Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. juli 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Týðarin, A. Guttormur Djurhuus, sigur í formælinum til bókina: »Tá eg fór undir at skriva mítt credo, kom eg skjótt eftir, at svenski heimsspekingurin, Olav Hammer, longu hevði skrivað eina bók um mst sum tað sama, sum eg ætlaði mær at skriva. Har vóru orðingar, sum vóru snarlíkar mínum egnu. Tískil tók eg ta avgerð heldur at umseta hansara bók til føroyskt, enn at skriva mína egnu. Ein maður segði við meg, at uttan trúgv er lívið uttan meining. Rætt er tað, at vit verða fødd til eitt lív uttan meining. Líviðh evur í sær sjálvum hvørki innihald ella meining. Tað eru vit sjálvi, sum mugu geva tí innihald og meining. Tað er krevjandi, men gevur lívinum meining og innihald. Tað var svenska skaldið Thomas Thorild (1759-1808), sum segði: at hugsa frítt er stórt, men at hugsa rætt er størri. Sjálvur haldi eg, at tað er størri at hugsa frítt, tí helst er tað so at ein fortreyt fyri at hugsa rætt, er at kunna hugsa frítt. Og at hugsa frítt um øll lívsins viðurskifti kann bara tann gera, sum hevur sloppið sær av við átrúnaðarligu spennitroyggjuna. Viðvíkjandi málinum er at siga, at eg havi brúkt orð sum til dømis ástøði, støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði, heimspeki, hóast at mær ikki hóvar tey. Hetta tí at tey hava fingið innivist í lærubókum, so at flestøll ung kenna tey. Hentari hevði helst verið at brúkt tey snøggaru altjóða orðini fyri tað sama, og sum flest allir føroyingar kenna týdningin av. Hinvegin havi eg roynt ikki at gera nýtslu av heimagjørdum orðabóksorðum, ið fáur ella eingin veit hvat merkja«. Vit hava drúgvari útbúgving enn nakað ættarlið undan okkum. Hòast tað trívast pátrúgv, pseudovísind, fordómar og rasisma. Er tað tí at nøkrum fólkum vantar kunnleika ella eru meira irrationell enn onnur? Einki bendir á at so er. Nýggja bókin hjá Olav Hammer Vilst Vit vísir við nógvum dømum, bæði úr søgu og nútíð, at okkara egna medvit dregur okkum inn í eina fløkju a illusjónum. Tað er stór gjógv millum veruleikan og okkara hugmynd av, hvussu tilveran hongur saman. Vit misskilja støðugt persónsmenskuna hjá øðrum. Og tað ið er enn løgnari, vit skilja ikki okkum sjálvi. Øll kunnu villast í andaligum klingrugøtum. Okkara politikarar gera tað, teir sum taka avgerðirnar og medarbeiðarar. Tað gera øll, sum hava fyri neyðini at taka støðu til, hvussu arbeiðið skal gerast ella lívið livast. Tað gera øll, sum royna at finna leið millum sjónarmið og uppáhald í einum torgreiddum heimi. Og, sjálvt um tað kann vera svart at viðganga, so gera tú og eg tað eisini. Men tað er óneyðugt at vera offur fyri okkara vilsta viti. Henda bók veitir tær mótevni: sjálvsinnlit. Olav Hammer er professari í religiónssøgu á universitetinum í Odense í Danmark. Nr. 143 • 31. juli 2009 Um bókina Vilst Vit – Ein bók um at hugsa verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð At seta sagnorð saman “Men hetta uppskotið bleiv burturvíst”, segði politikarin. Tað hoyrist beinanvegin, at her er okkurt galið. Politikarin meinti, at uppskotið bleiv avvíst. Hyggja vit í DA-FØ-orðabók, so síggja vit forkláringina: afvise verður umsett til vísa burtur. Her er talan um heilt ymisk ting. Ein óargaligur næmingur kann blíva burturvístur úr einum