Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 30. juli 2009 3 tíðindi Tá Pál kemur á mál Eg tori ikki eg dugi ikki eg klári ikki eg veit heldur ikki hvat hini fara at siga so best mann vera at tiga og biðja um stuðul og hjálp tí áh her er so ringt skil tað ber ikki til vit hava alt for stuttan hyl bara 25 metir tað er sum at hava ketir við steini um beini um eg so venji bæði summar og vetir blíva hinir betir. Ja, soleiðis kann mann grenja - men mann kann eisini fara at venja og vísa vilja og mót og harður sum grót bara kava útí og skíta á rest tí mann veit at mann er best! So lat meg siga eitt við tey sum kæra sína neyð og minna mest um seyð sum tey gráta um sítt breyð - mann kann eisini liva lívið the rock’n’roll way! Tað hoyrist skrál frá hvørji sál tá ið Pál kemur á mál (Hann er á mál) nei har er einki drál, hann vísir teimum bæði brand og bál It sucks og it fucks at fólk ganga uppí idiotiskt koks og roks sum sítt hárvoks og sínar dreadlocks - tað er bara eitt sum really rocks: far suður til Vágs! Har býr ein maður sum er coolur sum ein frystiboks tí tá Pál fer stroks tá er tað einki roks. Hann svimir móti streyminum, hann fylgir dreyminum, bringu ella crawl tað er rock’n’roll tá hann tak fyri tak og coolur sum eitt kavablak leggur allar hinar afturum bak og vinnur við eitt brak sum var tað lættasta sak. Tað eru for nógv sum eru full av sínum egna nalva og síni lummaull - men tá Pál vinnur gull tá er tað rock og rull! Tað hoyrist skrál frá hvørji sál tá ið Pál kemur á mál (Hann er á mál) nei har er einki drál, hann vísir teimum bæði brand og bál Orð: Kári Cool Lag: Kim Hansen Upptøka/ljóðblanding: James Olsen Færri ferðafólk til Grønlands Ferðavinnan í Grønlandi hevur fingið sviðan av altjóða fíggjarkreppuni, men grønlendska ferðavinnu- og vinnuráðið arbeiðir við at finna hugskot, sum kunnu avmarka avleiðingarnar, sigur kringvarpið KNR. Hagtølini vísa eisini, at okkurt má gerast. Í fjør vitjaðu meiri enn 57.000 útlendsk ferðafólk Grønland, og tey seinastu hagtølini vísa, at talið verður næstan 7.000 minni í ár, sigur KNR. Tølini vísa, at tað eru serliga tey, sum ferðast loftvegis, ið fækka í talið, meðan talið á teimum, sum vitja Grønland við teimum stóru ferðamannaskipunum, eru ikki so nógv færri í ár enn í fjør. Danmark fyrimun Eins deyð, annans breyð sigur tað gamla orðafellið. Soleiðis verður tað eisini við veðurlagsbroytingunum, og sambært granskarum verður Danmark eitt av teimum londunum, sum fáa fíggjarligt gagn av broytingunum. Granskararnir hava roknað seg fram til, at í meðal verður tað millum 0,6 og 2,5 stig lýggjari í Skandinavia um eini 15 ár og millum 1,7 og 3,8 stiog lýggjari í 2050 enn nú. Samstundis vísa granskararnir á, at meðalhitin í Danmark er longu nú 1,5 stig oman fyri meðalhitan í 1870'unum. Umframt meiri hita vænta granskararnir minni avfall í Danmark, og samanumtikið verður veðrið í Danmark, soleiðis sum tað er í Norðurfraklandi nú. Tað fer at gagna Danmark, siga granskararnir. hevði hann bitið í lort - hann visti ikki hvat annað, hann skuldi spyrja um. Men karrieran hjá Bjørn Borg endaði ikki - hann gjørdist tann besti tennis- spælarin nakrantíð! Bjørn Borg var cool. Hann var ikki sum tey flestu. Hann var ikki sum tey sum ganga dølsk runt og minna mest um seyð - hann livdi lívið the rock'n'roll way. Tað hava tað verið nógv sum hava gjørt í Føroyum. Vit hava átt eina sublima trio: Nólsoyar Páll, Magnus Heinason og Guttorm í fuckin' Múla! Men tað eru eisini nógv fólk í Føroyum í dag sum rykkja hegnpelar upp. Sum bróta garðar niður. Sum spreingja múrar. Sum víðka mørkini fyri hvat tey kunnu og skulu - og víðka mørkini fyri hvat onnur kunnu og skulu. So tað vóru fleiri kandi- datar, tá ársins rock'n'rollari skuldi finnast. Men hvussu eg so shakaði krukkuna við nøvnum, so var tað altíð eitt, sum endaði ovast. Tí tað er ein maður sum hevur sett sær so høg mál á sínum øki, sum tað yvir- høvur ber til at seta sær. Ein maður sum hvønn tann ein- asta ein dag arbeiðir hart og miðvíst fram ímóti sínum stóra máli. Hann livir við teimum trongu fysisku kørmunum í Føroyum, og fær optimalt burturúr teimum. Og hann sprongir teir trongu mentalu karmarnar í Føroyum. Karmarnar sum seta mørk fyri, hvat mann kann og skal, og hvat mann ikki kann og skal. Tað sveið illa tá okkurt kiksaði undir 800 metrinum í HM í Rom í gjár - men tað steðgar honum ikki, tí hansara rock'n'roll spirit er líka kompromisleys sum altíð. Og tað er the spirit - tað er hugburðurin - sum ger munin millum tey, sum minna um seyð, og tey, sum liva the rock'n'roll way. Tað er ein persónur í Før- oyum sum fram um nakran hevur víst the rock'n'roll spirit í ár, og tað er Pál fuckin' Joensen! Og so er tað, at eg skuldi halda eini talu fyri Pál. Fuck. Prædikur eru fyri prest ar, talur eru fyri politik arar - rockarar spæla rock. Og í fær Pál onga talu her í kvøld - hann fær ein rock'n'sang. Hann kallast sjálvandi: Tá Pál kemur á mál. Torgið í Vágsbotni var stúgvandi fult av fólki, tá Mr. Rockn’n Roll himself trein út á pallin Mynd: Jens Kristian Vang