fríggjadagur 31. juli 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 143 - 31. juli 2009
Jógvan Arge hevur
verið uppsagdur í
Kringvarpinum í
seks mánaðir. Fram
til í dag, hevur hann
fingið umleið 30.000
krónur um mánaðin
í uppsagnarløn. Men
nú gjørdist talan í
prinsippinum um
eina feriu, tí frá í
gjár, var Jógvan Arge
aftur í føstum starvi í
Kringvarpinum
Uppsøgn
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
- Í meira enn hálva øld
hevur Argenavnið verið
óloysiliga knýtt at útvarp-
inum. Hetta er nú søga, eftir
at Jógvan Arge, sum í 40 ár
hevur verið ímyndin av
føroyskum útvarpi er sagdur
úr starvi saman við sjey
øðrum starvs feløgum. -
Síðsta orðið er ikki sagt,
sigur Jógvan Arge.
Hetta stóð skrivað á for-
síðuni á Sosialinum 16.
desembur í fjør, tá tað kom
fram, at Jógvan Arge saman
við sjey øðrum varð upp-
sagdur í Kringvarpi Før-
oya.
Síðani tá er ymiskt hent í
málinum, og í gjár kom
stað festingin, at seinasta
orðið ikki var sagt, og upp-
søgnin hjá Jógvani Arge er
nú ógildað av Menta mála-
ráðnum.
Nógva uppsagnarløn
Síðan Jógvan Arge varð
upp sagdur,
hevur
hann
starv ast fyri aðra rás, sam-
stundis, sum hann hevur
fingið uppsagnarløn frá
Kringvarpinum. Sum sær
út nú, er talan blivin um eitt
slag av frítíðarløn hesar
seinastu seks mánaðirnar, tí
nú er Jógvan Arge aftur
fast settur í Kringvarpinum.
Sjálvur veit høvuðs per-
sónurin ikki, hvat nú hend-
ir.
- Eg havi ikki verið í
sam band við leiðsluna, so
nú mugu vit bara síggja,
hvat hendir. Sum nú er dugi
eg illa at siga, hvat fer at
henda, sigur Jógvan Arge.
Ivast í endurgjaldi
Hinvegin veit Jógvan Arge,
sambært heimasíðuni hjá
Kringvarpinum, ikki, um
hann fer at krevja endurgjald
frá arbeiðsgevara sínum, nú
tað er staðfest, at hann varð
uppsagdur av órøttum.
Útvarpsmaðurin
segði
eisini við heimasíðuna hjá
Kringvarpinum í gjár, at
hann fegnast, at niðurstøðan
hjá Mentamálaráðnum er
tann sama, sum hjá honum
sjálvum.
Ósaklig uppsøgn
- Mentamálaráðið hevur í
kæruviðgerðini
kannað
eftir, hvørt mannagongdin í
sambandi við uppsøgnina
hevur verið røtt, harundir
hoyringar- og uppsagnar-
freist, og um Kringvarp
Før oya hevur tikið saklig
atlit, tá ið avgerð varð tikin
um at siga starvsfólkið úr
starvi. Ongin ábending er í
skjølunum í málinum, um
at onnur grund enn sparing
er orsøk til, at starvsfólkið
er sagt úr starvi, men spar-
ingin hevði verið størri, um
starvsfólkið hevði fingið
tilboð um starvið sum jour-
nalistur, sum varð lýst leyst
stutt undan uppsagnar til-
gongdini. Harumframt er
týðandi málsviðgerðarfeilur
gjørdur, sigur Menta mála-
ráðið í niðurstøðuni.
Tí leggur Mentamálaráðið
upp til, at Kringvarp Føroya
og Jógvan Arge finna eina
loysn á málinum.
Hvørki Rúni Heinesen,
stýrisformaður í Kring varp-
inum, ella Annika Mittún
Jacobsen, kringvarpsstjóri,
hava verið at fáa fatur á í
dag, men við heimasíðuna
hjá Kringvarpinum hava
bæði greitt frá, at tey ikki
hava viðmerkingar til mál-
ið.
Óttast víðgongda islamismu
Forsetarnir í Afghanistan, Pakistan og Tadjikistan samdust í gjár um at
samskipa tilsøkl, sum skulu forða fyri, at víðgongdir islamistar fáa ov
stóra ávirkan í londunum í Miðasia. Sum er gera islamistarnir nógv um
seg í Pakistan og Afghanistan, og sambært forsetunum er vandi fyri, at
ágangurin kann breiða seg til onnur lond í økinum. Aftan á fundin hittu
teir tríggir forsetarnir russiska forsetan, Dmitrij Medvedev, sum hevur
sagt, at land hansara vil fegið hava ein meiri virknan leiklut í Afghan-
istan. Eins og Vesturheimurin ber Russland ótta fyri, at ágangurin hjá
islamistunum skal breiða seg um eitt størri øki í Miðasia.
Bretska luttøkan í Irak
kannast
Í síðsta mánað gjørdi bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, av at kanna
bretsku luttøkuna krígnum í Irak, og í gjár byrjaði kanningin. Hon fer í
stóran mun at snúgva seg um sjálva avgerðina hjá táverandi forsætisráð-
harr anum, Tony Blair, at taka lut í innrásini í Irak. Blair hevur sagt, at hann
er sinnaður at samstarva við kanningarnevndina, men politiskir eygleiðarar
halda, at hann er alt annað enn fegin um, at avgerð hansara verður kannað.
Tey, sum vóru ímóti bretsku innrásini í Irak, vóna nú, at kanningararbeiðið
fer at avdúka, at fregnartænastu frágreiðingar um Irak blivu broyttar, so tær
kundu rættvísgera eina uppgerð við stýrið hjá Saddam Hussein.
Nr. 242 • Týsdagur • 16. desember 2008 • 82. árg. • Kr. 20,00
SHEFA
verpir
gullegg
til Føroyar
JógvAn
ArgE
Fingið
SEkkin
nýggjur
skúli við
Løkin
130 fólk mist
arbeiði í
klaksvík
Stóratjørn
í vanda
Í meira enn hálva øld hevur Arge-navnið verið óloysiliga
knýtt at útvarpinum. Hetta er nú søga, eftir at Jógvan
Arge, sum í 40 ár hevur verið ímyndin av føroyskum
útvarpi er sagdur úr starvi saman við sjey øðrum starvs-
feløgum. - Síðsta orðið er tó ikki sagt, sigur Jógvan Arge
Síða 7
Síða 8
www.glitnir.org
JólagáVu
hugskoT
Vinnan 23-34
Síða 42
180.000 krónur í frítíðarløn
Seks uppsagnir staðfestar
Jógvan Arge er nú aftur formliga í føstum starvi í Kringvarpinum, eftir at hann kærdi arbeiðsgevara sín, sum segði
hann upp. Men soleiðis er støðan ikki hjá hinum seks fólkunum, sum eisini mettu, at tey vórðu uppsøgd av
órøttum.
- Ongin ábending er í skjølunum í málunum, um at onnur grund enn sparing er orsøk til, at starvsfólkini eru
søgd úr starvi á stovninum, sigur Mentamálaráðið um uppsagnirnar.
Hetta merkir, at hesi fólkini nú endaliga eru uppsøgd.
Sum grundgevingar fyri kæruni vístu hesi seks fólkini á, at nógvir skeivleikar vóru í uppsagnartilgongdini, og
so kærdu tey eisini leiðsluna í Kringvarpinum fyri handfaringina uppsagnunum.
Mentamálaráðið metir, at Kringvarpið hevur gjørt onkur mistøk í tilgongdini, men av tí, at kringvarpið sambært
siðvenju hevur rættiliga fríar ræsur at velja, hvørji fólk skulu starvast har, so verða hesar uppsagnir ikki ógildaðar.
Soleiðis sá forsíðan á
Sosialinum út 16. desembur
2008. