Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 142 - 30. juli 2009 Harra formaður Vit seta í dag okkara meira enn 1000 ára gamla ting og halda tjóðarhátíðina í einum ríkum landi. Okkara ríkidømi er úrslit av ágrýtni í fólkinum og hørðum arbeiði, sum ættarlið hava framt við at byggja á avrik hjá undan­ farnum ættarliðum. Í mínum hjarta eri eg stoltur av at kunna siga, at eg eri føroy ing­ ur, og at mítt land er Føroyar. Eg eri stoltur av at búgva í landi, har fólkið í meira enn 1000 ár hevur treiskast ódnar­ veður, hungur og hóttandi sóttir og nú fjølgast í hvørjum. Ongantíð hava fleiri fólk búð í Føroyum enn nú. Við verandi gongd verða vit skjótt 50.000 fólk í oyggjunum, og tað vísir, at vit liva í einum góðum landi. Harra formaður Týdningarmiklasti førleikin í einum og hvørjum samfelagi og menniskja eru evnini at umstilla seg til nýggj viðurskifti og lofta nýggjum avbjóðingum. Hendan megin býr í okkum. Tá tað var neyðugt, fóru vit til fjals, knossaðu okkara knoss í bjørgunum ella tóku okkara tøk á skipsdekkum og í fiskakjallarum. Tá kvinnur og menn settu sær fyri at fáa bygt bygdaskúlar, og foreldur løgdu í børnini at røkja skúlan, var tað í trúnni á, at lær­ dómur var vegurin til eina bjarta framtíð. Korini vóru mangan trong, sorgin stór og tøkini tung, men tey vórðu tikin, og við hesi megi bygdu vit land. Og við hesi megi tillaga vit okkum treytirnar í einum altjóða­ gjørdum heimi og tryggja, at Føroyar eru millum heimsins bestu lond at liva og virka í. Harra formaður Vit standa fyri nýggjum avbjóð­ ing um, nú fíggjarkreppa herjar um allan heim. Eg ivist onga løtu í, at vit saman føra Føroyar trygt ígjøgnum hetta búskaparliga lág­ trýstið. Politiska søga Føroya hevur nógvar kapitlar um ósemj­ ur, og onkur tílíkur kapittul verður helst skrivaður aftrat. Men tað finst ein megi, sum bindur okkum tættari saman, enn vit ofta gáa um, og tann megin býr í okkara hjørtum. Kærleikin til landið, tilknýtið til mentanina og tilvitanin um stríðið fyri at yvirliva á hesum oyggjum býr undir øllum, vit gera og eru. Okkara fatanir kunnu vera ymiskar, men málið er tað sama: Vit vilja skapa eitt gott land at búgva í fyri øll. Hóast vit í dag hava avbjóð­ ingar, nýtist ongum at stúra, tí grundvøllurin undir okkara búskapi er sterkur. Almenna skuldin er lítil, landið eigur tøkan pening, og grunnar, sum landið varðar av, eru væl fyri. Bankapakkarnir hava givið føroysku peningastovnunum møguleika at gerast partur av felags trygdarskipanini fyri peningastovnar í ríkisfelags skap­ inum. Og føroyskar fyritøkurnar hava fingið møguleika at brúka útflutningsskipanir hjá Eksport Kredit Fonden. Fiskaprísir eru falnir, men útflutningsvirðið er ikki minkað. Útflutningurin av alifiski er vaksin munandi, og alivinnan er í heimsflokki í kappingarføri og dygd. Arbeiðsloysið er í løtuni 3,4 prosent, og tað er lágt saman­ borið við onnur lond. Og nýggj­ astu vísitølini í konjukturbaro­ metrinum bera boð um, at bæði vinna og fólk vænta, at búskapar­ liga gongdin fer at venda. Men skulu Føroyar koma væl gjøgnum framtíðar avbjóðingar, skulu tøk takast. Fíggjarlógin hevur bygnaðar­ ligar skeivleikar. Skeivleikar, sum merkja, at javnvág er ikki millum inntøkur og útreiðslur. Hetta vil siga, at tá ið tíðirnar eru góðar, og konjukturarnir eru við okkum, hava vit eitt ov lítið avlop á fíggjarlógini. Og tá ið konjukturarnir eru ímóti okkum, hava vit eitt ov stórt