hósdagur 30. juli 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 30. juli 2009
29
Men eitt vælferðarsamfelag
krevur støðuga eftirmeting og
endurmenning. Vælferð má
fíggjast, og vit – og her meini eg
við allar politiskar flokkar –
kunnu ikki halda fram at síggja
burtur frá hesum veruleika, tá ið
vit smíða fíggjarlóg. Síðani 1998
hava vit, í eykajáttanum og
meirnýtslu, nýtt umleið 3. mia
kr. meira enn ætlað.
Vælferðin kostar, men lat meg
sláa fast, at vit fara undir ongum
umstøðum at seta vælferðina til
viks. Trivnaðurin hjá borgarunum
er aðalmálið í politikkinum hjá
samgonguni. Men vit vilja
tryggja, at vit fáa mest møguligt
burtur úr hvørjari skattakrónu.
Vit hava longu lagt til brots.
Ein fíggjarlig greining av heilsu
verkinum varð latin úr hondum
seinasta heyst, og farið er undir
at kanna almannaøkið. Í 2011
verður útbúgvingarøkið kannað.
Sjøtul er settur á at dygdar
menna sjúkrahúsverkið. Ein
leiðsla er skipað fyri alt sjúkra
hús verkið, sum skal tryggja eina
gagnligari nýtslu av samlaða
tilfeinginum.
Fyri at tálma vøkstrinum í
útreiðslum í sambandi við ser
viðgerð uttanlands eru tiltøk sett
í verk, so at meira fæst burturúr.
Arbeitt verður eisini við at fáa
fleiri viðgerðir framdar í Føroy
um.
Verkætlanin við talgildu
heilsuskipanini er komin væl
áleiðis. Í ár verða væntandi
sjúkra húsverkið og kommunu
læknarnir partur av skipanini, og
tá ið skipanin verður liðug, verða
Føroyar fyrsta land í heiminum
við einari felags talgildari skrá
setingarskipan fyri alt heilsu
verkið. Skipanin gevur eina betri
umsiting, betri tænastu til sjúk
lingin og tryggjar, at læknar og
røktarfólk fáa beinleiðis og
skjóta atgongd til sjúkrabøkur.
Eitt uppskot um nýggja komm
unulæknaskipan verður klárt í
heyst. Grundleggjandi trupul
leikar eru í skipanini, m.a. stóra
trotið á kommunulæknum. Málið
er m.a. at fremja bygnaðarbroyt
ingar og at lata upp fyri, at onnur
heilsustarvsfólk kunnu arbeiða á
økinum.
Hildið verður fram at útbúgva
kommunulæknar í Føroyum.
Nýggj almenn sjúkratrygging
verður sett í verk, har allir
borgarar verða javnsettir, bæði
viðvíkjandi gjaldi og tænastum.
Ætlanin er, at nýggja skipanin
skal fáa gildi frá ársbyrjan. Tó
verður ein 2 ára skiftistíð, har
inngjaldið fyrst verður kravt inn
sum javnstór upphædd frá øllum
vaksnum. Síðan verður tað lagt
inn yvir skattin frá ársbyrjan
2012.
Ein krabbameinsætlan, ið skal
slóða fyri betri viðgerð fyri
okkara krabbameinssjúklingar,
verður liðug í heyst.
Útbyggingarnar av Lands
sjúkrahúsinum halda fram, og
fyrireikað verður at byggja
nýggjan psykiatriskan depil og
nútíðargera Klaksvíkar sjúkra
hús.
At fremja heilsu og fyribyrgja
sjúku, er ein grundleggjandi liður
í einum góðum heilsuverki.
Málið hjá landsstýrinum er at
fremja ein fólkaheilsupolitikk,
sum miðar eftir at styrkja heilsu
støðuna hjá føroyingum. Rørslu
árið í ár er týðandi liður í hesum
arbeiði. Heilsukanningar fyri
børn og ung verða styrktar. Allar
gentur fáa nú tilboð um ókeypis
koppseting fyri lívmóður háls
krabba, tá ið tær hava fylt 14 ár.
Ein serskipan er gjørd, so gentur
føddar í 1993 og 1994 eisini fáa
hetta tilboð.
Harra formaður
Í okkara samfelagi skulu øll hava
møguleikar at skapa sær eina
gevandi tilveru. Eisini tey, ið ikki
rópa hart og gera vart við síni
kor.
