Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 142 - 30. juli 2009 At savna meginpartin av spæliplássunum á Skálatrøð var ein brakandi succés – hjá bæði børnum og foreldrum Ólavsøka Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var farvæl til ein fastan part av ólavsøkuni, tá Tórs­ havnar Kommuna tók av­ gerð um, at Kommunu­ skúlagarðurin ikki var part­ ur av ólavsøkuskránni í ár. Skjótitelt, candyfloss­bás­ ar og karusellir vórðu flutt úr Kommunuskúlagarði­ num, Vaglinum og Steina­ túni, og varð hetta ístaðin savnað á parkeringsøkinum á Skálatrøð. Og har var av sonnu futtur í. Alla ólavsøkuna var stúgvandi fult av børn­ um, sum hugnaðu sær í hoppiborgum, el­bilum og básum av ymsum slag, meðan foreldrini í friði á náðum kundu stytta sær stundir við práti, poppcorni og annars hugsa um, hvussu bílig ólavsøkan er blivin. Tí umframt fysisku flytingina av stuttleika­ økinum, var ólavsøkan í ár eisini sermerkt av, at stutt­ leikin hesa ferð varð tikin fram um profitt­maskinuna, sum annars hevur verið eitt støðugt irritatiónsmoment fyri mong foreldur. Høgl til byrsurnar og seðl­ ar til 21­spæl og tombola skulu framvegis gjaldast. Men restin av undirhald­ anum var ókeypis til børnini, og tað mundu hjá teimum flestu kennast sum ein stór føðingardagsgáva frá 100­ ára føðingardagsbarninum. Í øllum førum man tað vera langt síðani, at ein ólavsøkuaftan í Miðbýnum kann haldast fyri samanlagt 210 krónur hjá eini familju við trimum børnum. Men tað var útreiðslutotalurin hjá yvirritaða – í øllum førum um dagin. Foreldur og børn fegnast um Skálatrøð Húsaprísurin hækkar í Bretlandi Húsaprísirnir í Bretlandi eru hækkaðir hendan mánaðin, og tað er triðja mánað á rað, at prísirnir hækka, segði realkredit­ felagið Nationwide Building Society í einari fráboðan í morg­ un. Hækkingin í juli var 1,3 prosent. Realkreditfelagið, sum er eitt av teimum stóru í Bretlandi, sigur, at gongdin teir seinastu mánaðirnar vísir, at marknaðurin er við at finna eina trygga og støðuga legu. Martin Gahbauer, sum er búskaparfrøðingur hjá Nationwide Building Society, sigur í fráboðanini, at gtongdin hevur verið nógv meiri jalig, enn felagið hevði roknað við. Influensa A kann herja skúlarnar Tann 10. august byrja teir donsku skúlarnir aftur aftan á summarfrítíðina, og læknar og onnur stúra nú fyri, at dagurin kann gerast byrjanin til, at Influensa A fer at gera um seg av álvara. Lars Østergaard, sum er professari á smittudeildini á Skejby­sjúkrahúsinum í Århus, sigur við DR­kringvarpið, at tá børnini koma aftur í skúla, koma tey nógv tættari hvør øðrum enn í summarfrítíðini, og tað ger smittuvandan so mikið størri. Avleiðingarnar fara væntandi at vísa seg um einar tríggjar ella fýra vikur, sigur Lars Østergaard við DR. Eins og aðrir serfrøðingar vísir hann á, at tað eru serliga fólk á ungum aldri, sum fáa Influensa A ella svínakrím. Fyri foreldrini mundi tað kennast sum ein lætti, at bærnini kundu njóta stóran part av undirhaldinum, uttan at leitast skuldi alt ov djúpt í lummarnar Mynd: Beinta Haraldsen Hoppiborgirnar eru avgjørt komnar fyri at vera. Og størsta partin av ólavsøkuni vóru hesar fullar av størri og minni børnum Mynd: Beinta Haraldsen Skjótibreytirnar vórðu eisini væl vitjaðar, hóast tær nú eru at finna á Skálatrøð Mynd: Beinta Haraldsen Børn og føroysk klæði hoyra eisini ólavsøkuni til Mynd: Beinta Haraldsen