá sitandi samgongu gerst ikki virkin fyrr enn 1. januar 2010, tá ringasta kreppan, sum hann tekur til, vónandi er av. - Jú, løgmansrøðan var fitt og skrivað í roman-stíli, men her vóru ongar visjónir, einki ítøkiligt og einki nýtt at heinta. Her var einki, sum sigur, at nakað er í ljósmála, sum fer at broyta – ella lætta um hjá nøkrum, leggur hann aftrat. Ikki samanhangur Jenis av Rana heldur ikki, at samanhangur er millum orð løgmans og tað, sum sitandi landsstýri hevur gjørt og sambært øllum sólar- merkjum ætlar sær at gera. - Løgmaður tosaði um týdningin av gransking, men trupulleikin er, at her lekur av álvara millum ”teori og praksis”, tí hetta eru jú somu fólk, sum hava skert føroyska gransking. Kaj Leo tosaði eisini um tey í samfelagnum, sum eru á niðastu rók og hava serligar tørvir. Hann nevndi hesi, sum tey, ið samfelagið hevur serliga stóra ábyrgd yvirfyri, men eisini her hevur sitandi samgonga lagt byrðar á eitt nú pensjónistar. Jenis sigur seg tí ikki duga at síggja, at samsvar er millum tað, sum løgmað- ur sigur og tær avgerðir, sum hansara samgonga tek- ur mótvegis hesum fólkum. - Nógv av teimum málum, sum løgmaður vísti á, eru mál, sum longu eru samtykt og partvís sett í verk. Millum hesi eru eisini mál, sum samgongan undan hesari, samtykti. Formaður Miðfloksins hevði vónað, at løgmans- røðan á ólavsøku var meira framsíggin – ikki minst við teirr kreppu í huga, sum samfelagið er í. - Eg haldi, at tá tú bjóðar teg fram at stýra einum landi, eigur tú eisini at hava visjónir um, hvussu hetta kal gerast, men slíkar fekst tú ikki eyga á í røðu løgmans. Jenis av Rana sigur, at lítið og einki er í røðu løgmans um, hvussu hallið á fíggjarlógini kann minkast, men hinvegin heldur hann ikki, at rætt er at tátta í so harðliga, at borgarar gerast uppaftur verri fyri. - Eitt er, at bremskurnar ikki eiga at verða traðkaðar í botn í einum. Annað er so, at samgongan velir einki at gera, leggur hann aftrat. Skumpa nútíðina Jenis av Rana vísir á, at sitandi landsstýri bara skumpar nútíðina framman- fyri sær og ger einki fyri at loysa tey mál, sum skulu loysast. - Í januar skuldu vit fáa at vita, hvat landsstýrið ætlar sær at gera. Sama var í juni, og nú sigur løgmaður, at ætlanir, sum landsstýrið og vinnan hava í felag, nú verða lagdar fram til heystar. Samsvar er ikki millum orð og gerðir Ólavsøkurøða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin hevur í morgun roynt at fingið fatur á øllum floks- formonnunum fyri at fáa við- merkingar til røðu løgmans á ólavsøku. Tað er mangan trupult at fáa fatur á fólki beint eftir ólavsøku og serliga fyrrapartin dagin eftir, og soleiðis hevur eisini verið í morgun. Í blaðnum í dag hava vit viðmerkingar frá nøkrum av floksformonnnum, og blaðnum í morgin hava vit viðmerkingar frá teimum, sum ikki eru við í dag. Vit biðja lesararnar halda okkum til góðar, at allir floks- formenninir soleiðis ikki eru við í sama blaði. Fleiri viðmerkingar í Sosialinum í morgin Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, vísir á, at sitandi landsstýri bara skumpar nútíðina frammanfyri sær og ger einki fyri at loysa tey mál, sum skulu loysast