Arbeiðið at smíða nýggja
sosiallóggávu er byrjað, og
ætlanin er, at allir teir politisku
flokkarnir skulu vera við í hesum
arbeiði. Endamálið við nýggjari
sosiallóggávu er at tryggja, at
borgarin – alt eftir tørvi – fær
neyðugu hjálpina, og at tað
verður greiðari, hvørji rættindi
og skyldur borgarin hevur.
Nýggja sosiallóggávan verður
løgd fyri tingið á vári 2011.
Løgtingið hevur samtykt, at
Føroyar skulu taka undir við at
seta í gildi STsáttmálan um
rættindi hjá einstaklingum, ið
bera brek. Sáttmálin slóðar fyri,
at fólk, ið bera brek, fáa somu
rættindi sum aðrir borgarar.
Nýggja psykiatrilógin kemur í
gildi 1. oktober. Við lógini verða
rættindini hjá sálarsjúklingum
styrkt. Viðgerðartilboðini verða
dagførd, serstøk barna og ung
dómspsykiatri verður útbygd, og
eitt eldrapsykiatriskt toymi er
skipað.
Samfelagið skal veita eina
hjálpandi hond, so fólk við
skerd um førleika fáa møguleika
at gerast partur av arbeiðsmarkn
aðinum. Í heyst verða skipanirnar
við endurbúgving og vardum
størvum endurskoðaðar.
Tørvur er á fleiri bútilboðum
til fólk við skerdum førleika, og
tí verður farið undir eina lang
tíðar íløguætlan. Nýggja luta
íbúða lógin, sum kemur í gildi í
heyst, ger tað eisini møguligt at
skipa vardar bústaðir til fólk við
serligum tørvi sum serstøk
lutaíbúðafeløg.
Fyrst í komandi ári verður nýtt
sambýli tikið í nýtslu í Klaksvík.
Í Vági fer nýtt heim til sinnisveik
at standa klárt um eitt ár ella so,
og í næstum verður farið undir at
byggja sambýli fyri sinnisveik í
Havn.
Ein landsfevnandi endur
venjingar skipan fyri fólk við
førleikatarni verður sett á stovn.
Fyrsta stigið er tikið við eini
royndarverkætlan á Klaksvíkar
sjúkrahúsi við venjingartilboðum
til børn við ávísum førleikatarni,
sum annars høvdu verið send av
landinum.
Farið er undir at umskipa økið
børn og ung. Umskipanin hevur
tvey aðalmál. Vit skulu betur
kunna veita børnum og familjum
við serligum tørvi hjálp, og vit
skulu samskipa økið, so starvs
fólkaorkan og hølisum støðurnar
verða betri gagnnýtt.
Í heyst verður lagt fram upp
skot um eitt barna og ungdóms
ráð, sum fer at hava eitt vakið
eyga við økinum. Ráðið byrjar
sítt virksemi 1. januar 2010.
95 mió. kr eru settar av til at
byggja ellis og røktarheim.
Longu nú kunnu vit staðfesta, at
áhugin at byggja er stórur. Eg
havi tí eina væl grundaða vón
um, at landið, saman við komm
ununum, kemur væl áleiðis at
nøkta tørvin í hesum valskeið
num.
Í heyst verður farið undir at
evna til eina eldralóg. Lógin skal
m.a. áseta, hvørji rættindi eldri
borgarar hava, og hvørjar skyldur
avvarðandi myndugleikar hava.
Tað almenna skal veita væl
ferðartænastur, men vit mugu
ongantíð gloyma okkara ábyrgd
sum einstaklingar at vísa næsta
kærleika í verki. Tí gleðist eg um
mongu einstaklingarnar og sjálv
bodnu felagsskapirnar, ið gera
eitt gott og lívsjáttandi arbeiði.
Harra formaður
Vit foreldur skulu kenna tað trygt
at lata okkara børn vaksa upp í
Føroyum. Vit skulu forða fyri, at
hørð rúsevni koma inn í landið.
Avleiðingarnar av, at ungfólk
enda í rúsevnismisbrúki, kunnu
verða sosialt samanbrot, har ung
fólk ikki megna at fáa sær
útbúgving, røkja eitt starv ella
enda í kriminaliteti og sálarligum
trupulleikum.
Kanning hevur staðfest, at
Føroyar eru eitt av teimum lond
unum í heiminum, ið hevur
lægsta kriminalitet, og tað gleðist
eg um. Okkara avbjóðing er at
varðveita hesa støðu.
Í summar er SSPsamstarvið
endaliga skipað. SSP er tvørfak
ligt samstarv millum myndug
leikar og stovnar, ið arbeiða ella
hava samband við børn og ung.
