hósdagur 30. juli 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 142 - 30. juli 2009
um tað, sum skuldi gerast.
Skipari tá, og 27 ár fram,
gjørdist Poul Niklái við
Ryggjagarð í Nólsoy, og
fóru teir til Spanien við
fiskinum.
Jógvan bert versnaði og
14. juli 1885 doyði hann.
Umstøðurnar vóru ikki
góðar í húsinum. Fimm
vóru børnini, og tað yngsta
var nýføðingur. Jógvan
sendi boð inn í Heiðar eftir
hálvsystir síni Malenu, ið
var gift við Jógvani Peter
sen á Høgabóli, og spurdi
hana, um hon ikki kundi
taka sonin Símun aftur við
sær og hava hann.
“Komi eg fyri meg aftur,
skal eg løna tær væl, men
skal eg hiðani, skal Vár
harra løna tær,” segði
Jógvan við systrina. Hann
kom so at vaksa upp hjá
fastrini, og gjørdist navn
framur vinnulívsmaður.
Ein av eftirkomarunum
Sverri Joensen hevur
skrivað áhugaverdu
ættarsøguna “Á Høgabóli.”
Jógvan hevði fingið
grundstykki við Tinghús
vegin, men náddi ikki at
byggja húsini liðug, áðrenn
hann doyði, men Emma
bygdi húsini liðug.
Húsini blivu kallað
Simonsens hús. Í dag eru
tey kend sum Sloans hús.
Børnini hjá Emmu og
Jógvan vóru:
Amalia (18741888)
Hans (18751880)
Símun (18771947)
Johannes (18801957)
Vilhelm (18821951)
Johan (18841910)
Trý av børnum Amalia,
Hans og Johan doyðu ung.
Bert tvey av børnum fingu
eftirkomarar, og tey vóru
Jóhannes (Klett) og Símun.
Tað gekk heldur ikki væl
hjá Emmu. Hon fekk eisini
tuberklar og doyði 14.
februar 1888. Hildið
verður, at hon eins nógv
doyði av sorg.
Tá búgvið kom til við
gerðar í skiftirættinum var
hálvbeiggi Jógvans, Johan
í Hoyvík, settur at vera
verji hjá børnunum.
Alt í búnum varð selt á
uppboði. Nakað væl hava
tey átt av ognarlutum. Tað
vóru ikki færri enn 264
vørunummur í búgnum.
Hetta varð selt fyri kr.
725,29. Húsini vóru seld
fyri kr. 2.320.
Jógvan, ella Kaptein
Simonsen, sum hann van
liga varð nevndur, eigur at
verða taldur millum teirra,
ið ruddi rás og kveikti lív í
tann føroyska sluppfiski
skapin. Hann var teirra
millum, sum løgdu støði
undir góðan føroyskan
sjómansskap, føroyskan
fiskiskap og føroyska
sigling. Hann vandi nógvar
ungar føroyingar upp á
skipsdekki. Hann lat
komandi ættarliðið við
sínum stillføri og síni tign
sína mentan, vitan og
royndir innan sigling og
sjómansskap.
Clotilda misti dreingin
beint áðrenn tey skuldu
giftast
Hini børnini hjá Emmu og
Jógvan fóru til systrar hjá
Emmu at vera. Ættin hevur
víst teimum virðing við at
hava reist teimum prýði
ligar gravsteinar, sum vit
kunnu lýsa í hesi grein.
Johannes vaks upp hjá
mostrini Clotilde, kallað
Tilda. Sum ungur var hann
telegrafistur í Havn. Síðani
fór hann at handla og átti
Dungagarð í Havn. Hann
fekk sær eftirnavnið Klett.
Tilda var ógift. Hon
keypti sær húsini uppi í
Knútsstovu á Høgareyni,
har hon hevði café og
handil. Í sínum ungu døg
um var hon nógv í húsin
um hjá Enokki Bærentsen,
sum búði í Arnesminde og
handlaði har. Hon var
húsfólk har og hevði
Johannes hjá sær.
Marin misti bæði síni
fosturbørn
Johan og systirin Amalia
fóru til mostrina Marin,
sum búði í barndómsheim
inum undir Kletti saman
við mammuni Johonnu.
Men Amalia doyði longu
sama árið, sum mamman.
Johan fór niður á lærara
skúla á Jonstrup Seminar
ium. Hann gjørdist lærari í
Fuglafirði. Men eftir eitt ár
doyði hann á sanatoriinum
í Hoydølum tann 20. mai
1910, bert 25 ára gamal.
Marin kom at liggja undir
liðini á Johan í kirkju
garðinum.
Marin var so ófør at
seyma, og hon seymaði
nógv fyri havnarfólk. Bæði
havnargentur og bygdar
gentur gingu til hennara at
læra at seyma.
