Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 142 - 30. juli 2009 Leygardagin var stór ættarstevna í Klaksvík, har eftirkom­arar hjá Marino Guðjónsson Ættarstevna Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var at kalla um altjóða ættarstevnu, tí eftirkomarar eftir Marino eru í Føroyum, Danmark og Íslandi. Her í Føroyum hevur Klaksvík verið karmur um uppvøkstrinum hjá størsta partinum av familjuni, og tí var tað eisini upplagt, at tað var Skálin í Klaksvík, sum var karmur um ættar­ stevnuna, sum nøkur í familjuni høvdu tikið stig til. Dagurin byrjaðivið gudstænastu í Christians­ kirkjuni, áðrenn vitjað varð á grøvini í gamla kirkjugarðinum. Síðani savnaðust fólkini í Skálanum, har kunning um ættina var á skránni, meðan børnini fingu loyvi at spæla í góðveðrinum. Og Skálin var so esini karmur um veitsluna, sum varð hildin leygarkvøldið. Tað rúgvaði væl upp, tá eftirkomarar hjá Marino Guðjónsson savnaðust í Klaksvík seinasta leygardagur Mynd: Helena Kallsberg Guðjónssón-stevna í Klaksvík