hósdagur 30. juli 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 30. juli 2009
31
J
ógvan vaks upp í einum
gudsóttandi heimi og tí
gamla føroyska umhvørvi
num, sum var uppi í Hoy
vík við arbeiði í bø, haga
og báti. Tey lærdu arbeiðs
semi, sparsemi og røki
skap. Øll sýndu tey ein
fyrimyndarligan atburð í
lívinum. Tey bóru í tolni
tann mótburð, sum lagnan
gav teimum.
Jógvan var álvarsamur
og stillførur. Álítandi og av
raskastu monnum til arbeið
is. Stóran tokka og alsk
hevði hann til føðilandið.
Heim afturkomin úr útland
inum hevði hann mangan
fyri munni: “Fyri føroying
ar eru Føroyar bestar.”
Jógvan var føddur 14.
februar 1836. Hann fór til
skips 18 ára gamal. Í 1857
fer hann 21 ára gamal av
landinum. Hann var úti í
heim og sigldi. Hann tykist
at hava verið so langt
burtur sum í Australia.
Hann tók skiparaprógv í
Danmark í 1867.
Í 1871 var hann stýri
maður á skonnartini Gylfe
hjá Jørgen Bech&Sønner í
Klaksvík.
Gylfe varð nýtt bæði til
farmasigling og fiskiskap.
Reiðari var tann hjá okkara
lesarum kendi Faktorin,
Johan Christian Djurhuus.
Í 1872 fer Jógvan at føra
Gylfe til fiskiskap, og førir
hann skipið til 1878. Tá
var Gylfe besta skipið til
fiskarí. Teir nýttu drívsegl,
tá ið teir fiskaðu. Tískil rak
skipið ikki skjótari enn tað
bar til at fiska við snørin
um. Eisini førir hann við
hvørt Bikuben hjá sama
reiðarí í farmasigling.
Giftist við Emmu
Í 1872 giftir Jógvan seg
við Christinu Emmu
Theodoru Hansen, f. 1841,
úr Havn.
Foreldrini hjá Emmu
vóru Hans Johansen
(18191857) og Johanna
Joensdatter (18131902).
Um Hans vita vit ikki nógv
annað enn, at hann var
ættaður av Lag og var
jekari á skansanum. For
eldrini hjá honum vóru
Johan Hansen og Susanna
Christiansdatter.
Hans átti bert ein beiggja,
sum fekk eftirkomarar.
Hetta var Eliesar f. 1831.
Hann var handilsstjóri hjá
Skibsted. Ein sonur hansara
var Karl á Lag, sum gjørdist
kendur handils og vinnu
lívsmaður í Havn. Ein abba
dóttir uttan fyri hjúnarlag
gjørdist Andrea Árting, kend
sum fakfelagskvinna. Hon
var dóttir Jákup, son Eliesar.
Hann doyði í 1900 í Keyp
mannahavn, 40 ára gamal.
Hann stendur fyri at hava
verið blaðstjóri. Mamma
Andreu var Susanna
Rasmussen (18731940).
Johanna, mamma
Emmu, var dóttir Joen
Michelsen og Maren
Johannesdatter. Ein beiggi
hennara var Hans Pauli
Joensen, handilsmaður í
Havn. Hann var pápi Hans
Joensen, sum framvegis er
eitt kent handilsnavn í
Havn. Hansara søga hevur
verið umrødd í hesi røð.
Fyrsta barnið hjá Hans
og Johannu er Christianna
Emma Theodora, sum
verður fødd 19. september
1813. Seinni komu tríggjar
systrar afturat, sum verða
umrøddar seinni í hesi
grein.
Letur byggja skip
í Týsklandi
Beinanvegin Jógvan kom
heim aftur, fór hann sum
tann fyrsti í Føroyum at
arbeiða fyri at fáa settar
upp vitar her á landi og
varð málið tá reist í løgting
inum. Men hann upplivdi
ikki at síggja fyrsta vitan
verða tendraðan.
Á heysti 1878 verður
Gylfe seld til Íslands, og
Jógvan var við at føra hana
yvir. Henda ferðin var ikki
tespulig. Teir fóru av Klaks
vík 11. oktober og kom
ikki til Reykjavíkar fyrr
enn 6. november. Jógvan
segði seg ikki hava verið á
sjónum í verri veðri.
Nú hevur Jógvan einki
skip at føra. Heim aftur
komin ferðast hann um
landið at tekna partapening
til eitt felag, hann ætlar
stovna við tí endamáli at
byggja nýtt skip.
Í 1879 fer Jógvan til
Hamburgar fyri Siemens
Handil í Tinganesi eftir
einum skipi til teirra, Kate.
Í hesum sambandi skrivar
Jógvan undir sáttmála við
skipasmiðju um at byggja
tveymastrað skip úr eik.
Jógvan kemur á Havn
ina fyri ólavsøku 1879 við
Kate, men seinni á heysti
fer hann til Týskland at
vera hjástaddur, meðan
bílagda skipið verður bygt.