skúla. Dostojevskij bleiv burturvístur (exileraður) til Sibiria, sum so mangur annar. Myndugleikarnir í Bretlandi burturvístu hundraðtúsundtals lógbrótarar til Australia, og Frankaríki hevði sína djevlaoyggj til sama brúk. Men at avvísa er nakað annað. Royna vit at býta um upp á partarnar í orðinum, so fáa vit uppaftur nakað annað: ‘vísa av’ er ikki tað sama sum ‘avvísa’. At avvísa er at kasta okkurt aftur; vraka okkurt, siga nei til okkurt. Vit hava tað eisini í presens participium: Eg tordi ikki at tala á hana, tí hon var so avvísandi. Vit hava ein hóp av samansetingum við av-: avtaka, avgera, avtofta, avlaga, avseta, avmarka, avreiða, avrunda, avtala, avhølva. Summi eru fast samansett og onnur eru leyst samansett, og sama orð kann vera bæði fast og leyst samansett “Vit fara av avhølva gólvini” og “Hann hølvaði ófriðarkroppin av”. Eisini ein samanseting sum ‘burturføra/burturflyta’ verður bronglað. Tá ið onkur óheldigur journalistur í Eysturlondum verður burturførdur og kanska eisini dripin, so sigur útvarpið, at tann neyðar maður bleiv burturfluttur. Sum um føra ikki er føroyskt. Tað er ein gáta, hví vaksin og skúlað tíðindafólk lata seg forføra til eitt óhvast og til tíðir láturligt málbrúk. Tíðindafólk eru eisini farin av brúka vendingina “taka frástøðu”. Hetta týska orðafellið (Abstand nehmen) er blivið til ‘tage afstand’ á donskum. Men tað verður ikki føroyskt av at blíva til ‘taka frástøðu’. Einki eitur frástøða á føroyskum, og so kann hon heldur ikki takast. “Vi må tage afstand fra den slags metoder” kann umsetast til “Vit mugu venda okkum frá sovorðnum atburði”. Vit mugu burturvísa frástøðuna, tí annars verður avstandurin millum tað sagda og tað meinta for stórur. (MT) Stokkut Á donskum verður tað kallað ‘autoværn’ – hesin lági gelendarin, sum skal forða fyri, at bilar fara útav og kanska rulla fleiri hundrað metrar oman. Á føroyskum hevur orðið ‘bilverja’ verið brúkt, og tað riggar ikki illa. Men nú sigur tann føroyska orðabókin, at hendan verjan skal eita – vegstokkur. Lesarin hvøkkur við. Øll kenna orðið ‘stokkur’. Vit hava stokkastovur, sum eru gjørdar av vatnrøttum viðabulum. Konur hava ofta stokkar við, tá ið tær fara at vitja. Tað, sum varar stutt ella munar lítið, kann kallast stokkutur hiti. Og tað, sum á skipi eitur ‘lúnning’, verður á báti kallað stokkur. Um bát, sum er søkklaðin, kann verða sagt, at “hann fleyt um stokkarnar”. Hetta hendi ikki so sjáldan við torvbátum, og mangur góður føroyingur er druknaður av hesi orsøk. Tað er kanska myndin við árabátinum, sum hevur fingið orðasmiðin at gera orðið ‘vegstokkur’ um bilverjuna. Men hvussu beinrakið er hetta? Tá ið eingin normalur føroyingur hevur nakran kjans til at gita sær til, hvat tað nýggja orðið merkir, so er orðið ikki gott. Er lesarin stokk-konservativur, so fara hansara tankar at ferðast á leiðum, sum einki hava við bilkoyring og ferðslutrygd at gera. Hann fer at hugsa um ommuna, sum altíð hevði stokkarnar frammi og mangt fløvandi plaggið legði úr hondum. Ella hann hugsar sær, at tað er vegristin, sum nú verður gjørd við tjúkkum stokkum. Men er lesarin ikki afturhaldin, kanska heldur framfýsin fyri ikki at siga radikalur, so leggur hann bara tann óforstáiliga tekstin frá sær og mutlar: Hasin orðafrøðingurin er ordiliga forstokkaður. (MT) A. Guttormur Djurhuus