Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Nr. 142 - 30. juli 2009 Hundraðtals føroy­ ing ar fáa í dag svar frá út búgv ingarstovnum, um tey eru slopppin inn, men eitt gott prógv er ikki garantur fyri hesum, tí fleiri stovn ar niðri krevja oman fyri 10 í miðal ÚTBÚGVING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tá føroyingar leita sær út í heim í útbúgvingarørind­ um, er Danmark best um tøkta landið. Sambært Holg er Arnbjerg, leiðara á Al tjóða Skrivstovuni, eru tað umleið 900 føroyingar, ið lesa niðri, og í ár er einki undan tak í so máta, at nógvir føroyingar hava søkt um at sleppa inn á danskar út búgv ingarstovnar. ­ Men í ár hava nógv fleiri søkt enn vanligt, og tá hæk ka krøvini av sær sjálv­ um, sigur Holger Arnbjerg. Hetta merkir víðari, at nógv fleiri verða avvíst enn van­ ligt – eisini fleiri før oy ing­ ar. Herd krøv Eitt yvirlit á heimasíðuni hjá Den Koordinerede Til­ meld ing, sum samskipar all ar hægri út búgv ing ar­ stovn ar í Danmark, stað­ fest ir, at fleiri stovnar krevja ein miðalkarakter, sum er oman fyri 10. International Business á Handils háskúlanum í Keyp­ man na havn krevur eitt prógv, har miðalkarakterurin er 10,9. Journalistik á human ist isku linjuni á Ros­ kil de Universitet krever 10,5, og hetta sama er gald­ an di fyri Psykologi og Sam­ felags frøði á Københavns Uni versi tet. Trý ár kosta dýrt Ein orsøk til herdu krøvini er, sum áðurnevnt, at talið av umsóknum er methøgt. Ein onnur og minst líka av gerandi orsøk er, at skipan in fyri at søkja er broytt í mun til undanfarin ár. Tey, sum fara undir hægri les na áðrenn tvey ár eru lið­ in síðani tey fingu mið­ náms prógv, sleppa at falda sín karakter við 1,08. Tað merk ir, at hevði tú níggju í mið al í fjør, so hevur tú 9,72 í miðal, um tú søkir í ár. Henda fyrimun fáa tey ikki, sum hava arbeitt ella hild ið hátt hildið trý sa batt­ ár, og tað kostar dýrt. Restpláss Ert tú ein teirra, sum hevur fingið boð um, at tú ikki ert sloppin inn á ynski út búgv­ ing arstovnin, er ikki at falla í fátt. ­ Tað eru ikki allar dyr stongd ar enn, tí hóast nógv er upptikið, so eru fram­ veg is pláss á ávísum stovn­ um, bæði í Danmark og Stóra bretlandi, sigur Holger Arn bjerg, og nevnir hann eitt nú samfelagsligu linju­ na á Roskilde Universitet, sum eitt stað, har tað ber til at søkja um restpláss. Søkt verður eftir Avloysara fyri skrivara í farloyvi frá 1. september 2009 til 31. juli 2010 Hjálparfólki í tíðaravmarkað starv frá 1. september 2009 til 31. december 2009 Umsóknarfreist 14. august 2009 Les meira á www.flb.fo Føroya landsbókasavn Starvsfólk til Fáa svar í dag Arnold koyrir fólk til hús Tá hann var filmsleikari, var tað at kalla einki, sum kundi fáa Arnold Schwarzenegger at missa pippið, men sum guvernørur í Kalifornia hevur hann fingið at síggja, at politiskar avleiðingar eru annað enn gjørdar avbjóðingar í filmi. Fyri stuttum mælti hann til at gera tað lógligt at selja hash, so tosaði hann um at selja autografar, og nú hevur hann gjørt av at skerja arbeiðstíðina hjá almennum starvsfólki fyri at spara lønarútreiðslur. Við einum pennastroki hevur guvernørurin stongt allar almennar skrivstovur fýra dagar um mánaðin, og tað hevur kostað starvsfólkinum 15 prosent av lønini. Írland tekur fangar úr Guantanamo Írska stjórnin kunngjørdi um vikuskiftið, at Írland er sinnað til at taka ímóti tveimum fangum úr Guantanamo­leguni í Kuba. Einki varð sagt um, hvørjir fangarnir eru, men ætlandi verða teir fluttir til Írlands um einar tveir mánaðir. Amerikanski sendiharrin í Dublin, Don Roony, segði í gjár, at hann hevði fingið boðini frá írska forsætisráðharranum, Bertie Ahern. Sum skilst er tann írska tilsøgnin komin í lag, eftir at ein írsk sendinevnd hevur verið í USA og tosað um málið. Bertie Ahern hevur fyrr sagt, at hann er fegin um avgerðina hjá Barack Obama, forseta at lata fangaleguna í Guantanamo aftur. Í ár hava nógv fleiri søkt enn vanligt, og tá hæk ka krøvini av sær sjálv um, sigur Holger Arnbjerg Savnsmynd Hesir útbúgvingarstovnar í Danmark krevja omanfyri 10 í miðal: • International Business, Handelshøjskolen í Keyp­ mannahavn: 10,9 • Psykologi, Københavns Universitet: 10,5 • HUMBAS+journalistik, Roskilde Universitet: 10,5 • Statskundskab/samfundsfag, Københavns Universitet: 10,5 • Lægevidenskab, Københavns Universitet: 10,3 • International Business and Politic, Handelshøjskolen í Keypmannahavn: 10,3 • Veterinærmedicin, Københavns Universitet: 10,0 FAKTA