hósdagur 30. juli 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. juli 2009 – Nr. 142
Kvinnurnar umborð á 5-
mannafarinum megnaðu
tað, sum menninir umborð
á 6-mannafarinum ikki
megnaðu
5-MANNAFØR KVINNUR
Jóannes Hansen
Tað var tætt, og tað var spennandi
undan ólavsøkuróðrinum, og
finalan gjørdist framúr.
Fyritreytirnar vóru, at Frúgvin úr
Miðvági og Erla Kongsdóttir úr
Fuglafirði kappaðust um FM heitið.
Tann av hesum báðum
kvinnubátunum, sum fór fyrstur um
málið vann FM.
Frúgvin reyk avstað, tá ið
startskotið hevði ljóðað. Erla
Kongsdóttir var ikki so væl fyri í
startinum. Men tá ið bátarnir róðu
fram við Molanum bjóðaðu tær úr
Fuglafirði av, og eina løtu tóktist tað
sum um, at tað skuldi eydnast
grøna bátinum at vinna FM heitið
til Fuglafirðar.
Tað eydnaðist ikki, tí Frúgvin
svaraði orduliga aftur. Munurin var
minni enn ein hálv bátslongd, men
tað var eingin ivi um, hvør hevði
vunnið. Eingin annar bátur luttók í
kappingini um sigurin á Ólavsøku.
Ritan, sum vann bronsuplássið, var
næstan tvær bátslongdir aftanfyri
Erlu Kongsdóttir.
Tað er ikki á hvørjum ári, at
kvinnurnar úr Miðvági vinna FM.
Tað er bara komið fyri eina ferð
áður. Tað var í 2000, tá ið Frúgvin
vann allar seks róðrarnar og harvið
FM við 42 av 42 møguligum stigum.
Ta ferðina høvdu næstu
kappingarneytarnir – Tjaldrið,
Hvassi og Ørnin – 21 stig ella bara
helmingin av stigatalinum hjá
Frúnni. Munurin var ógvuliga stórur,
hóast tað skal havast í huga, at tá
var skipanin soleiðis, at
vinnarabáturin vann sjey stig, og at
tann næsti vann fimm stig.
Í ár hevur tað verið munandi
tættari. Frúgvin hevur vunnið fýra
róðrar, og Erla Kongsdóttir hevur
vunnið tríggjar róðrar. Frúgvin er
meistari við 46 stigum, og Erla
Kongsdóttir var næst við 45 stigum.
Tað fær illa verið tættari!
Argjabáturin var tann
einasti, sum megnaði at
vera fyrstur á mál í øllum
sjey FM róðrunum
8-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Longu á Vestanstevnu var tað
greitt, at Argjabáturin hevði vunnið
FM fyri 9. ferð. Undan
ólavsøkuróðrinum var
spurningurin, um tað fór at eydnast
argjamonnum at vinna FM við
fullum stigatali. Tað eydnaðist.
Argjabáturin vann aftur hesa ferð.
Sigurin var ikki so trivaligur, sum
hann hevur verið fyrr í summar,
men tað hevði minni at siga.
Árnfirðingur og Heiðabáturin, sum
luttók fyri fyrstu ferð í ár, hingu
leingi uppií, men á teimum síðstu
tvey hundrað metrunum var als
eingin ivi, og Argjabáturin var tað
mesta av einari bátslongd undan
Árnfirðingi, tá ið teir fóru um málið.
Argjabáturin skrivaði søgu
ólavsøkuaftan. Eina ferð áður hevur
hann vunnið allar róðrarnar. Tað var
í 2000, tá ið 7. FM heitið varð
tryggjað. Í 2004 vann Argjabáturin
FM fyri 8. ferð. Tá kendist FM sigurin
neyvan so søtur, sum hann gjørdi
tað hesa ferð. Undan Ólavsøku
hevði Argjabáturin vunnið allar
róðrarnar, men á Ólavsøku snýtti
Kvívíkingur FM vinnaran.
Orsøkin, til at Argjabáturin hesa
ferð skrivaði søgu, er, at hetta er
fyrsta ferðin, at báturin hevur
vunnið allar sjey FM róðrarnar.
Vit selja ikki!
Franck Ribery hevur seinasta mánaðan verið settur í
samband við fleiri evropeisk stórfeløg. Millum annað
hevur verið at hoyrt, at Manchester United, Chelsea,
Manchester City og Real Madrid hava ætlað sær franska
landsliðsleikaran. Men tað verður eftir øllum at døma av
ongum. Leiðslan krevur heilar 85 milliónir pund, sum er
sami prísur, ið Real Madrid keypti Cristiano Ronaldo fyri.
– Vit vilja ikki selja Ribery, um hetta ikki verður prísurin,
sigur umboðsmaður frá Bayern Munich.
Berbatov verður betri
Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United, vónar, at Dimitar
Berbatov verður pengarnar verdur í komandi kappingarári. Tí tað
hevur hann ikki higartil. – Hann hevði tað trupult í fjør, og møguleika
nýttu vit hann á skeivum plássi, sigur Alex Ferguson við Mirror, og
venjarin tekur fulla ábyrgd av, at Berbatov ikki hevur verið verdur tey
30 millión pundini.
Frúgvin
vardi
Miðvág
Sjey talið fyri fyrstu ferð á Argjum
Tað er ikki á hvørjum
ári, at kvinnurnar úr
Miðvági vinna FM. Tað
er bara komið fyri eina
ferð áður
Undan ólavsøku hevði
Argjabáturin vunnið
allar róðrarnar, men
á ólavsøku snýtti
Kvívíkingur FM vinnaran