hósdagur 30. juli 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. juli 2009 – Nr. 142
Jankovic til Svøríkis
Dmitrije Jankovic og liðfelagarnir úr FK Sarajevo skulu
í kvøld spæla á útivølli móti Helsingborg. Liðið skal
royna at vinna seg í seinna umfar av Europe League,
har Sarajevo longu hevur tikið fleiri á bólið. Fyri viku
síðan varð greitt, at Sarajevo hevði vunnið 3-1
samanlagt á danska AaB. Og nú eitur uppgávan
Helsingborg hjá fyrrverandi B36-verjuleikaranum og
liðfeløgunum.
Clapson í niðurflytin-
garvanda
Paul Clapson og Afturelding eru í tungum sjógvi í løtuni.
Felagið liggur í løtuni til at flyta niður í triðbestu íslendsku
deildina. Í gjár tapti liðið 3-0 á útivølli móti Haukar, og tá var
somuleiðis greitt, at tað eru fýra stig til bjargingina í løtuni.
Tað resta átta umfør í av landskappingini. Clapson, sum í
árunum 2005 til 2007 spældi við KÍ, hevur havt tað trupult í ár,
har hann serliga hevur staðið í skugganum av liðfelaganum
Albert Ásvaldsson, sum er toppskjútti hjá Afturelding.
Tað er ongantíð áður
komið fyri, at sigurin í
kappingini millum 10-
mannafør á ólavsøku hevur
verið so trivaligur, sum
hann hesa ferð var tað hjá
klaksvíkingum
10-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Tað kann ikki sigast annað, enn at
tað var við manér, tá ið
klaksvíkingar í síðsta róðrinum
yvirhøvur í hesum róðrarárinum
staðfestu, at teir í 2009 eiga besta
10-mannafarið.
FM heitið varð tryggjað við sigri,
sum var trivaligari, enn nakað 10-
mannafar nakrantíð hevur vunnið
ólavsøkuróðurin.
Tíðirnar í kappróðri skulu takast
við stórum fyrivarni. Tøknin hevur
ikki altíð verið tann, sum hon nú er,
og tað kann gott vera, at teinarnir
ikki altíð hava verið eins langir, sum
tíðirnar hava verið mátaðar á. Men
á ólavsøku man tað hava verið so
nágreiniligt og neyvt, sum tað ber
til at verða.
Og so eigur tað sjálvsagt at verða
undirstrikað, at tað eisini eru
umstøður, sum spæla inn, sum einki
hava við venjingarstøðu og taktikk
hjá manningunum at gera. Her
verður hugsað um ætt og vindmegi
og rák og aldu.
Men í hvørjari kapping eru
umstøðurnar eins hjá teimum, sum
luttaka. Tíðirnar í
ólavsøkuróðrunum einstøku árini
eru sambærligar.
Sum so mangan sagt áður, so
hevur tað síðani 1973 verið kappast
um FM eftir galdandi skipan. Øll
hesi árini hevur
ólavsøkukappróðurin verið av
Argjahøvda, fram við Molanum og
inn undir Skipafelagið.
Hesa ferð var vinnaratíðin hjá
Klaksvíkingi 3.56.19. Ormurin Langi
var næstur á mál við tíðini 4.03.15.
Tað vil siga, at tað vóru 6.96 sekund
ella góðar tvær bátslongdir millum
tveir teir fremstu. Hetta var met.
Á heimasíðuni drekin.fo eru úrslit
og tíðir at finna aftur til 1973. Tvey
tey fyrstu árini eru bara úrslitini og
ikki tíðirnar. Undan sigrinum hjá
Klaksvíkingi í ár var dyggasti
ólavsøkusigurin í kappingini
millum 10-mannafør tann hjá
Skálabátinum í 1993. Ta ferðina var
vinnaratíðin hjá Skálabátinum
3.59.72. Havnarbáturin kom næstur
á mál, og tíðin hjá honum var
4.05.40. Munurin var tískil 5.68
sekund ella knappliga tvær
bátslongdir.
Klaksvíkingar høvdu kanska
ætlað sær at tikið ólavsøkumetið.
Tað stavar frá 1992, tá ið
Skálabáturin róði stutta teinin í
3.52.00. Tað eydnaðist ikki. Fyri
seytjan árum síðani høvdu væl
trimmaðu skálamenninir blíðari byr,
enn klaksvíkingarnir hesa ferð
høvdu.
Merkisvert er tað, at bæði í 1992
og í 2001 høvdu tríggir teir fremstu
betri tíð, enn vinnara tíðin hjá
Klaksvíkingi hesa ferð var.
Ongantíð nakar ivi
Nógv fokus var í døgunum upp
undir ólavsøku á teimum á
Eysturoyingi, sum við broytingum
vónaðu, at tað á Ólavsøku skuldi
bera til at vinna á Klaksvíkingi.
Manningin á Klaksvíkingi hevði
fokus á sínum førleika, og har var
eingin slingur í valsinum. Hvat
hevði havt verið, um teir á
Eysturoyingi ikki høvdu havt skift
nýggja bátin um vit tann gamla, og
um teir ikki høvdu havt skift tveir
menn út, fæst ongantíð at vita.
Millum ósvaraðu spurningarnar
er, um sigurin hjá Klaksvíkingi hevði
havt verið metstórur. Í róðrarhøpi
verður víst á, at bæði Klaksvíkingur
og Eysturoyingur hava havt
framgongd, síðani bátarnir á
Klaksvíkingar sett