hósdagur 30. juli 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 30. juli 2009 – Nr. 142 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
menn í Víkingum
Claus Bech leitar framvegis
Claus Bech Jørgensen hevur framvegis ikki funnið sær nýggjan
arbeiðsgevara, síðan hann og Blackpool samdust um ikki at leingja
samstarvið fyri tveimum mánaðum síðan. Fyrrverandi føroyski
landsliðsleikarin ætlaði sær til Danmarkar at spæla fótbólt, men tað
eydnaðist honum ikki at finna sær felag í SAS-liguni. 33 ára gamli
miðvallarin hevur nú slept teimum ætlanunum og er farin aftur til
Onglands at leita.
FCK ávegis í bólkaspæli
FC Keypmannahavn er ávegis í bólkaspælið í Champions
League. Í gjár vunnu verandi donsku meistararnir við 3-1
á heimavølli móti norska Stabæk. Og tað er ikki nógv sum
bendir á, at norðmenninir fara at gera eina vørr í seinna
dystinum um eina viku. Cesar Santin stóð fyri tveimum av
málunum, og Jesper Grønkjær skoraði eitt. Daniel
Nannskog skeyt málið hjá Stabæk.
minuttir gamal, tá Andreas Lava
Olsen skoraði fyri Víking.
Undan hesum máli hevði Pauli G.
Hansen minkað um munin, men
Finnur Justinussen økti um
leiðsluna, tá tað bara restaðu tveir
minuttir av dystinum og tá gjørdist
sigurin veruleiki. Arnbjørn Hansen,
ið annars hevði víst millum lítið og
einki allan dystin, skapti spenning í
dystin aftur, tá hann minkaði um
munin beint eftir triðja málið hjá
Víkingi, og tá vaknaði EB/Streymur
eina løtu.
Hans Pauli Samuelsen brendi eitt
skot á stongina, og Dánjal Davidsen
stútaði bóltin sentimetrar framvið
málinum. Líka við og næstan, men
á ongan hátt nóg gott.
Sjey gul kort
Gott er tað hinvegin hjá Víkingi.
Liðið hevur onkuntíð spælt betri
fótbólt, enn teir gjørdu í
steypafinaluni, men í gjár spældu
teir síni kort rætt. Kort fekk Víkingur
eisini heili seks av, men so leingi, at
sami maður ikki fær fleiri enn eitt,
er liðið fullmannað og tað var
Víkingur allan dystin. Hetta hóast,
at sundalagsfólk helst vilja vera við,
Súni Olsen átti at fingið sítt seinna
gula kort, tá hann á miðjum vølli
hálaði Arnbjørn Hansen niður, og at
Atli Gregersen átti at verði vístur av
vøllinum, tá hann sparkaði út eftir
Leif Niclasen, ið royndi at vinna liði
sínum nøkur dýrabær sekund og
fáa bóltin niðan á miðvøllin
beinanvegin eftir, at EB/Streymur
hevði minkað um munin ein minutt
fyri leiklok.
Einasti maðurin hjá EB/Streymi,
sum fekk kort, var Dánjal Davidsen.
Hetta var gult, men sami maður var
heppin ikki at fáa eitt av sama slag
aftrat, tá hann hekk í Andreas Lava
Olsen, meðan hesin hevði beina
kós móti málinum.
Santos á beinkinum
Alex Santos syrgdi fyri, tá han kom
á vøllin, at EB/Streymur fekk betri
kós móti málinum hjá Víkingi.
Saman við Hans Paula Samuelsen
kom hann væl upp við fleiri ferðir.
Hann tók yvir á vinstra bakki, tá Leif
Niclasen varð fluttur upp í álopið,
men hví brasiliumaðurin ikki
byrjaði inni, er undrunarvert.
Hann og Hans Pauli Samuelsen
hava fleiri ferðir víst, tá teir hava
verið á vøllinum saman, at teir eru
eitt ógvuliga sterkt par á síðuni, og
tað vístu teir enn einaferð í gjár.
Liðið hjá Víkingi gav seg hinvegin
sjálvt, í rættiliga stóran mun.
Sigrar eru krav
Eitt annað, sum eisini gevur seg
sjálvt nú, er at EB/Streymur einki
hevur eftir at tapa. Landskappingin
byrjar sunnudagin og ein sigur á KÍ
er eitt ófrávíkiligt krav. Sama má
sigast um dystin hjá Víkingi, sum
skal vinna á AB fyri at halda tørn
millum fremstu liðini.
Finalan um
kappingina um
Løgmanssteypið
2009
EB/Streymur - Víkingur 2-3
(1-1):
0-1: Hans Jørgen Djurhuus, 7.
1-1: Pauli G. Hansen, 16.
1-2: Andreas Lava Olsen, 48.
1-3: Finnur Justinussen, 88.
2-3: Arnbjørn Hansen, 89.
Dómari: Páll Augustinussen.
EB/Streymur: Gunnar á Steig
– Bárður Olsen, Dánjal
Davidsen, Sorin Anghel, Leif
Niclasen – Pauli G. Hansen
(Brian Olsen, 71.), Levi Hanssen
(Pætur Dam Jacobsen, 84.),
Marni Djurhuus – Hans Pauli
Samuelsen, Arnbjørn Hansen,
Gudmund Nielsen (Alex
Santos, 52.).
Gul kort: Dánjal Davidsen.
Víkingur: Geza Turi – Sverri
Jaobsen, Niclas Niclasen, Atli
Gregersen, Hanus Jacobsen –
Hans Jørgen Djurhuus (Erling
Jacobsen, 71.) Zoltan Bukszegi,
Súni Olsen, Sølvi Vatnhamar
(Símun Louis Jacobsen, 85.),
Andreas Lava Olsen (Áslakkur
Petersen, 80.) – Finnur
Justinussen.
Víkingur var vaks frá byrjan og
tað gav bonus í síðsta enda.
Sigurin merkir eisini, at tað ikki
eydnaðist EB/Streymi at vinna
steypafinaluna triðja árið á rað
Mynd: Álvur Haraldsen