hósdagur 30. juli 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 142 - 30. juli 2009
Kári P. Højgaard
sigur, at hóast
løgmansrøðan helst
er ein hin longsta,
sum nakrantíð er
hildin, var hon lítið
ítøkilig, men heldur
merkt av, at løgmaður
vildi hava so nógv
við sum gjørligt.
– Røðan hevði ongar
ítøkiligar loysnir
upp á, hvussu stóru
málini skulu loysast,
sigur formaður
Sjálvstýrisfloksins
Ólavsøkurøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kári P. Højgaard heldur, at
løgmaður dugdi væl at orða
seg á ein kenslubornan hátt
í síni røðu á ólavsøku. Av
sløkum 14 síðum, sum
løgmansrøðan fylti, nýtti
Kaj Leo Johannesen, løg
maður, meira enn tvær síður
til at siga, hvussu errin
hann er av at vera føroying
um, og hvussu ríkt land
Føroyar eru.
Eg vil siga, at røðan var
kensluborin og hugvekjandi,
men slíkt er óvanligt at draga
fram og ikki serliga við
komandi í eini tíð, har so
nógv stór mál mugu loysast
úr lagdi. Røðan minti tí meira
um eina flaggrøðu heldur
enn eina løgmansrøðu.
Kári eftirlýsir, hvussu
landsstýri ætlar, at tey
álvarsmál, sum liggja fyri
framman, skulu loysast.
Eg sakni ítøkiligar loysn
ir í røðuni. Løgmansrøðan
byggir vanliga á tað, sum
landsstýrisfólkini
arbeiða
við umframt málsøkini hjá
løgmanni sjálvum. Eg haldi
tó ikki, at røðan í nóg stóran
mun avspeglar, hvussu sit
andi samgonga ætlar at
loysa tey stóru málini og
teir trupulleikar, sum sam
felagið er í. Í flestu førum
vísti løgmaður á, at mál,
sum vit høvdu viljað sæð
loysnir upp á, liggja í lands
stýrinum ella hjá embætis
fólkum, eins og nógv mál
eru ”parkerað” í ymiskum
nevndum. Vit fingu at vita,
at arbeitt verður við ymisk
um loysnum, men ikki,
hvussu hesar loysnir síggja
út, sigur hann.
Skelkandi tøl
Kári P. Højgaard heldur tað
ljóða skelkandi, tá løgmaður
í røðu síni sigur, at hallið á
fíggjarlógini í ár fer at tátta
í miljardina, samstundis
sum hann sigur seg vænta,
at hallið á fíggjarlógini fyri
2010 verður 820 miljónir
krónur.
Tað er eisini skelkandi,
at ólavsøkupakkin, sum
samgongan júst hevur latið
upp, einans fer at gera, at
hallið á fíggjarlógini fyri
2010 bert verður einar 150
miljónir krónur minni enn í
ár. Eisini fingu vit at vita,
at landsstýrið ætlar, at javn
vág skal fáast á fíggjarlógina
eftir umleið 35 árum. Hetta
vísir, at fíggjarliga støðan
hjá
landsskassanum
er
púrasta ókontrollerað, sum
formaður Sjálvsstýrisflok
sins tekur til.
Kári nýtir eisini høvi at
fýlast á, at meðan sam
felagshjólini hava koyrt við
miklari ferð, hava somu
flokkar, sum mynda lands
stýrið í dag, givið skatta
lættar – ikki minst til tey
vælbjargaðu fyri at fáa
hjólini at mala uppaftur
skjótari.
Bæði vit í andstøðuni
og einstakir samgongulimir
ávaraðu ímóti hesi gongd,
og millum andstøðulimirnar
er tað serliga Magni Laksa
foss, ið eisini er búskap
arfrøðingur, sum saman við
andstøðuni hevur víst á
skeiva politikkin hjá sitandi
landsstýrisflokkum.
Kári heldur, at nú fíggj
arliga støðan í samfelagnum
er broytt negativa vegin,
áttu vit heldur – um betri
hevði verið stýrt at havt
betri fíggjarligar umstøður
til at ”kopla” eitt sindur
meira í, soleiðis at rása
rúmið hjá landskassa og
borgarum gjørdist størri.
Í staðin fyri at geva
størri rásarúm, nú tørvur
kundi verið á tí, sær politiski
myndugleikin seg noyddan
at hækka skattir, og tað er
búldur oman á sár, leggur
hann aftrat.
Í røðu síni vísti løgmaður
á, at gamalt er, at samfelagið
byggir á herðarnar hjá teim
um, ið undan fóru, men hann
minnir eisini á, at gamalt var
at seta ”tæring efter næring”,
sum danir siga.
Fíggjarmálaráðharrin
hevur víst á, at tiltøk langt
síðan áttu at verið sett í
verk fyri at byrgja uppfyri
negativu
gongdini,
og
hesum eri eg fullkomiliga
samdur við honum í. Vit
hava nógvar ferðir víst á, at
førdi politikkurin hjá hesi
samgongu er skeivur, og at
somu flokkar, sum aftur í
dag ráða fyri borgum, alt ov
seint hava sæð í eyguni,
hvørjar avleiðingarnar fóru
at vera av hesum politikki,
eins og teir í nógv betri tíð
áttu at sæð, hvønn veg tað
fór at bera.