hall. Harra formaður Samgongan er samd um ein vakstrar­ og bygnaðarpakka, nevndur Ólavsøkuuppskotið, sum skal brynja búskapin til framtíðar sjálvbjargni. Vakstrar­ og bygnaðarpakkin byggir á tríggjar liðir: ­ virksemisskapandi átøk, sum skulu skapa arbeiði ­ rationaliseringar, sum skulu tryggja ein sunnan og skyn­ saman rakstur av okkara samfelagi og ­ bygnaðarbroytingar, sum tryggja ein sterkan og støðugan búskap sum frá líður. Mett verður, at pakkin fer at vaksa um bruttotjóðarúrtøkuna við umleið 1,3 prosentum í 2010 og við 2 prosentum í 2011. Samstundis fer hallið á fíggjar­ lógini fyri 2010 at minka úr umleið 970 mió. kr. niður í 820 mió. kr. Okkara mál er at fáa javnvág í almenna raksturin innan 3 til 5 ár. Fyri at økja um virksemið í samfelagnum verður íløgu karm­ urin hjá landinum næsta ár hækkaður úr 230 mió. kr. upp í 330 mió. kr. Harumframt verður Vága floghavn útbygd fyri 160 mió. kr. Stórur partur av hækkaða íløgukarminum skal gagnnýtast á slíkan hátt, at eisini annar íløgu­ peningur fæst til vega. Lands­ stýrið veit, at bæði á mentanar­ og á ítróttarøkinum eru verk­ ætlanir, ið kundu farið av bakkastokki rættiliga skjótt. Landsins íkast verður við til at blása lív í verkætlanir, ið eldsálir kring landið hava lagt tíð og orku í at taka stig til. Á henda hátt kunnu 100 mió. í øktum íløgum skjótt skapa virksemi fyri minst tað dupulta. Húsalánsgrunnurin verður umskipaður, og grunnurin fer ikki longur at virka á vanliga sethúsamarknaðinum. Grunnurin hevur 355 mió. kr. tøkar, sum m.a. skulu brúkast til at veita bíliga og lagaliga fígging til alternativa bústaðarbygging, orkusparandi ábøtur og bústaðar­ broytingar til fólk við skerdum førleika. Landsstýrið er farið undir at fyrireika samráðingar við privat felag um at gera Skálafjarðar­ tunnilin. Tunnilin fer at hava stóran týdning fyri undirstøðu­ kervið og virksemið í landinum. Landsstýrið er um at leggja seinastu hond á eitt uppskot um at menna og fjølbroyta vinnulívið kring landið. Tað er gjørt saman við pørtum í vinnuni og verður lagt fyri løgtingið til aðalorða­ skiftis í heyst. Harra formaður Arbeiðsmarknaðurin stendur fyri stórum avbjóðingum. Loysnin er ein smidlig og flytifør arbeiðs­ megi, sum er før fyri at umstilla seg og taka við nýggjum arbeiðs­ plássum, ið verða skapt. Styrkin í okkara vælferðar­ samfelagi er, at um fólk missa arbeiðið. so loftar samfelagið teimum. Samfelagið veitir ókeyp is útbúgving og gevur fólki møguleika at ogna sær neyðugar førleikar at virka á arbeiðs­ markn aðinum. Í vár samtykti løgtingið eina týðandi broyting í lógini um ALS. Arbeiðsloysisstuðulin hækkar úr 70% upp í 80% av inntøkuni fyrsta árið fyri so at minka aftur niður í 75%. Og arbeiðsleys kunnu fáa útgoldið upp í 20.000 kr. um mánaðin. Ein skipan er eisini gjørd fyri fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd í sambandi við umvælingar í longri enn 30 dagar. Skipanin við førleikagevandi tiltøkum til arbeiðsleys er víðkað, so arbeiðsgevarar, sum taka fólk í arbeiðsvenjing, fáa kostnaðin endurrindaðan. Ongin skal verða noyddur at flyta av landinum vegna arbeiðs­ loysi. Harra formaður Okkara samfelag skal lofta teimum, sum hava tørv á hjálp og tryggja øllum javnbjóðis møgu­ leikar. Møguleikar at skapa sær eina gevandi og innihaldsríka tilveru. Møguleikar at velja lívsleið, sama um tú ert barn av stjóra ella verkafólki. Hetta er kjarnin í okkara samfelagi. Løgmansrøðan 2009