Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 142 - 30. juli 2009 Vilja hava føroyskar næmingar Á Linieskolen í Hadsten – nærhendis Århus – vilja tey fegin hava fleiri føroyskar næmingar ÚtbÚgving Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fleiri føroyingar hava seinnu árini gingið á skúlanum, og í tíðinda­ skrivi verður sagt, at tey á skúlanum fegin vijla hava fleiri føroy­ ingar afturat til kom­ andi skúlaár. Talan er um skúla fyri ung fólk millum 16 og 20 ára aldur, har kreativitetur og heilsa verða sett í hásæti. Næmingarnir fáa partvíst sjálvir loyvi at seta sær tímatalvuna, og saman við lærarun­ um verður so arbeitt móti persónligari menn­ ing á skúlanum, har næmingarnir eisini búgva saman. Seinasta skúlaár vóru tríggjar føroyskar gentur á skúlanum, og tær lata allar tríggjar væl at upphaldinum. Og ikki minst at námsferðini, sum í fjør gekk til Paris. Í bløðunum nú um dagarnar hevur Linie­ skolen havt lýsingar fyri tilmelding til nýggja skúlaárið, sum byrjar í august mánaði. Tær tríggjar, Joan Isaksen, Svanna J. Carlsson og Ruth L. Højgaard hava allar gingið á Linieskolen í Hadsten seinasta skúlaárið Spenningur á Koreanesinum Eygleiðarar stúra fyri øktum spenningi á Koreanesinum, eftir at eitt norðurkoreanskt vaktarskip tók eitt suðurkoreanskt fiskiskip í morgun. Ein talsmaður fyri suðurkoreonsku stjórnina sigur, at gjørdi fast á tað suðurkoreanska skipið og tók tað upp á sleip. Talsmaðurin sigur, at manningin á fiskiskipinum hevði trupulleikar við tólunum á brúnni, og at skipið tí var farið av leið. Sambært talsmanninum hava suðurkoreonsk vaktarskip kallað á tað norðurkoreanska vaktarskipið, men tað hevur ikki svarað. Hetta er triðju ferð síðani 2005, at suðurkoreonsk fiskiskip eru farin inn um tað norðurkoreanska markið. Byrjanin til endan Amerikanska fólkið skal nú fyrireika seg til at fáa eyga á byrjanina til endan á fíggjarkreppuni. Tað segði ein bjartskygdur Barack Obama, forseti, á fólkafundi í statinum North Carolina í gjár. Forsetin segði, at stjórnin hevur steðgað teirri skeivu gongdini, og at vinnulívið er um at fóta sær aftur. Hann segði eisini, at amerikanska arbeiðsloysið veksur nógv minni nú, enn tá hann tók við sum forseti í januar. Tað fyrsta stóra stigið hjá Obama­stjórnini ímóti kreppuni kom í februar, tá forsetin staðfesti eina lóg um ein bjargingarpakka við 787 milliardum dollarum. Birgir Sondum fekk ólavsøkublómutyssið hjá Kringvarpinum Ólavsøka Tíðindaskriv post@sosialurin.fo Tað var ein sera bilsin Birgir Sondum, ið varð útpurraður fyrrapartin til at taka ímóti blómutyssinum. Grundgevingin fyri, at valið fall á júst Birgir Sondum er, at hann ger eitt stórt arbeiði í sambandi við ungdóm innan ítrótt. Bæði innan hondbólt, fótbólt, kappróður og frælsan ítrótt. Hetta fær nógv ung at hava sunn frítíðarítriv, verður millum annað sagt í grundgevingunum. Tað eru lurtarar hjá kringvarpinum, sum skjóta upp, hvør skal hava ólav­ søkublómutyssið, meðan ein dómsnevnd ger av, hvør av teimum í uppskoti skal hava ólavsøkublómutyssið. Blómur til Birgir Ongantíð áður hava so mong fólk fagnað einum fótbóltsliði, sum tá Víkingur í gjárkvøldið trein út á pallin uttanfyri studio hjá Rás2 FÓtbÓltUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Í samband við stóra tiltakið í Vágsbotni í gjárkvøldið, har Kári Cool og Frændur undirhildu, vóru steypa­ vinnararnir eisini bodnir við. Á pallinum uttanfyri studio hjá Rás2 trinu nýklæktu steypavinnararnir, har túsundavís av fólki fagnaði teimum. Frammanundan hevði Kári Cool kosið Pál Joensen at vera ársins rock ’n’ rollari, og hjá Víkingunum var sanniliga eisini talan um eina rock ’n’ roll uppliving, tí ongantíð áður hava so nógv fólk fagna einum og sama fótbóltsliðið. Túsundtals fólk fagnaðu Víkingi