Hugnaligt og vakurt var í
heimi hennara. Í stovuni
vóru eggklingrut borð og
fýra stólar, drignir við
floyalsklæði í Chr. 8 stíli.
Fram við bróstinum stóð
ein sera vøkur chaiselong,
drigin við svørtum klæði
av rossahári.
Á einum brósti hingu
myndir av Alexanduri 3.
zari av Russlandi og drotn
ing hansara Dagmar, dóttir
Christian 9. av Danmark,
báðar í gyltum rammum.
Á hinum bróstinum hekk
ein mynd av franska keisar
anum Napoleon Bonaparta
og drotning hansara Mariu
Louisu úr Eysturríki.
Millum tey stetlaði lítli
sonur teirra. Undir myndini
stóð prentað: "Kongen af
Roms første skridt."
Ein fjórða mynd hekk
eisini á bróstinum í stórum
gyltum ramma. Hon var av
Jesusi, tá ið hann var
stokkin inn á gólvið hjá
Martu og Mariu.
Marin segði seg ikki
vera gamla gentu, hóast
hon ongantíð var gift. Hon
hevði verið trúlovað, og alt
stóð til reiðar til brúð
leypið. Brúðgómurin kom
ein dagin, hann skuldi fara
norður til Klaksvíkar í
innanoyggjasigling, niðan
til hennara og vildi síggja
hana í brúðarkjólanum.
Hon so gjørdi.
Hann fór so norður til
Klaksvíkar og á vegnum
slerdi hann út og druknaði.
Eftir kirkjubókini hendi
3. September 1876 tann
vanlukka, at “ungkarl,
skibsfører Jørgen Frants
Hansen, 30 Aar, faldt over
Bord paa Rejse fra Thors
havn til Klaksvig og drukn
ede.” Hetta bendir á, at
brúðgómurin var Jørgen
Frants í Baianstovu, sonur
kallsmannin Hans Jacob
sen og Christine Jakobs
datter. Jørgen Frants var
føddur 12.oktober 1845.
Ella gjørdist vermóður
Knud Lambaa
Tað er ikki nógv vit vita um
Ellu, men har fór Vilhelm
at vera. Ella var gift við
Birgar Samuelsen. Dimma
lætting skrivaði hesi
minningarorð um hann:
“B.A. Samuelsen er født
i Haldersvig og fik sin
første Købmandsuddann
else hos den meget af
holdte Købmand Hans
Peter Abrahamsen i Hald
ersvig, der drev Filialfor
retning for A.W. Skibsteds
Handel i Thorshavn.
I ung Alder flyttede B.
A. Samuelsen til Thors
havn, hvor han blev Hand
elsbetjent i A.W. Skibsteds
Forretning sammesteds. I
denne Forretning havde
han Ansættelse i otte Aar,
indtil han etablerede sig
egen Forretning i Thors
havn. I bedste Alder blev
han angrebet af Lunge
tuberkolose, men forsatte
desuagtet Forretningen i
nogen Tid ved anden
Hjælp, medens han selv
søgte Helbredesle for sin
Sygdom, dels udenfor
Færøerne. Han kom i sin
Forretning i forbindelse
med mange Mennesker og
skaffede sig ved sin vind
ende Personlighed mange
Venner.
Han var medlem af Før
ingafelags første Bestyrelse
og var Foreningens første
Kasserer. B.A. Samuelsen
var meget national, men
lededes i saa Henseende af
Kærlighed til sine Fødeøer
og færøsk Sprog. Derimod
nærede han aldrig Uvilje,
langt mindre hadskhed, til
anden Side.
Han var fra sin Ungdom
en religiøs Mand, men han
var ingen “retningsmand.”
Sin Fødebygds Kirke
skænkede han en pæn
Lysekrone. Han havde sine
meningers Mod, var elsk
værdig i alle Maader at
være paa, og hans Udtal
elelser, selv om de kunde
være af en vis Skarphed,
stødte ikke. Alle vi som
kendte ham godt vil bevare
hans Minde og savne ham.”
Vilhelm tók við handlin
um eftir fosturpápan.
Keldur:
Sverri Joensen og Niels J.
Arge
Vit ynskja ættini eina góða
ættarstevnu.
Vit koma seinni við at
hava frásøgn frá ættini í
Miðvikuni
Jógvan saman við Emmu og børnunum Amaliu og Símuni.
Mynd av gravsteininum var í seinasta parti
Emma doyði bert trý ár
aftaná Jógvan
Byrger og Ella saman við Villa hjá Emmu og
Jógvan og dóttrini Onnu
Delfinin, sum Jógvan lat byggja
Johannes vaks upp hjá
mostrini Tildu
Johan hjá Emmu og Jógvan
gjørdist bert 25 ár
Komandi partur
Komandi partur er
um Svend Olsen.
Sonur hansara Óla
Svend gjørdist ein
kendur ævintýrari