Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. juli 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 143 - 31. juli 2009 Vónirnar til Eik lækkaðar 156 milliónir IFS, sum fyri fáum vikum síðani væntaði yvirskot hjá Eik Banka, hevur í nýggj­ astu greining síni lækka vónirnar um úrslitið við 156 millión­ um. IFS hevur gjørt avtalu við Virðisbræva­ marknað Føroya um at greina tær fýra føroy­ sku fyritøkurnar, sum í løtuni eru listaðar á VMF. Millum hesar er Eik, sum í farnu viku kunn­ gjørdi ein hálvársrokn­ skap, sum sýndi eitt munandi størri hall enn tað, sum IFS hevði mett. Í viðmerking til hálv­ ársroknskapin sigur IFS, at orsøkin til skeivu metingina fyrst og fremst eru øktar avsetingar. Serliga í Danmark, har Eik millum annað hevur sett 40 milliónir av ímóti tapi upp á EBH­ grunnin. IFS metir, at tað er serliga trupult at meta um vandan fyri avset­ ingum hjá Eik í Danmark. Í seinastu greiningini av Eik metti IFS, at ársúrslitið hjá bankan­ um fór at liggja um tær 56 milliónirnar í yvir­ skoti. Nú sigur meting­ in eitt hall upp 100 milliónir krónur, og er hetta nakað verri enn tað, sum bankaleiðslan segði seg meta, tá rokn­ skapurin varð lagdur fram. Tá varð sagt, at roknað verður við einum tapi, sum verður millum 25 og 75 milliónir krónur. -mørk Monodi framførir Bach og Mendelssohn Fyrstu vikuna í august verður tónleikur hjá J.S. Bach og Felix Mendelssohn at hoyra í Miðvági, á Toftum og í Havn. Fólkini í Monodi eru Anne Mette Greve Klemensen, sopran, Stamen Stanchev orgul og klaver og Kári Bæk, obo. Harumframt luttekur Arina Bischoff, sum syngur duet saman við Anne Mette. Monodi hevur valt at framføra tónleik hjá hesum báðum tónaskøldunum, tí tað í ár eru liðin 200 ár, síðani Mendelssohn varð føddur, og tí at hann var tann, ið gjørdi J.S. Bach, hvørs tónleikur fyrst í 1800 talinum næstan ikki var spældur longur, kendan aftur við at framføra Matteus­Passiónina umleið 80 ár eftir deyða Bachs. Monodi hevur ætlan um, umframt konsertirnar í Føroyum, at framføra somu skrá í Keypmannahavn, har Anne Mette býr, í Gøteborg har Kári býr og í Tana í norður Noregi har Stamen arbeiðir sum kantor. Á skránni til konsertirnar í Føroyum eru millum annað Orgulsonata nr 4 op.65 og aria úr oratorinum Elias eftir Mendelssohn, tríggjar ariur úr ymsikum kantatum hjá Bach við obo og orgulfylgisspæli. Form.in er heitið á føroyska partinum av norðurlendskari framsýning í Halse á Bornholm List Tíðindaskriv post@sosialurin.fo Leygardagin 1. august letur upp ein forvitnislig fram­ sýning í Grønbechs Gård í Halse á Bornholm. Hetta er ein felags norðurlendsk framsýning av listahand­ verki, sum kallast “Nord­ lys”. Grønbechs Gård, eis­ ini nevnt “Bornholms Center for Kunsthåndværk”, er í einum gomlum keyp­ mansgarði, bygdur í 1800­ talinum. Her eru bæði born­ holmskar, danskar og altjóða framsýningar at síggja alt árið. Seks føroyskir listahand­ verkarar fara at sýna fram saman við listahandverk­ arum úr hinum Norður­ londunum. Hendan fram­ sýningin er ein liður í einum samstarvi, sum Norður­ landahúsið í Føroyum hevur við Bornholm og Gotland. Fyrst í november fer før­ oyska og Gotlendska fram­ sýningin víðari til Gotlands. Fyrr í ár sýndu bornholmskir listahandverkarar fram í Norðurlandahúsinum. FORM.IN Tann føroyski parturin av framsýningini hevur fingið navnið FORM.IN. Um hendan partin siga listafólk­ ini: “Tilfarið er upphavið. Uttan málforðan ella mál­ føri tosa vit saman gjøgnum tilfarið og ígjøgnum tilfarið við umheimin. Í tí sálarliga rúminum, ið myndar FORM.IN lýta vit aftureftir, inn í okkum sjálvi og út í framtíðina. Fram­ sýningin flytur mørk og víðkar tað vanligu fatanina av hvat list, handverk og andverk kann vera. Í einum heimi, ið er fullur av lutum, hevur kreativa skapanin av einum formi ein serligan leiklut. FORM.IN sýnir eitt um­ boðandi úrval av føroyskum listahandverki.” Listafólkini Føroysku listafólkini, ið eru við á framsýningini, eru Astrid Andreasen, sum arbeiðir við tekstil, Jógvan Biskopstø, sum arbeiðir við træi og metali, Oggi Lam­ hauge, við pappíri, Ole Jakob Nielsen, við træ, Guðrið Poulsen, við keramik og Tita Vinther við tekstil. Hesi eru øll viðurkend listafólk, sum hava havt nógvar fram­ sýningar bæði her heima og uttanlands. Sunnukvøldið klokkan 19 fer TenSing at hátíðar­ halda 10 ára føðingar­ dagin við einum braki av einari konsert í Norðurlandahúsinum tónLeikur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinastu 10 árini hava óteljandi ung sungið, dans­ að, spælt sjónleik og havt tað stuttligt í hjartanum í Havnini. Flestu havnafólk hava hoyrt um TenSing­ kórið í KFUM, sum hevur sett síni spennandi spor á ungdómslívið í høvuðs­ staðnum. Kórið, sum er fyri allar tannáringar, hevur verið karmur um eitt skap­ andi og mennandi um­ hvørvi, har listin skapar samanhald gjøgnum sang, dans og sjónleik. Kórið sá dagsins ljós í 1999, tá ungi norðmaðurin Vemund Svendsen kom til Føroya at byrja eitt øðrvísi ungdómskór. Hugsjónin handan TenSing er, at øll kunnu vera við. Nógv er hent síðan. TenSing kórið hevur vitjað í Kekkia, Noreg og Danmark, og fyri at fíggja hetta hava tey eisini troytt alternativar møguleikar. Eitt nú vóru tey tey fyrstu, sum høvdu eina fløskuinnsavnan. Nú 10 ár eru liðin, síðani kórið sá dagsins ljós, verður rimmar konsert hildin í Norðurlandahúsinum. Á konsertini verður kórið mannað av sangarum, sum í størri og minni hava verið partur av kórinum seinastu 10 árini, so talan er um stóran hóp av sangarum, sum fara at framføra. Rimmar kórframførsla um vikuskiftið Føroysk list á Bornholm Skapandi føroysk list er við á framsýning, sum um vikuskiftið letur upp á Bornholm TenSing kórið hevur vant dúgliga í seinastuni, nú fleiri av sangarunum ikki hava verið partur av kórinum í nøkur ár. Sunnukvøldið eru tey tó øll savnað aftur Mynd: Beinta Haraldsen