hósdagur 30. juli 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 142 - 30. juli 2009
at hugur barnsins at læra verður
stimbraður á øllum stigum.
Úrslitini av PISA- og lands-
royndunum hava greitt víst, at
átøk eru neyðug, um vit skulu
menna fólkaskúlan.
Fleiri eftirmetingarskipanir eru
settar í verk, og fleiri undirvís-
ingartímar eru lutaðir út til
skúlan. Frá 1. august er tví-
lærara skipan sett í gildi í øllum
1. og 2. flokkum, har
næmingatalið er 18 ella fleiri.
Samstundis fáa skúlarnir fleiri
tímar til sernámsfrøðina.
Arbeiðið at endurskoða mið-
námsútbúgvingarnar heldur fram,
og málið er at skipa samanhang-
andi miðnámsútbúgving við
breytum í tveir til tríggjar deplar.
Játtanirnar til hetta økið eru
eisini hækkaðar.
Í heyst verður farið undir at
eftirútbúgva lærarar til at taka
sær av undirvísing og ráðgeving
av miðnámsskúlanæmingum og
vaksnum við orðblindni.
Gott samstarv skal fáast mill-
um allar útbúgvingarnar, ið eru
partar av Fróðskaparsetri Føroya.
Byggjast skal víðari, soleiðis,
at útboðið verður alsamt størri,
og at útbúgvingar verða bodnar
út á hvørjum ári. Málið er somu-
leiðis at fáa samstarvsavtalur við
universitet í útlondum, ið skulu
geva føroyingum møguleika at
taka alskyns útbúgvingar á
Fróðskaparsetri Føroya umvegis
fjarlestur.
Samstundis sum vit menna
verandi skipanir, skulu vit eisini
skapa fyritreytir fyri lívlangari
læring. Umráðandi er, at ung
sum eldri hava góðar møguleikar
fyri endurútbúgving og fram-
haldandi útbúgving. Í næstum
verður eitt tilmæli klárt um,
hvussu hetta kann fremjast í
verki. Skipanir sum hesar eru
grundleggjandi fyri smidligari og
flytførari arbeiðsmegi.
Harra formaður
Skal tað eydnast at hevja støðið í
okkara fólkaskúla, mugu vit
ásanna, at sama møguleika gevur
tú ikki børnum og ungum við at
geva teimum akkurát sama
tilboð.
Møguleiki skal vera fyri at
veita eitt fjølbroytt tilboð til
hvønn einstakan. Pláss skal vera
fyri at fjøltátta undirvísingina, so
ein og hvør fær eitt skúlatilboð,
sum mennir tann einstaka.
Men alt hetta ber ikki til í so
smáum eindum, sum vit hava í
dag. Bæði av fíggjarligum og av
fakligum og pedagogiskum ávum
er neyðugt at minka talið á
skúlaeindum. Smáu skúlarnir eru
kostnaðarmiklir at reka, og tíðin
er farin frá einum skúlabygnaði,
har tað orsakað av truplum
ferðamøguleikum var neyðugt at
hava ein skúla í hvørjari bygd.
Stundin er komin at broyta
skúlabygnaðin grundleggjandi,
so hann kann geva næmingunum
tey bestu skúlatilboðini. Farið
verður tí undir at fremja hesar
bygnaðarbroytingar í neyvum
samstarvi við kommunurnar,
skúlaráð og Føroya Lærarafelag.
Ein miðvís íløga skal gerast í
at útbúgva og eftirútbúgva
lærarar og leiðslur á skúlum og
stovnum. Og samanlegging av
skúlaeindum fer at leysgeva
fíggjarligt tilfeingi, sum skal
nýtast til hetta endamál.
Harra formaður
Altjóða handil og samstørv eru
grundarlagið undir okkara
búskapi.
Við einari betri avtalu við ES
høvdu vit kunnað skapt nýggj
arbeiðspláss og økt munandi um
okkara útflutningsvirði. Arbeitt
verður tí fyri at fáa betri sam-
starv og handilsavtalur við
Evropa.
