Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. juli 2009 – Nr. 142 KÍ fær nýggjan venjara Tá KÍ komandi vikuskifti spælir við Margáir móti EB/Streymi, verður tað Eyðun Klakstein, sum stendur við stýrisvølin. Talan er tó ikki um nakran dramatikk í Klaksvík. Alexander Djordjevic, sum saman við Jákupi Mikkelsen stendur fyri liðnum í ár, er við KÍ-kvinnunum í Makedonia, har tær hava europiska uppgávu. Og tá Jákup Mikkelsen eisini er málmaður hjá KÍ, hevur leiðslan heitt á Eyðun Klakstein um at hjálpa til við venjingini hesa vikuna og vera á beinkinum í Streymnesi sunnudagin. Eyðun hevur í drúgt áramál virkað innan venjaratoymið hjá KÍ. Og í fyrraárið og í fjør stóð hann eisini á odda fyri besta mansliðnum eitt tíðarskeið. Hesa ferð verður talan tó bert um hendan eina dystin, at 36 ára gamli Eyðun Klakstein skal hjálpa Jákup Mikkelsen. Tað hevur staðið føroyskum fótbóltsleikarum í boði at skifta felag, nú flytingarvindeygað hevur verið opið seinasta mánaðin. Her er yvirlit yvir tilgongdina og frágongdina frá feløgunum í Vodafonedeildini. 07 Vestur: Tilgongd: Jovan Panic Serbia Aco Pandurovic Serbia Tamba Yarjah Lewis Morris Jón Nielsen HB Frágongd: AB: Tilgongd: Tróndur Sigurðsson HB Mortan úr Hørg HB Sakaris Ludvík Súnason Danmark Tórður Thomsen NSÍ Stig-Roar Søbstad Korsvoll Frágongd: Rói Danielsen Danmark Janus Joensen Danmark Tummas Hans Rubeksen FC Hoyvík B36: Tilgongd: Odmar Færø Brøndby Dennis Holmberg HIK Christian R. Mouritsen HB Atli Petersen ÍF Frágongd: Súni úr Hørg VB/Sumba Fróði Clementsen EB/Streymur Sam Malsom Þróttur Hanus Thorleifsson HB B68: Tilgongd: Jóhan Petur Poulsen Danmark Frágongd: Bogi Gregersen Skála EB/Streymur: Tilgongd: Fróði Clementsen B36 Frágongd: Egil á Bø Givin HB: Tilgongd: Rókur av F. Jespersen Danmark Hanus Thorleifsson B36 Frágongd: Mortan úr Hørg AB Tróndur Sigurðsson AB Christian R. Mouritsen B36 KÍ: Tilgongd: Todi Jónsson Byrjaður aftur Atli Danielsen Frem Páll Klettskarð Frem Høgni Madsen NSÍ Hjalgrím Elttør NSÍ Frágongd: Eingin NSÍ: Tilgongd: Christian Høgni Jacobsen AB Frágongd: Øssur Dalbúð ÍF Tórður Thomsen AB Høgni Madsen KÍ Hjalgrím Elttør KÍ ÍF: Tilgongd: Øssur Dalbúð NSÍ Kaj Ennigarð Víkingur Frágongd: Hans Paule Petersen Víkingur Atli Petersen B36 Víkingur: Tilgongd: Hans Paule Petersen ÍF Erling Jacobsen Frem Frágongd: Kaj Ennigarð ÍF TILGONG OG FRÁGONGD Ein rúgva av monnum nýttu høvi at skifta felag, nú flytingarvindeyga hevur verið opið. Hetta lat aftur mánadagin FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Mest umrødda flytingin er pappírini hjá Toda Jónsson, sum nú aftur liggja í KÍ. Seinast Todi Jónsson spældi í KÍ var í 1992. Árið eftir spældi hann í B36, og síðani hevur Todi Jónsson ikki verið at sæð í føroyskum fótbólti. Men 16 ár seinni er Todi aftur at finna í føroyskum fótbólti, og hevur hann longu skorað eitt mál. Hanus til HB Eisini eru aðrar flytingar, ið hava vakt ans. Hanus Thorleifsson hevur skift frá einum havnarfelagið til hitt. Frá B36 til HB. Christian Restorff Mouritsen gjørdi sama skifti, bara øvugtan veg, tá hann skifti frá HB til B36. Hjalgrím Eltør hevur gjørt eins og Todi Jónsson og flutt sítt leikaraloyvið til barndómsfelagið KÍ. Hann spældi áðrenn við NSÍ. Ein leikari, ið er uppvaksin í NSÍ, men hevur verið í útlegd, er Christian Høgni Jacobsen, sum er komin heim eftir at hava verið í danska AB. Útisetar heim Christian Høgni Jacobsen er ein av seks fótbóltsútisetum, sum hava flutt sítt leikaraloyvi heim. Hinir eru áðurnevndi Todi Jónsson, og so Páll Klettskarð, Oddmar Færø og Atli Danielsen. Eisini er Erling Jacobsen komin heim til Víking, men hesin fer niðuraftur, tá hann hevur spælt sjey landskappingardystir. Onkrir flyta meðan aðrir gevast Tað eru tó ikki allar broytingar, ið hava við sær, at leikarar skifta feløg. Egil á Bø er ikki longur partur av hópinum hjá EB/Streymi. Hann er fyribils givin at spæla bólt, men leikaraloyvi hansara er framvegis hjá barndómsfelagnum. 35 leikara- flytingar