Endamálið við samstarvinum er
at skapa karmar og umstøður
kring landið til tess at fremja
felags atgerðir, sum fyribyrgja og
minka um tey fyribrigdi, ið elva
til kriminalitet og skaðandi
atburð millum okkara ungdóm.
Harra formaður
Fólkavøkstur hevur verið í
Føroyum seinastu árini. Tó hevur
hesin vøkstur verið ójavnur.
Meðan summir partar av landin
um hava merkt fólkavøkstur,
hava aðrir partar merkt fólkafrá
flyting.
Landsstýrið fer at umskipa
kommunala bygnaðin 1. januar
2011. Málið er at skipa sjey
kommunalar eindir og leggja
uppgávur út til kommunurnar
fyri at økja um virksemið og
styrkja fyrisitingina kring landið.
Nevndin, sum arbeiðir við
nýggjum kommunalum bygnaði,
leggur fram uppskot 1. oktober.
Kommunala umskipanin er ein
avgerandi liður í at skapa
vøkstur. Fyritreytin fyri fólka
vøkstri er arbeiðspláss, og upp
gávurnar hava við sær nýggj
arbeiðspláss, sum fara at geva
ungum familjum betri møguleika
at seta búgv um alt landið.
Skulu allar kommunur megna
at røkja sínar uppgávur mótvegis
borgarunum, er neyðugt við eini
samhaldsfastari fíggjarligari
útjavningarskipan.
Tá ið øki verða latin kommun
um at umsita, fer peningur frá
landinum at fylgja við.
Harra formaður
Vitan er týdningarmiklasta
tilfeingið í okkara tíð. Eitt
tilfeingi, sum ikki kann upp
fiskast ella brennast eins og olja.
Gransking, menning og
nýskapan eru lykilin at menna
bæði verandi og nýggjar vinnur.
Tey eru fyritreyt fyri búskapar
ligum vøkstri og at skapa nýggj
arbeiðspláss, sum kunnu draga
fólk til landið.
Meðan vinnan og tað almenna
í okkara grannalondum nýta
umleið 3 prosent av teirra
bruttotjóðarúrtøku til gransking
og menning, nýta vit minni enn
eitt prosent. Verandi játtanir gera
ov lítlan mun, og karmarnir eru
ikki nóg góðir.
Vísindaráðið er tí farið til
verka, og ein nýggjur og
miðvísur granskingarpolitikkur
verður liðugur seinni í ár.
Neyðugt er at samskipa alla
gransking í Føroyum, so sum
mest fæst burturúr. Tað sigur seg
sjálvt, at vit føroyingar ikki
kunnu vera fremstir á øllum
granskingarøkjum, og tí skulu
kjarnuøki raðfestast.
Umsitingin av stuðulsjáttanum
skal styrkjast fyri at tryggja, at
øll, sum hava hugskot til verk
ætlanir, kunnu fáa vegleiðing og
søkja stuðul á sama stað. Í løtuni
verður arbeitt við at fáa fígging
til vega úr viðkomandi almenn
um grunnum.
Fyri at styrkja um íverkset
anina, er ætlanin at gera eina
meira samanhangandi skipan,
sum fevnir um ráðgeving og
fíggingarmøguleikar.
Útbúgvingar og granskingar
umhvørvið skal knýtast saman í
størri eindir. Fróðskaparsetrið
skal vera miðdepil fyri hægri
útbúgving og gransking og
savnast í eina lestrar og
granskarapark.
1. januar 2010 fáa Føroyar
atlimaskap í stóra granskingar
samstarvinum hjá ES, nevnt FP7.
FP7 hevur ein grunn við 380
mia. kr., og úr honum kunnu
føroyskir granskarar á jøvnum
føti við granskarar úr ESlima
londunum søkja um stuðul.
Skapandi førleikar eru egin
leikar, ið vit skulu hjúkla um og
nøra. Tí er neyðugt, at vit stimbra
skapandi evnini hjá børnum
okkara og tryggja, at hesi evni
verða ment og raðfest hægri í
útbúgvingarskipanini.
Harra formaður
Eitt aðalmál hjá samgonguni er,
at so stórur partur sum gjørligt
av okkara ungdómi fær eina góða
útbúgving – annaðhvørt bókliga
ella yrkisliga. Útbúgving er
fyritreyt fyri at klára seg í
vitanar samfelagnum og í altjóða
kapping.
Innlæringin byrjar longu
áðrenn skúlaaldur. Miðað verður
eftir at orða stevnumið fyri
dagstovnaøkið fyri at tryggja, at
skiftið frá dagstovni til skúla
verður so gott sum møguligt, og
Framhald á næstu síðu