Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 30. juli 2009 – Nr. 142 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Alonso vil víðari Xabi Alonso fer helst ikki at spæla við Liverpool í komandi kappingarári. Miðvallarin hevur gjørt venjaranum og leiðsluni greitt, at hann ikki hevur ynski um at halda fram í felagnum. Alonso hevur leingi verið settur í samband við Real Madrid, og tað tykist nær um greitt, at hann fer at spæla við spanska kongafelagnum. Prísurin sigst verða góðar 25 milliónir pund. Mouritsen søkti HB Christian Mouritsen flongdi av álvara sínar fyrrverandi liðfelagar úr HB á ólavsøku. Hann var á miðvøllinum hjá B36, sum spældi ólavsøkudyst móti eldru grannunum. Árstalsfelagið vann 4-2, og Christian Mouritsen skeyt trý av málunum. Tað var kanska avmarkað, hvussu í stórum álvara liðini tóku dystin. Venjararnir góvu fleiri av leikarunum, sum ikki hava fingið nógva spælitíð higartil í ár, møguleikan. Magnus Olsen stóð fyri einum máli hjá B36, og Rasmus Nolsøe og Fróði Benjaminsen komu á máltalvuna fyri HB. Myndina hava vit lánt frá www.hb.fo. tu met í avhølving Norðoyastevnu fóru stavn um stavn um málið. Úrslitini boða frá, at framgongdin hjá Klaksvíkingi hevur verið størri, enn hon hevur verið hjá Eysturoyingi. At ólavsøkuroyndin hjá Eysturoyingi ikki var heppin varð undirstrikað í, at Eysturoyingur fyri fyrstu ferð í ár ikki kom á mál sum annar av teimum fremstu. Meðan Klaksvíkingur longu í startspurtinum stakk seg skutin og hálva bátslongd framum hinar bátarnar, so eydnaðist tað ongantíð Eysturoyingi at vinna seg fram á næstfremsta plássið. Ormurin Langi var allan tann stutta teinin næstfremstur, og hann var lítlan skut frammanfyri Eysturoying, tá ið teir fóru um málið. Havnarbáturin luttók fyri fyrstu ferð í ár. Men hóast lítla venjing, so var tað um reppið, at Havnarbáturin fekk fatur á Eysturoyingi. Tað var bara reingin – og kanska minni enn so - á muni, tá ið bátarnir fóru um málið. Altjóða manningin umborð á Hoyvíkingi fekk staðfest, at tað ber til at uppliva áskoðarafjøld í kappróðri, sum spælir leiklut, ið minnir um, tá ið tað verður kappast í t. d. fótbólti. Altjóða rógvararnir fingu eisini staðfest, at hóast teir eru trimmaðir so væl, at teir teljast millum teir bestu í heiminum, so er tað at rógva í føroyska bátinum heilt øðrvísi og krevur tekniskar førleikar, sum tað er neyðugt at venja meiri enn í eina viku. Havnarbáturin 13 ferðir Nólsoyingur 6 ferðir Eysturoyingur 5 ferðir Vestmenningur 5 ferðir Skálabáturin 5 ferðir Klaksvíkingur 2 ferðir Tvørabáturin 1 ferð 2009 Klaksvíkingur 3.56.19 Ormurin 4.03.15 2008 Havnarbáturin 4.00.04 Ormurin 4.03.01 2007 Eysturoyingur 4.07.06 Vestmenningur 4.09.09 2006 Klaksvíkingur 4.02.22 Eysturoyingur 4.05.03 2005 Eysturoyingur 4.06.16 Vágbingur 4.10.05 2004 Havnarbáturin 4.05.02 Vágbingur 4.05.10 2003 Nólsoyingur 4.03.11 Eysturoyingur 4.03.13 2002 Vestmenningur 4.06.07 Eysturoyingur 4.06.23 2001 Havnarbáturin 3.52.03 Vestmenningur 3.53.22 Eysturoyingur 3.55.04 2000 Vestmenningur 4.06.18 Havnarbáturin 4.07.21 1999 Eysturoyingur 4.03.21 Vestmenningur 4.04.12 1998 Eysturoyingur 4.16.18 Havnarbáturin 4.17.04 1997 Vestmenningur 4.05.18 Havnarbáturin 4.06.14 1996 Havnarbáturin 4.03.14 Skálabáturin 4.03.23 1995 Skálabáturin 4.11.19 Vestmenningur 4.14.05 1994 Skálabáturin 3.58.24 Vestmenningur 3.59.52 1993 Skálabáturin 3.59.72 Havnarbáturin 4.05.40 1992 Skálabáturin 3.52.00 Havnarbáturin 3.52.32 Vestmenningur 3.56.04 1991 Skálabáturin 3.58.80 Havnarbáturin 3.58.84 1990 Havnarbáturin 4.12.20 Nólsoyingur 4.15.30 1989 Nólsoyingur 4.03.40 Havnarbáturin 4.04.50 1988 Eysturoyingur 4.02.60 Havnarbáturin 4.03.90 1987 Vestmenningur 4.08.90 Nólsoyingur 4.09.70 1986 Nólsoyingur 4.07.30 Havnarbáturin 4.10.20 1985 Nólsoyingur 4.32.10 Havnarbáturin 4.32.20 1984 Vestmenningur 4.07.60 Floksbáturin 4.08.00 1983 Nólsoyingur 4.02.80 Vágbingur 4.05.10 1982 Havnarbáturin 3.58.10 Nólsoyingur 3.59.20 1981 Tvørabáturin 4.11.20 Havnarbáturin 4.11.40 1980 Havnarbáturin 4.15.60 Vágbingur 4.16.50 1979 Nólsoyingur 4.18.40 Havnarbáturin 4.19.70 1978 Havnarbáturin 4.10.00 Tívil 4.11.60 1977 Havnarbáturin 4.09.80 Skálabáturin 4.13.00 1976 Havnarbáturin 4.03.00 Skálabáturin 4.05.90 1975 Havnarbáturin 3.58.90 Skálabáturin 4.01.00 1974 (eingin tíð) Havnarbáturin Skálabáturin 1973 (eingin tíð) Havnarbáturin Skálabáturin 10-mannafør á Ólavsøku Vinnarar og tíðir 1973-2009