Ein serfrøðingabólkur greinar í
løtuni, hvussu Føroyar fáa
gagnligasta tilknýtið til ES og
gerast partur av teimum fýra
frælsunum fyri vørur, tænastur,
kapital og persónar umframt
øðrum samstarvsskipanum.
Greiningararbeiðið verður liðugt
í heyst og tá ið politisk støða er
tikin, byrja samráðingarnar.
Tað hevur týdning, at vit taka
við tann veruleika, at ein av
okkara størstu kappingarneytum
innan fiskivinnuna, Ísland,
møguliga fer inn í ES.
Royndirnar at fáa limaskap í
EFTA halda fram. EFTA hevur
umframt fríhandilssáttmála við
ES fríhandilssáttmálar, sum
fevna um 27 lond úr øllum
heims pørtum, og felagsskapurin
er í samráðingum við 10 onnur
lond um fríhandilssáttmálar.
Landsstýrið arbeiðir við at
útinna samtyktina hjá løgting-
inum um, at Føroyar fáa atlima-
skap í UNESCO, sum er
ST-felags skapur fyri útbúgving,
vísind og mentan.
Landsstýrið virkar eisini fyri at
fáa Føroyum sjálvstøðugan
limaskap í WTO, ið er karmur
um handilssamvinnu millum
flestu av heimsins londum.
Harra formaður
Føroyska sjóøkið er í dag
275.000 ferkilometrar.
Í apríl varð krav Føroya til ein
ytri landgrunn norðan fyri
Føroyar, nærum 90.000 fer-
kilometrar til støddar, sent
Sameindu Tjóðum. Í august
mánaði verða hesi krøv løgd fyri
landgrunsnevndina hjá ST.
Samráðingar verða við Bret-
land, Írland og Ísland um rættindi
og møguligt býti av útsynn ings-
pørtunum av Føroyaháslættanum.
Føroyar krevja 550.000 ferkilo-
metrar av útsynningspørtunum
av Føroyaháslættanum, og hetta
mál verður fyrireikað at leggja
fyri landgrunsnevndina.
Harra formaður
Vit hava góðar møguleikar at
menna nýggjar vinnur í Føroy-
um.
Landsstýrið er farið undir at
menna Føroysku Altjóða Skipa-
skránna, FAS til ein alternativan
vinnuveg fyri okkara stoltu
sjóvinnu. Skipanin hevur góðan
byr, og fleiri skip eru longu skrá-
sett. Stórur dentur verður lagdur
á at menna avleitt virksemi í
sambandi við skrásetingina fyri
at skapa flest møguligar inntøkur
til samfelagið.
Nýggj partafelagslóg verður
løgd fyri løgtingið í heyst. Lógin
nútímansger vinnufelagsrættin
soleiðis, at eigararnir fáa størri
frælsi at skipa felagið, og hon
skal gera tað lættari at fáa
útlendsk feløg til Føroyar.
Føroyar hava stórar møguleikar
at menna ferðavinnuna, men vit
eiga at fáa meira burturúr.
Ferðavinnupolitikkurin verður
tí endurskoðaður.
Skulu Føroyar gerast eitt
lokkandi ferðamanna- og íløgu-
land, krevst miðvís marknaðar-
føring.
Játtanin til marknaðarføring
verður tí hækkað við 10 mió. kr.
í 2010.
Farið verður undir at umskipa
Apoteksverkið til eina sjálv-
støðuga eind uttan fyri fíggjar-
lógina. Endamálið er at geva
Apoteksverkinum fríari karmar
at menna sítt virksemi m.a. við
øktum útflutningi fyri eyga.
Umskipanin verður væntandi
liðug í ár, og framleiðslan kann
byrja næsta ár.
