hósdagur 30. juli 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 30. juli 2009 – Nr. 142 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Holm í altjóða eldin
Føroyski Rógvi Holm er við í hópinum hjá
Aberdeen, sum í kvøld skal royna seg í Europe
League. Tá vitjar SK Sigma Olomouc úr Kekkia.
Liðini skuldu royna at spæla seg í næsta umfar
av kappingini, og undan dystunum er
Aberdeen stórfavorittur. Tí verður eisini roknað
við greiðum sigri til Rógva Holm og
liðfelagarnar í kvøld.
Sheila setti met
Sheila Millum Garðarnar hevur sett nýtt føroyskt met í 100 metrum
frí hjá kvinnum. Tað var í heimsmeistarakappingini í Rom í gjár. Hon
kom á málið við tíðini 59,63 sekund, og tað er betri enn trý ára
gamla metið hjá Elspu Mørkøre. Hon svam teinin við 59,64. Hetta var
somuleiðis fyrstu ferð, at Sheila Millum Garðarnar svimur teinin
undir ein minutt. Tilmeldingartíð hennara var 1:00,25.
Veðrið hevur verið við,
kappingarnar hava verið
tættar, og ongar kærur
hava kastað keðiligar
skuggar yvir róðrarárið
KAPPRÓÐUR 2009
Jóannes Hansen
Kappróðrarárið 2009 er lokið. Tá ið
Hoyvíkingur við altjóða manning
var farin um málið ólavsøkuaftan,
var árið søga, sum tað á Ólavsøku
2008 varð farið undir
fyriteikingarnar til.
Eingin ivi er um, at talan hevur
verið um fínt kappingarár. Tað
hevur verið kappast í Klaksvík, í
Kollafirði, á Skála, á Tvøroyri, í
Fuglafirði, á Sandavági og á
Havnarvág. Veðrið hevur spælt við,
fyrireikingarnar hava næstan uttan
undantak gingið so mikið væl, at
einki hevur verið at hoyra um
kærur, og spenningurin hevur verið
stórur.
Undan hesum kappingarárinum
gjørdi Róðrarsambandið av, at
stigatalið til næstbestu bátarnar
ikki longur skuldi vera fimm, men
seks. Tað hevur borið við sær, at
spenningurin um, hvør fór at vinna
FM, hevur verið varðveittur longri,
enn hann síðani 1973 hevur verið
tað.
Ofta hevur tað undan
Vestanstevnu verið greitt, hvør fór
at vinna FM. Í ár vóru bara tveir FM
vinnarar funnir undan
ólavsøkuróðrinum, og í teimum
fimm kappingunum, har tað ikki var
greitt, hvør fór at vinna FM, var tað
rættuliga stórur og stórur
spenningur um, hvør fór at vinna
FM.
Tað hevur eisini verið sjáldsamt,
hvussu væl vinnarabátarnir hava
verið býttir út um landið.
Klaksvíkingar hava vunnið róðrar í
tveimum kappingum. Fuglfirðingar
hava vunnið í einari kapping, tey á
Skálafjørðinum hava vunnið í
tveimum kappingum, Argir hava
vunnið í tveimum kappingum,
Róðrarfelagið Knørrur hevur vunnið
í einari kapping, Miðvágur hevur
vunnið í tveimum kappingum, og
Tvøroyri hevur vunnið í tveimum
kappingum.
Sjáldan er tað komið fyri, at
úrslitini hjá Havnar Róðrarfelag
hava verið so soltin, sum tey hava
verið tað í ár. Tað er sjálvandi ein av
orsøkunum til, at tað hevur hilnast
so væl hjá øðrum økjum og øðrum
feløgum, at Gongurólvur við
kvinnum var tann einasti báturin,
sum vann róðrar fyri Havnar
Róðrarfelag.
Tað er longu farið undri
fyrireikingar til nýtt róðrarár. Hvør
fer at taka lut í 2010, og nær tað
verður farið undir venjingarnar fer
tað næstu vikurnar sjálvandi at
verða meiri at frætta um. Lítil ella
eingin ivi man vera um, at Havnar
Róðrarfelag, sum er størsta felagið í
landinum, og sum eigur nógvar
bátar, fer at brynja seg av nýggjum.
Men úrslitini í 2009 hava ivaleyst
givið hinum blóð á tonna, og tí er
tað longu nú lagt upp til rimmar
kappingarár 2010.
2009 fer í søguna sum kanón
kappróðrarár!
Punktum er sett fyri
kanón kappróðrarári
Tað hevur eisini verið
sjáldsamt, hvussu væl
vinnarabátarnir hava verið
býttir út um landið