Hetta er Delfinin, sum er
75 føtur long, 18 føtur
breið og 9 føtur djúp.
Tonsatalið er fyrst 70,92
og við seinni uppmáting
84,87 tons.
Tann 20. juli 1880 kom
Delfinin á Havnina sum
fyrsta fiskifar, ið føroying
ar høvdu latið bygt í út
heiminum. Hon kostaði kr.
13.719 krónur umframt
3%, 492 kr., í tolli. Hetta
gjørdist eisini fyrsta
føroyska skip í klassa,
nevniliga í Bureau Veritas.
Nú verður partafelagið
Fremad stovnað, og hetta
felag yvirtekur skipið. Í
fyrstu nevndini eru C.C.
Danielsen, seinni kendur
sum sparikassastjóri, og
Jógvan sjálvur. Hvørt
partabræv var kr. 500, sum
var nógvur peningur. Lán
fekst ikki tá í tíðini, so her
var neyðugt at tekna
ivaleyst. Partapeningurin
gjørdist eisini 19.000
krónur. Hetta vísir, at menn
hava havt álit á Jógvani.
Millum partaeigararnar
vóru nógvir góðir menn og
ein kvinna, nevnliga
Emma, kona Jógvan. Her
vóru eisini menn frá
Restorff fyritøkuni sum A.
W. Restorff og Rudolf
Andersen. Annars vóru teir
alla staðni frá í landinum.
Fekk bert fimm ár við
Delfinini
Jógvan fór at føra Delphin
en. Fyrsta árið var bert tíð
at fara ein túr yvir á Eystur
landið. Árini 18811884
varð fiskað á Norðhavinum
til einaferð í apríl. So var
farið yvir á Vesturlandið,
og aftaná tað á Eystur
landið í Íslandi fram til
oktober, alt sum veðrið var.
Í 1882 misti Jógvan tveir
mans inni á Norðfjørði
num. Teir vóru Jákup Pauli
Joensen av Eiði og Anton
Abrahamsen úr Oyndar
firði. Teir róðu út við bát
um, og ein bátur hálvdist.
Tveir mans vóru bjargaðir.
Hetta ár var annars eitt
skaðaár fyri føroyingar. Tá
gingu Bella og Løvenørn
burtur við 32 monnum.
Aðrir trupulleikar, teir
høvdu at stríðast við, vóru
smáligir íslendskir sýslu
menn, tá ið teir komu inn í
Íslandi.
Heilsan farin
Tá var vanligt at fara til
Bilbao í Spanien við veið
uni, og hetta lá væl fyri við
hesum nýggja skipi. Hetta
gav nógv hægri prís fyri
fiskin.
Men í 1884 kundi Jógv
an ikki fara. Heilsan var
farin at bila. Hann hevði
longu so veikt bróst, at
hann mátti brúka
eina floytu ella
bjøllu at geva
manningini boð
Kaptein Simonsen fyrstur at byggja
fiskiskip uttanlands
Í sambandi við ættarsamkomuna hjá Simonsen-ættini í Hoyvík halda vit fram við at
greiða frá teirra ætt, sum framvegis er sera sjónlig í Føroyum. Hesa ferð greiða vit fyrst
og fremst frá ættini hjá Emmu og Jógvan Simonsen
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
f.v.
HANS JOHANSEN Á LAG
F. 13-8-1819
D. 8-7-1857
JOHANNE
JOHANNESDATTER
UNDIR KLETTI
F. 29-9-1813
D. 9-3-1902
.....
JOHAN SIMONSEN
LÆRER
F. 25de JUNI 1884
D. 26de MAJ 1910
JEG SAA HAM SOM BARN
MED DET SOLRIGE ØJE
I REGNBUENS GLANS
PAA DE HJEMLIGE HØJE
HAN KYSSED MIN KIND
OG VI LEGED MED
STJERNE
MENS KORSET STOD
SKJULT MELLEM LØV
I DET FJERNE
.....
HER HVILER
MAREN SUSANNE
HANSEN
FØDT 8. JUNI 1844
DØD 24. MAJ 1918
FRED VÆRE MED HENDES
STØV
AMALIE CHARLOTTE
SIMONSEN
F. 13. 1. 1874
D. 13.9. 1888
FRED MED DIT STØV
ELLA F. SAMUELSEN
F. 24. JULI 1846
D. 19. SEPTEMBER 1922
HARRIN GAV HARRIN TÓK
HANS NAVN VERI LOVAÐ
...............
BIRGER A SAMUELSEN
F. 13. AUGUST 1861
FARIN Í HARRANS HENDUR
20. JUNI 1950
….
EMILIE CLOTHILDE HANSEN
F. 20. JANUAR 1850
D. 17. SEPTEMBER 1930
IKKI AT VERÐA TÆNAÐUR
MEN AT TÆNA
MATT 20,28
SIGNAÐ VERI MINNI HENNARA
➘