Stórir møguleikar eru í ílegu-
gransking í Føroyum. Ættar-
bands skráin verður væntandi
liðug miðskeiðis í 2010. Fleiri
granskingarverkætlanir eru í
gongd, og góð framtíðarútlit eru
við ættarbandsskránni, sum kann
draga til sín granskarar í
útlendsk um verkætlanum.
Virksemið á føroyska tónleika-
pallinum er størri enn nakrantíð,
og gávurík tónlistafólk og stór
tónleikatiltøk gera Føroyar
sjónligari úti í heimi. Tað syngur
og ljómar, men tørvur er á eini
heildarætlan fyri føroyskan
tónleik, skal hann geva størri
búskaparligt íkast.
Fleiri almennir stovnar fáast so
ella so við tónleikavinnuframa,
og vitan um at menna hesa vinnu
liggur spjødd ymsastaðni.
Ætlanin er at styrkja karmarnar
hjá tónleikavinnuni, so hon fær
betri møguleikar at menna seg.
Harra formaður
Broytingar í veðurlagnum eru
millum størstu avbjóðingar hjá
heimssamfelagnum í 21. øld.
Føroyar skulu vísa altjóða sam-
haldsfesti og taka virknan lut í at
tálma útlátið av veðurlags gass-
um, sum hótta okkara tilveru-
grundarlag og allan heimin. Í dag
stava meira enn 90 prosent av
okkara orkunýtslu frá olju, og í
fjør innfluttu vit brennievni fyri
eina góða milliard krónur, ið
svarar til umleið 20% av okkara
innflutningi.
Vandi er fyri, at hækkandi
oljuprísir um fá ár hótta okkara
búskap, um vit ikki minka nýtsl-
una av olju og fara at brúka aðrar
orkukeldur.
Breiður politiskur vilji er til at
seta tiltøk í verk at skerja útlátið
av veðurlagsgassum.
Peningur er settur av til at
bjálva og tetta almennar bygn-
ingar, stuðulsjáttan er fingin til
vega til orkusparandi verkætlanir,
og bjálvingarstuðulsskipanin
verður sett í verk. Sjøtul er settur
á arbeiðið at gera landsbyggi-
reglugerð, sum m.a. verður
grundarlag undir skipanini.
Landsstýrið hevur sett sær fyri,
at Føroyar skulu vera sjónligar í
einum nýggjum altjóða veður-
lagssáttmála og vísa altjóða
samfelagnum, at vit taka ábyrgd.
Uppskot til samtyktar verður lagt
fyri tingið áðrenn altjóða veður-
lagsfundin í Keyp mannahavn í
desember.
Harra formaður
Fiskiskapurin undir Føroyum
hevur verið fallandi seinastu
árini. Lítið hevur verið til av
toski og hýsu, og útlitini fyri hesi
fiskasløg eru ikki góð. Tó
gongur væl á øðrum økjum, eitt
nú viðvíkjandi upsa, gulllaksi,
sild og makreli.
Vit mugu ásanna, at neyðugt er
við størri virðisøking og
optimalari gagnnýtslu av øllum
tilfeinginum í havinum. Fyri at
náa hesum, mugu vit taka polit-
iska støðu til grundleggjandi
viðurskifti, ið eru avgerandi fyri,
at vinnan kann fullnýta sínar
møguleikar og gerast meira
kapp ingarfør. Her verður serliga
hugsað um spurningin um at
tilvirka fiskin umborð og
avmark ingarnar at landa
uttanlands.
Skulu vit gera okkum vónir um
at selja føroyskan fisk á teimum
marknaðum, sum geva besta
prísin, er fyritreytin, at fiskurin
verður góðkendur sum burðar-
dygt veiddur. Málið er, at øll
fiskivinnan fær altjóða
góðkenning sum burðardygg í
hesum samgonguskeiði. Skal
hetta røkkast, mugu vit nýskipa
fiskivinnupolitikkin, umframt at
samspælið millum vinnuna og
fiskifrøðina má gerast betri.