Rentudeyði
Kári vísir á, at tað er
ógvuliga avmarkað, hvussu
nógv landskassin megnar at
seta inn eyka, nú vit eru í tí
støðu, vit eru.
Tað er avmarkað, hvussu
stóran aktivitet, vit kunnu
verða við til at skapa við
lántum peningi. Landsbank
in hevur ikki havt trupul
leikar við at selja lánsbrøv
og soleiðis, sum støðan er í
løtuni, hevur landskassin,
sum ikki hevur so stóra
skuld, heldur ikki trupul
leikar við at fáa fígging.
Kredittvirði hjá Føroyum
verður eisini mett eftir
lántøkum, og tað er eisini
ein avmarking fyri, hvussu
stórar lántøkurnar kunnu
verða,
áðrenn
tú
líður
rentudeyðan.
Hann
sigur,
at
sum
veiðisamfelag eru Føroyar
ógvuliga sárbarar, tá veiðan
svíkur – ella sum í tíðum,
sum hesum, tá fiskaprísirnir
á eitt nú toski hava verið
katastrofalt lágir.
Tí eiga vit sum samfelag
at verða ógvuliga varin við
at upptaka enn eina stóra
uttanlandsskuld, leggur for
maður Sjálvsstýrisfloksins
aftrat.
Hann vísir á, at húkaflotin
er ógvuliga illa fyri og at
tey hagtøl, sum løgmaður í
røðu
síni
nevnir
um
arbeiðsloysi, als ikki eru øll
søgan.
Sum
útróðrarmaður
sleppur tú ikki inn í nakra
skipan, fyrr enn tú hevur
avhendað títt veiðiloyvi, og
vit vita eisini, at nógv
línuskip liggja, tí tað ikki
loysir seg at loysa skipini
við verandi fiskaprísum,
sigur Kári P. Højgaard.
Okkurt positivt
Formaður Sjálvsstýrisflok
sins fegnast tó um tann
partin í røðu løgmans, har
loyst verður upp fyri nøkr
um ”reservum”, sum eru í
samfelagnum, og í hesum
sambandi nevnir hann eitt
nú nýggju møguleikarnar
við
Húsalánsgrunninum,
sum kann veita stuðul til
eitt nú bjálving og alterna
tiva orku.
Leysgivna bundna upp
sparingin, har landskassin
hevur veitt ískoytisrentu til
at seta føtur undir egið borð
og broytingarnar í mvg
num til umvælingar kunnu
skapa eitt ávíst virksemi.
Men aftur her er tað ein
spurningur, hvussu mong
hava ráð til at fara undir
sethúsabygging og eitt nú
bjálvingar av sethúsum,
soleiðis sum tíðirnar eru
vorðnar,
sigur
Kári
P.
Højgaard, formaður Sjálv
sstýrisfloksins.
Nógv orð
- ongar loysnir
Akademikarar missa arbeiðið
Fyri bara einum ári síðani høvdu almennir og privatir arbeiðsgevarar í Danmark ilt
við at fáa fatur á arbeiðsmegi við góðari útbúgving. Men nú er vent í holuni,
skrivar Børsen. Eftir einum ári er arbeiðsloysið millum fólk við akademiskari
útbúgving vaksið heili 59,5 prosent. Tað vísa tøl, sum blaðið hevur fingið frá
Akademikernes Centraladministration, AC. Fakfeløgið hjá løgfrøðingum og
búskaparfrøðingum, DJØF, stúrir fyri, at arbeiðsloysið millum akademikararnar
fer at veksa. Felagið sigur, at tað er ikki óhugsandi, at millum 10.000 og 12.000
akademikarar verða arbeiðsleysir.
Holumaður tikin
Løgreglan í Portugal hevur tikið ein mann, sum hon hevur leitað eftir tey seinastu
16 árini. Maðurin sat í fongsli eftir at hava fingið 10 ára fongsul fyri eitt morð,
men ein dagin í 1993 eydnaðist tað honum at flýggja úr fongslinum. Gjáramorg
unin komu løgreglumenn fram á mannin. Tað vísti seg, at hann hevur fjalt seg í
holum ymsastaðni í fjøllunum, og at hann hevur livað at ymsum fruktum og mati,
sum hann hevði fingið frá skyldfólki. Tann 54 ára gamli maðurin, sum var
síðhærdur við stórum skeggi, hevði eina skammbyrsu uppi á sær, tá løgreglan
kom fram á hann, men hann skeyt ikki.
Kári P. Højgaard, formaður
Sjálvstýrisfloksins, heldur, at
løgmansrøðan á ólavsøku er
hópur av orðum – nógv meira
enn, hvussu sitandi samgonga
ætlar at loysa tey álvarsmál,
sum skulu loysast