Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 30. juli 2009 – Nr. 142 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Neistin skal til Serbia Tá Neistin í november skal taka lut í altjóða kapping fyri steypavinnarar, verður mótstøðuliðið ikki úr Bulgaria, sum lutakastið annars lagaði seg. EHF hevur boðað frá, at Neistin skal royna seg móti HC Kolubara úr Serbia. Dystirnir móti HC Dobrudja-Dobrich úr Bulgaria, eru avlýstir, orsakað av kappingartekniskum ávum. Og tí skal Neistin til Serbia. Tummas Hans til Hoyvíkar Tummas Hans Rubeksen skal nú spæla við FC Hoyvík. Framherjin var í fyrru kappingarhálvu knýttur at hópinum hjá AB, men tað eydnaðist honum ongantíð at vinna sær pláss í byrjunaruppstillingini. Seinastu vikurnar hevur hann royndarvant í KÍ, men hann vísti tilboði frá leiðsluni aftur. Og nú er greitt, at hann skal spæla við FC Hoyvík, sum er í næstbestu deildini. Eftir at tað fleiri ferðir hevur verið tætt við hjá teimum, so eydnaðist tað argjadreingjum at vinna á FM vinnaranum 5-MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Tað gekk ikki soleiðis, sum dreingirnir umborð á Tjaldrinum høvdu ætlað sær og vónað. Á Vestanstevnu vann Tjaldrið fyri sættu ferð í summar, og harvið var tað undan Ólavsøkuni greitt, at Tjaldrið hevði vunnið FM. Avbjóðingin á Ólavsøku var at vinna FM heitið við fullum stigatali. Tað eydnaðist ikki. Tjaldrið noyddist at dvína fyri Bliki, og sum tað lagaði seg, so var Tjaldrið væl tættari at enda á triðja plássi enn at vinna. Starturin hjá Tjaldrinum var ikki góður, og tað tóktist sum, at meistararnir ikki vóru millum tríggjar teir fremstu, tá ið farið varð undir endaspurtin. Junkarin og Báran róðu væl, men í endaspurtinum eydnaðist tað Tjaldrinum at vinna seg framum hesar báðar bátarnar. Tjaldrið megnaði einki at gera við Blik. Argjadreingir høvdu flúgvandi start, og teir høvdu alla tíðina gott tak á tí. Tá ið tað í fyrstu tøkunum í endaspurtinum kundi tóktst sum um, at Tjaldrið hevði hug at ota seg fram á Blik, so spentu teir á Argjum í aftur, og á málinum vóru teir meiri enn eina hálva bátslongd fremstir. Sigurin var ikki so óvæntaður. Á Jóansøku, Varmakeldu og Vestanstevnu var Blikur næstfremstur, og í øllum trimum førunum var munurin frá Tjaldrinum og aftur til Blik minni enn ein hálv bátslongd. Nú stemmaði hjá argjadreingjum. Blikur vann FM í 2004. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Blikur hevur vunnið ein róður síðani tá. Í 2004 vann Blikur fimm av sjey róðrum. Blikur vann ikki fyrsta róðurin, sum var á Norðoyastevnu. So vann Blikur fimm róðrar á rað, men á Ólavsøku kiksaði tað orduliga, og Blikur endaði á sjeynda plássi. Hesa ferð var eingin slingur í hjá Bliki, sum vann tryggan ólavsøkusigur. Tjaldrið varð skert, men tá ið nakrir dagar eru farnir, so fara teir á Skálafjørðinum at fegnast um fínt kappingarár. Gentubáturin av Tvøroyri er fimti meistarin í nýggjastu FM kappingini av øllum 5-MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen Tað vóru genturnar úr Suðuroy umborð á Firvaldi av Tvøroyri, sum vunnu tøttu FM kappingina. Kappingin um FM heitið var við Jallin hjá Róðrarfelagnum Knørri. Ta kappingina vann Firvaldur væl og virðiliga. Jallurin misti púra pippið í endaspurtinum, tá ið hann eisini datt aftur um Sílið. Á fyrra partinum av teininum bendi einki á, at tað skuldi verða Firvaldur, sum fór at vinna á Ólavsøku og harvið fór at vinna FM. Jallurin og Sílið fingu góðan start, meðan Firvaldur fittan part av teininum var á triðja plássi. Tá ið bátarnir vóru komnir í le av Molanum, fór Firvaldur at ganga. Tøkini vóru dygg og munagóð, og tak fyri tak tók Firvaldur seg fram á Jalllin og Sílið, sum stóð seg sera væl. Tá ið bátarnir fóru um málið, var Firvaldur bara reingina frammanfyri Sílið. Eingin ivi var kortini um FM heitið, tí Firvaldur var eina hálva bátslongd undan Jallinum. Hetta var fyrsta ferðin, at Firvaldur vann FM kappingina fyri 5-mannafør við gentum. Henda kappingin er tann yngsta av øllum. Undan kappingarárinum í 2005 gjørdi Róðrarsambandið av, at kappingin millum kvinnubátarnar skuldi býtast í tvey soleiðis, at tær yngru skuldu kappast í nýggjari gentukapping, meðan tær eldru skuldu halda fram í kvinnukappingini. Meistararnir higartil í nýggju kappingini hava verið Blikur í 2005, Frúgvin í 2006, Hvassi í 2007, Drekin í 2008 og so Firvaldur í 2009. Meistaraheitið hjá gentunum á Firvaldi var tað fyrsta til Tvøroyrar í tjúgu ár. Í 1989 vann Firvaldur kvinnukappingina. Síðani tá hevur tað í FM høpi verið øskukalt í kappróðri á Tvøroyri. Men nú varð vent í holuni! Blikur skerdi meistararnar Firvaldur fyri fyrstu ferð Tjaldrið megnaði einki at gera við Blik. Argjadreingir høvdu flúgvandi start, og teir høvdu alla tíðina gott tak á tí Meistaraheitið hjá gentunum á Firvaldi var tað fyrsta til Tvøroyrar í tjúgu ár.