Harra formaður
Høvuðstrupulleikin er, at flotin
er ov stórur, og tillagingin av
veiðiorkuni gongur ov seint.
Landsstýrið er tí farið at kanna
møguleikan at seta eina skipan
við loyvisgjaldi á stovn, ið verður
oyramerkt í ein bygnaðargrunn,
sum kann skunda undir at tillaga
flotan.
Landsstýrið er somuleiðis farið
undir at endurskoða fiskivinnu-
lóggávuna við atliti at brúks-
skyldu av fiskirættindum,
umseti l igheit og møguleikunum
hjá útlendingum at gera íløgur í
føroysku fiskivinnuna. Arbeiðið
verður liðugt á ólavsøku 2010.
Næsta ár hava Føroyar
formansskapin í fiskivinnu-
samstarvinum í Norðurlendska
Ráðharraráðnum. Tá er ætlanin
at skipa fyri eini altjóða
havráðstevnu í Føroyum fyri at
styrkja politiska samstarvið
tvørtur um Norðuratlantshavið.
Landsstýrið fer í samstarvi við
onnur norðurlond at greina
viður skifti viðvíkjandi umsiting
av rættindum til tilfeingið.
Arbeiðið verður gjørt við atliti at
ætlaðu broytingunum í fiski-
vinnupolitikkinum í ES, til-
gongd ini við nýggjum fiski-
vinnupolitikki í Íslandi og tí
veruleika, at fiskiloyvini hjá
okkum skulu endurnýggjast eftir
2018.
Tilfarið frá hesum arbeiði
verður partur av grundarlagnum
undir viðgerðini av eini skipan
eftir 2018.
Harra formaður
Strembanin eftir eini felags fram-
tíð og trúgvin á felags mál knýtir
fólk saman, skapar tjóðir og
byggir land.
Tá ið forfedrar okkara settu
búgv her, vóru teir farnir at leita
eftir einum plássi at smíða sær
eydnuna góða og vónaðu, at
nýggja landið kundi hýsa kom-
andi ættarliðum. Við hørðum
stríði gjørdist teirra dreymur
veruleiki.
Søgan sigur okkum, at við-
hvørt stóð illa til í Føroyum. Tey
bakkøst, ið komu, um tey so vóru
sóttir, hungur ella húsagangir,
raktu meint. Tað kundi gingið
nógv verri, enn tað gekk, men vit
hóraðu undan, tí í okkum býr
treysti og vilji til at yvirliva.
Í dagliga politiska arbeiðinum
eru vit ósamd um, hvussu vit
skulu skipa okkum í landinum,
hvussu okkara tilknýti til heimin
skal vera, og hvussu virðini
skulu býtast okkara millum.
Soleiðis er politikkur.
Men allatíðina kenni eg á mær,
at undir øllum, sum vit gera og
eru, býr savningarmegin í
samfelagnum – kærleikin til
landið og tilvitanin um stríðið.
Harra formaður
Vit hava avbjóðingar fyri framm-
an, og avgerðir skulu takast, sum
kanska ikki bara verða væl
um tóktar. Men ongin skal ivast í,
at málið er at gera Føroyar til eitt
uppaftur betri land at búgva í hjá
okkum øllum.
Serfrøðingar hava í seinastuni
undrast á, at fólkatalið í Føroyum
veksur júst í hesum døgum. Men
eg undrist ikki.
Nógvir kunnu tvídráttirnir vera
okkara millum, og fíggjarlig nos
fara altíð at koma, men ein er
høvuðsgrundin til, at fólk vil
búgva í Føroyum - kenslan í okk-
ara hjørtum. Kenslan fyri júst
hesum plássi av øllum plássum í
heiminum.
Føroyar eru okkara land, okk-
ara heim og okkara avbjóðing.
Við hesum ynski eg tykkum
øllum Guds signing, góða
tingsetu og góða ólavsøku.