hósdagur 30. juli 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. juli 2009 – Nr. 142
Fróði til EB/Streym
Flytingarvindeygað stongdi mánadagin, men undan hesum
hevur tað eydnast EB/Streymi at fáa sær ein verjuspælara
afturat í hópin, nú Egil á Bø hevur valt at gevast. Fróði
Clementsen hevur áður spælt við EB/Streymi, men í ár hevur
hann aftur verið í barndómsfelagnum, B36. Hann tók tó eina
skjóta avgerð, tá tað í dag stóð honum í boði at skifta til EB/
Streym, og nú eru øll viðurskifti millum EB/Streym og B36
greidd, soleiðis at spæliloyvið kann flytast til EB/Streym longu
í dag.
Norskt krút til AB
AB skrivar á heimasíðuni, at avtalan við norska áleyparin hevur verið
ávegis stóran part av kappingarárinum, men ikki fyrr enn nú hevur
eydnast at fáa øll viðurskifti upp á pláss. Stig-Roar, sum er 27 ára
gamal, kemur úr Korsvoll, sum spælir í næst bestu norsku deildini, og
har hann hevur skotið nógv mál. Men hann hevur áður roynt seg hjá
eitt nú Molde, sum spælir í fremstu norsku deildini. Í fyrstu atløgu er
sáttmálin millum partarnar galdandi fyri restina av hesum
kappingarárinum.
Árvaknir frá byrjan og
við einum vilja, sum
tey ikki hava sæð í
Sundalagnum í ár, bastu
Víkingar EB/Streymi og
gjørdust sostatt vinnarar
av Løgmanssteypinum. Í
Sundalagnum mugu tey
hinvegin ásanna, at 2009
á ongan hátt er nakað
eydnuár hjá teimum
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
2009 skuldi vera árið. EB/Streymur
hevði styrkt seg væl við monnum
sum Pætur Dam Jacobsen og Paula
G. Hansen, sum báðir hava verið á
landsliðnum, umframt at brasili-
anski vinstri vongverjin hjá B36,
Alex Santos, ið av mongum hevur
verið mettur sum besti maður
plássinum seinastu árini, eisini varð
knýttur at hópinum hjá Sigfríði
Clementsen og Magna Mohr.
Umframt tað tryggjaði EB/
Streymur sær eisini unga og sera
evnaríka Gudmund Nielsen, og við
honum og hinum nýggju
monnunum, hevði EB/Streymur
styrkt hvørt einasta lið í ketuni.
Pínir í Sundalagnum
Hetta hevur tó ikki verið til at sæð í
ár. At eingin av nýggju monnunum
er fallin til er eitt. Nakað annað, og
nógv meiri avgerandi er, at restin av
liðnum heldur ikki tykist at trívast á
vøllinum í eins stóran mun og teir
gjørdu í fjør.
Tískil er liðið í skrivandi stund at
finna á einum fimta plássi í lands-
kapp ingini, 13 stig aftanfyri
oddaliðið HB.
Somuleiðis varð felagið sent so
ruddiliga úr altjóða fótbólti í ár , tá
EB/Streymur tapti tilsamans 5-0 fyri
kypriotiska Apoel Nicosia.
Bjargingin upp á kappingarárið,
sum higartil á ongan hátt hevði
hepnast sum ætlað, skuldi vera
finalan í kappingini um Løgmans-
steypið. Men eisini her funnu
sundalagsmenn sínar yvirmenn, og
kappingarárið byrjar at líkjast eini
katastrofu.
Prikkurin yvir tiltikna i’ið er, at
sjálv ímyndin av EB/Streymi, lands-
liðsleikarin og liðformaðurin gjøgn-
um mong ár, Egil á Bø, ikki er partur
av hópinum longur. Ósemjur við
venjaran hava fingið annars siðiliga
og róliga mannin at klamsa hurðina
aftur eftir seg. Fyribils eitur tað, at
henda hurð ikki verður latin upp
aftur og at Egil á Bø er givin at
spæla fótbólt.
Hetta nívir!
Knotur í monnunum
Í Gøtu og Leirvík er hinvegin einans
talan um gleði og gleim í hesum
døgum. Steypasigurin staðfestir, at
samanrenningin av GÍ og LÍF var
røtt. Tað prógvar eisini, at Jógvan
Martin Olsen dugir at sínar menn
upp og at seta teir rætt á vøllin.
Ein teirra, ið valla mundi seta ein
fót skeivan í finaluni í gjár, var
Andreas Lava Olsen. Hann vísti
veruliga, at hann er ein maður, ið øll
mótstøðulið og ikki minst lands-
liðsvenjarin, skulu fylgja væl við, um
tey annars megna hetta, tí
leirvíkingurin er ein óhugnaliga
kvik ur maður. Tað sigur nevniliga
ikki so lítið, at hann rennur Leif
Niclasen av sær, tí norðskála-
maðurin telist millum landsins
skjótastu leikarar.
Andreas Lava Olsen er bara ein
leikari. Víkingur hevur fleiri aðrar,
sum í løtuni teljast millum landsins
bestu á sínum plássi. Súni Olsen
kenna vit og vita hvør dugir er í. Atli
Gregersen vísti veruliga sínar
dygdir sum stýrimaður í verjuni, har
hann tók ábyrgd og vísti veg. Og í
fremstu røð var ein maður, sum í ár
hevur víst fleiri av somu dygdum,
sum Arnbjørn Hansen vísti í fjør.
Finnur Justinussen hevur higartil í
landskappingini víst tað níggju
ferðir, og hann vísti eisini einaferð í
finaluni í gjár.
Klárir frá byrjan
Um tað er áðurnevnda rumbul, ið
sat í høvdinum á EB/Streyma-
leikarunum, tá Páll Augustinussen
bríkslaði dystin í gongd, skal her
vera ósagt, men teir vóru á ongan
hátt eins klárir og Víkingar.
Illa nokk fyrsti minutturin var
runnin, tá bólturin brast á tvørtræið
omanfyri Gunnar á Steig, og seks
minuttir seinni lá bólturin í netinum
aftanfyri sama málverja.
Sama skil var, tá seinni hálvleikur
byrjaði. Hesin var bara tríggir
Meiri m
Niclas Niclasen heldur
fyrsta steypið hjá Víkingi
nakrantíð á lofti
Mynd: Álvur Haraldsen