Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 30. juli 2009 13 Tøkk Vit takka tykkum øllum, sum vístu okkum samken- slu, tá kæri sonur, pápi og beiggi okkara André Isholm Andrésen doyði og varð jarðaður. Hildebjørg, Katrin, Ingrid og Birgit Vit hava átt og eiga nógvar fiskimenn. Men tað er bert ein lítil partur av teimum, sum eru eitt heilt arbeiðslív á sjónum. Men teir eru kort ini nakrir, og teir, sum náða hetta, hava eisini uppiborðið eitt herðaklapp. Ein av hesum er Olevinus Sørensen av Viðareiði, sum júst ólavsøkudag rakk tey 50 árini á sjónum. Hetta er eitt longri arbeiðslív enn tey ungu í dag kunnu náa við allari ta skúlagongd, tey hava. Sigast kann, at Olevinus fram um alt er trolaramaður. Ólavsøkudag 1959 fór hann 14 ára gamal við Jóannes Patursson, sum tá var rokn­ aður sum ein framkomin trolari. Her var hann við til “Bóndin”, sum hann var kall aður, bleiv lagdur í 1964. Hann fór so við gamla Sundaberg í 1965 til Sjúrð­ arberg, fyrsti hekkutrolarin hjá Kjølbro, kom. Olevinus fór við nýggja Sundaberg í 1974. Nú er tað, at Olevinus fer í rækjuvinnina, har hann nú hevur verið í 30 ár bæði í mótgongd og viðgongd. Fyrst við Karinu og síðan við Betty Belindu. Hann byrj aði sum yvirmaður í 1966. Hann var nakrar túrir við Ocean Castle, og fór so umborð á Arctic Viking í 1992, og her hevur hann verið síðani. Her umborð helt hann hendan dagin yviri á Flemish Cap. Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking, sigur um Olevinus, at hann var og er av allar raskastu monnum og sparir ikki seg sjálvan heldur ikki nú á “gamals­ aldrinum.” Hann er altíð fyrstur har á stendur. Tað er hann, um tað so er at vera hálvur uttanborða á lemm inum, tá ið okkurt er slitnað ella at vera undir trol spæl inum, um okkurt er fløkt har. Hann kennir hvønn ein­ asta plink á botni um tað so er á havleiðunum í Barents­ havinum/Svalbard ­ Grøn­ landi ella Canada. Bjarni er vísur í, at um man hevði lorað Olevinus á botn onkunstaðni á alt mill um 100 og 300 favnar dýpi, so gekk ikki lang tíð til hann hevði kunnað sagt júst á hvørjum kanti ella holu, hann var staddur. Hann kennir allar kantar, nes og holir allastaðni, har fiskandi er á norðurhøvum. Olevinus veit í høvdinum júst hvørja positión hann fekk tað ella tað hálið í nítjanhundrað og grønkál. Hann kennir eisini alt til fugl og fisk, sum vert er at vita, bæði á landi og sjógvi. Olevinus er giftur við Olevinu, sum eisini er av Viðareiði. Tey eiga seks børn, fýra synir og tvær døtur. Allir synirnir eru sjó­ menn. Teir eru Hanus, Óli, Eyðstein og Rúni. Allir eru teir navigatørar og av rask­ astu monnum. Eystein og Rúni eiga Fiski múla, sum nú roynd­ arfiskar í Angmassalik øk i­ n um eftir svartkalva í sam­ starvi við Hanus Hansen. Óli eigur “Olevinu,” sum er trolbátur á landleiðini. Hann drívur i løtuni saman við beigganum Hanus bátin Birting hjá Kjartan Joensen í Lorvík. Døturnar eru báðar giftar sjómonnum. Randi er gift við Júst Poulsen, Jutt, ætt­ aður úr Fugloy, og Sólrun er gift vid Egin Fríða Ørvarodd av Sandi. Tað er tískil ikki ringt at gita, hvar prátað verður um, tá familj­ an er saman! Kenni sjálvur Olevinus frá tíðini í fiski manna­ felagnum. Kann bert vátta, at hann er skilamaður. Hann er støðufastur og letur seg ikki reka við vindinum. Tað eigur hann eisini at fáa viðurkenning fyri. ó. Olevinus Sørensen 50 ár til skips eitt forskotsgjald. So vítt eg veit, so er hesin pen­ ingur leigugjald frá hesum feløgum í 20 ár. Sigurd kann hóskandi fortelja borgarunum, nær tað er viðtikið, at hetta leigu­ gjaldið skuldið góðskrivast fyritøkunum táið møguliga selt verður. Í endanum av skrivinum verður sagt, at tunnlarnir eru ein sólskinssøga. Í hesi útsøgn eru vit púra samdir, eg havi ongantíð funnist at íløguni – eigi sjálvur part í fleiri av avgerðunum ­ ei heldur havi eg annað enn bert gott at siga um Berg­ frost og Havsbrún. Kritikk­ urin er vendur móti Fugla­ fjarðar býráðið, 9 limir, og ongum øðrum. Nú hol er komið á kunningarballónina, so kundi verið hóskandi hjá Sigurd at kunna okkum sum ikki hava ”innside­ vitan” enn meira: Ein stórur møguleiki er, at kommunalu ”primus­ motorarnir” í sølutil gongd­ ini eru ógegnigir. Eg spyrji tí: Hvørjir eru teir sum eru ógegnigir í hesum málið? – Jú, rætt er, eg spyrji í fleir­ tal. Persónur sum er ógegnigur hevur skyldu til sjálvur at boða frá um so er. At enda skal eg takka fyrisitingini í Fuglafjarðar kommunu fyri, at eg , uttan nakað hóasták, kundi fáa teir upplýsningar sum eftir lógini eru almennir. Olevinus á brúnni á Arctic Viking í gjár ólavsøkudag. Ja, so framkomin er tøknin Av brúnni niður á dekkið. Olevinus uttast tv. Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Framhald av síðu 12