Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. juli 2009 – Nr. 142 Schumacher aftur í Formil 1 40 ára gamli Michael Schumacher fer nú aftur at koyra í Formil 1. Hann hevur játtað at hjálpa Ferrari-liðnum, og skal koyra bilin hjá Felipe Massa komandi mánaðirnar. Massa fekk álvarsaman skaða undir upphitingini í Grand Prix-kappingini í Ungarn farna vikuskifti, og verður ikki tøkur aftur í ár. Michael Schumacher hevur sjey ferðir áður vunnið heimsmeistaraheitið í Formil 1. Síðan hann gavst at koyra, hevur hann verið ráðgevi fyri Ferrari. Toure til City Kolo Toure fer ætlandi at spæla við Mancester City komandi fýra árini. Verjuleikarin hevur í vikuni skrivað undir sáttmála við felagið, har hann aftur verður liðfelagi við Emmanuel Adebayor. – Eg eri sera glaður fyri at kunngerða, at vit hava knýtt Toure at hópinum. Tað er eingin loyna, at vit hava saknað profilar í verjupartinum, og tað hava vit fingið við Toure, sigur Mark Hughes, venjari hjá Manchester City, við enskar miðlar. Toure hevur seinastu árini spælt við Arsenal. Eftir kiksaran í Sandavági var eingin ivi, tá ið Gongurólvur tryggjaði Havnar Róðrarfelag einasta ólavsøkusigurin 6-MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Á Vestanstevnu í Sandavági var úrslitið soleiðis, at tað av røttum kundi setast spurningur við, um tað fór at eydnast Gongurólvi við kvinnum at syrgja fyri, at Havnar Róðrarfelag fór at vinna ein av ólavsøkuróðrunum. Kvinnurnar á Gongurólvi skúgvaðu heilt skjótt allan iva burtur. Jarnbardur legði enn eina ferð bragdliga fyri, og Sølmundur fylgdi væl við. Á Vestanstevnu vann Páll Fangi. Tí kundi tað roknast við, at tær úr Klaksvík fóru at hava møguleika fyri at vinna og harvið at kasta skuggar yvir FM heitið Gongurólvi. Soleiðis tørnaði tað ikki út. Páll Fangi róði ikki væl. Í endaspurtinum eydnaðist tað teimum úr Klaksvík at vinna seg fram á fjórða plássið. Tað mundi kennast sum vónbrot. Sølmundur sýndi fínt avrik og endaði næstfremstur – eina hálva bátslongd frammanfyri Jarnbard. Eingin kundi hótta Gongurólv. Tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin millum Gongurólv og Sølmund tað mesta av einari bátslongd. Harvið høvdu kvinnurnar tryggjað sær FM heitið, ið er tað einasta, sum Havnar Róðrarfelag hevur vunnið, og tær tryggjaðu ólavsøkuvertunum einasta sigurin í ólavsøkukappróðrinum. Hetta var fyrsta ferðin, at Gongurólvur hevur vunnið FM síðani 2003, og hetta var sjeynda ferðin, at Gongurólvur við kvinnumanning vann FM heitið. Ólavsøkusigurin var sermerktur við, at hetta var fyrsta ferðin síðani 1994, at Gongurólvur við kvinnum hevur vunnið á Ólavsøku. Tá ið Gongurólvur vann FM heitið í 2003, snýtti Jarnbardur tær fyri ólavsøkusigurin, sum tískil var serliga søtur hjá Gongurólvi hesa ferð. Við sannførandi endaspurti kveistraðu suðuroyingarnir allan iva burtur um, hvør eigur besta 6-mannafarið í 2009 6-MANNAFØR MENN Jóannes Hansen Tað hevur verið eitt sindur upp og niður. Niðasti aldudalurin mundi kennast hjá teimum á Tvøroyri og suðuroyingum, tá ið tað í tættari kapping ikki eydnaðist at vinna í heimasjógvi á Jóansøku. Tað kundi kanska hugsast, at hetta var mønustingurin hjá Tvørabátinum, sum hevði lagt so bragdliga fyri í hesum kappingarárinum, men sum undanfarnu árini so ofta hevur verið nær við, og sum so sjáldan hevði vunnið. Men suðuroyingarnir reistu seg, tá ið mangur mundi hugsað, at nú stóð einki til, og at nú fór søgan frá undanfarnu árum at endurtaka seg. Tvey hundrað metrar frá málinum stóð einki til í Fuglafirði, men tá vann Tvørábáturin við endaspurti, sum sjáldan er sæddur. Á Vestanstevnu var ongantíð nakar ivi, og tvær tær seinastu vikurnar hevur spurningurin verið, um tað hesa ferð skuldi eydnast suðuroyingum at vinna FM, ella um Riddarin úr Miðvági fór at endurtaka ólavsøkusigurin frá í fjør, tá ið tað var Sundabáturin, sum vann FM. Riddarin sá leingi út til at hava tak á tí, og miðvingar tóktust harvið at stevna móti FM heitinum. Men suðuroyingarnir vildu tað øðrvísi. Tvørabáturin vísti fínt avrik framvið Molanum, og tá ið teir báðir fremstu fóru um málið, var fjarstøðan millum Tvørabátin og Riddaran tað mesta av einari hálvari bátslongd. Harvið høvdu teir á Tvørabátinum rættuliga sett trumf á væl eydnað kappingarár. Genturnar á Firvaldi høvdu frammanundan lagt lunnar undir gott kappróðrarlag í Suðuroy, og lagið fekk eina tonn rætta vegin, tá ið tað eydnaðist teimum á Tvørabátinum at tryggja sær fyrsta FM heitið nakrantíð! Tey bæði undanfarnu árini hevur Sundabáturin vunnið FM. Í ár hevur Sundabáturin ongan lut átt í kappingini um FM, sum bara hevur staðið millum Riddaran og Tvørabátin. Men talan hevur verið um framgongd hjá sundamonnum. Á Norðoyastevnu var Sundabáturin nummar 8. Á Fjarðastevnu var hann nummar fýra og í fimm teimum seinastu róðrunum var Sundabáturin nummar trý. Tað bar bronsuplássið í FM kappingini við sær. Kvinnurnar vardu vertirnar Tvørabáturin setti glæsiligt punktum Hetta var fyrsta ferðin, at Gongurólvur hevur vunnið FM síðani 2003, og hetta var sjeynda ferðin, at Gongurólvur við kvinnumanning vann FM heitið