hósdagur 30. juli 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 142 - 30. juli 2009
Birita Mohr stórspælir í
Pietá, har miskunnarleysi
sannleikin fær fatur á Riu
Ummæli
Mikkjal Helmsdal
Pietá er italskt orð og merkir
góðska ella miskunn. Í leikinum
Pietá er eingin miskunn við
høvuðspersóninum, karrieru
kvinnuni Riu, sum ein morgun
vaknar á einum hotellkamari við
einum deyðum manni undir
liðini, og hvørs tilveru vit síðani
í 90 intensivar, men fyndugar,
við hvørt skelkandi og ofta
skemtandi minuttir stigvíst fáa
avdekkaða, til øll skølini at enda
eru flust uttan av hesi at síggja til
modernaðu og sterku kvinnuni.
Bravo er eitt annað italskt orð.
Og um eg í einum orði skal lýsa,
hvat skoðsmál leiksýningin Pietá
hjá Grímu hevur uppiborið, so er
tað: Bravo! Frálíkur tekstur og
framúrskarandi framførsla hjá
Biritu Mohr, ið er einasti leikari
á pallinum, ið talar.
Upptikin av samfelagnum
og sterkum kvinnum
Gríma er í hesi sýningini væl
hjálpt av einum dugnaligum og
stílsikrum høvundi. Astrid
Saalbach er serliga kend fyri
hennara part tí stóru bylgjuni av
nýggjum donskum dramatikki í
90árunum, ið verður rópt tað
dramatiska gjøgnumbrotið í
donskum bókmentum, og sum
umframt hana m.a. fevndi um
høvundarnar Line Knutzon,
Jochum Rohde og Morti Vizki.
Hjá Astrid Saalbach er tað
serliga trilogiin “Morgen og
aften” (1994), “Det velsignede
barn” (1996) og “Aske til støv”
(1998), ið verður roknað sum eitt
høvuðsverk. Í leikum hennara er
tað samfelagsliga medvitið altíð
frammaliga. Gjøgnum
meginpartin av verkunum lýsir
hon viðurskiftini hjá nútíðar
menniskjanum gjøgnum eina
abstrakta og óveruliga framseting
av samfelagnum og
umheiminum, sum ofta kann
minna um sonevdnu “absurdu”
leikirnar hjá Samuel Beckett og
Eugene Ienesco frá 50’unum og
60’unum. Pietá, ið varð
frumsýndur í desember 2006,
brýtur kortini fullkomiliga frá
undanfarnu leikunum hjá Astrid
Saalbach og umboðar eitt greitt
stílskifti, tí hesin leikurin er heilt
ígjøgnum naturalistiskur, t.v.s. at
persónar og umhvørvi eru lýst,
so áskoðarin skal kunna trúgva,
at tey eru verulig.
Eitt av gjøgnumgangandi
temunum hjá Astrid Saalbach er
tann sterka kvinnan og hennara
val. Kortini kann hon ikki
kallast kvinnusakshøvundur í
vanligari merking. Heldur
kemur í leikum hennara ein
kritikkur til sjóndar av nútíðar
kvinnunum fyri ikki at tora ella
at vilja síggja í eyguni og standa
við tann prís, ið val teirra í
sambandi arbeiði og starvsleið
hava fyri tær sjálvar og teirra
næstu.
Væl skrivað handrit
Pietá er eitt ómetilaga sikkurt og
væl skrivað leikrit. Áskoðarin
verður beinanvegin fangaður av
byrjanini – miðaldrandi kvinnan,
ið vaknar á einum hotellkamari
við líkinum av einum væl yngri
manni undir liðini og áhugin
verður fasthildin allar 90
minuttirnar, meðan
høvuðspersónurin, Ria, stríðist
við moralsku og ítøkiligu
timburmenninar og roynir at leita
í minnunum frá váttliga
kvøldinum frammanundan fyri at
finna útav, hvussu hon er endað í
hesi støðuni. At nýfunni
seingjarfelagin vísir seg at vera
deyður, gevur Riu høvi at ímynda
sær, hvør hann kann vera og
hvat, ið tey kundu havt saman.
Vit fáa gjøgnum “samrøður”
hennara við líkið at vita um
hennara lív, familju og arbeiði.
Hon er 50 ára gomul og ein sterk
kvinna, ið hevur klárað seg í
kapping við menninar í eini
beinharðari vinnulívsverð. Men
alt hevur sín prís, og har
tómrúmini í tilveruni ikki eru til
at bera, verður lívslygnin nýtt at
fylla tey út. Stig fyri stig, men
eftir leiðum, ið bæði stuttleika og
taka áskoðaran á bóli, fáa vit
innlit í, hvør Ria veruliga er.
Hetta er leiktekstur, tá hann er
bestur: Beinrakin, undirhaldandi
og hugtakandi í senn.
Hugtakið pietá sipar í listar
søguni til framsetingina av Mariu
Moy við tí deyða Jesusi í
føvninginum, ið er best kend í
standmyndini hjá Michelangelo í
Pæturskirkjuni. Navnið Ria er
tað sama sum Maria, so
súmbolikkurin er ikki til at fara
skeivur av. Men har tey katólsku
pietáverkini lýsa tvey fullkomin
mennisku í Mariu og Jesusi, so
eru tey bæði í leikinum Pietá júst
tað øvugta: Ria hevur síni lík í
lastini, og tann 16 ár yngri
maðurin, ið er deyður í song
hennara, hevur verið konu síni
ótrúgvur.
Birita, tá hon er best
Tveir leikarar eru á pallinum.
Tann deyði ungi maðurin sigur
av givnum orsøkum onki, so tað
er tann kvinnuligi høvuðs persón
urin, ið ber fram allan tekstin.
Birita Mohr kemur ómetaliga
væl frá hesum sera torføra og
krevjandi leiklutinum. Onkuntíð
hevur tann harða og hartrópandi
síðan av henni sum sjónleikari
havt hug at taka yvirvágina í
fatanini hjá áskoðarunum av
henni. Men Birita hevur altíð
havt eina aðra síðu sum leikari,
har hon hevur eitt sera breitt og
fjølbroytt registar í tí niðurtónaða
spælinum, í lýsingini av kenslum
sum sorgblídni, sárbari, gleði og
álvara. Hendan síðan av talenti
hennara er komin meira og meira
til sín rætt og sást í fullum blóma
í leikluti hennara sum Olga í
Nordost síðsta heyst, sum hon
uppiborið fekk fekk ársins
Herðaklapp 2009 fyri. Og
hendan síðan av Biritu kemur
eisini til sín rætt í Pietá. Her
hava leikstjóri og leikari saman
megnað at fáa tað besta í Biritu
fram og at skapa tað fjølbroytnið
í kenslum, úttrykki, intensiteti og
tempo, sum krevst fyri at halda
áskoðaran bæði áhugaðan og
undirhildnan gjøgnum alla tað
1½ tíma langu framførsluna.
Tveir leikarar skiftast um at
spæla lík. Eg veit ikki hvør
teirra var á pallinum sunnu
kvøldið. Men tað er væl klárað,
at liggja á einum palli 1½ tíma
uttan at røra seg og fyrstu 40
minuttirnar (næstan) uttan at
blunka.
Fáar sýningar
Tað er Gríma, ið stendur fyri
uppsetingina av Pietá. Leikurin
verður spældur í hølunum hjá
Tjóðpalli Føroya í Tórsgøtu 9.
Næsta sýning er Ólavsøkuaftan
kl. 20, og spælt verður hvørt
kvøld somu tíð til og við
leygardagin 1. august. Hesin
ummælarin viðmælir øllum við
alski til góða leiklist at tryggja
sær atgongumerki, meðan høvi
er. Pietá er verdur at síggja!
Meira á síðu 27
Prima Gríma!
Fakta um Pietá:
Rithøvundur: Astrid Saalbach
Leikstjóri: Egi Dam
Pallmynd og búnar:
Marianna Mørkøre.
Framleiðsla: Gunnvá
Zachariassen
Leikarar: Birita Mohr (Ria),
Laurits í Króki (fremmandur
maður) og Henrik Nielsen
(fremmandur maður).
Hin 50 ára karriérukvinnan, Ria (Birita Mohr), kannar unga mannin, ið hon er vaknað saman við á einum
hotelkamari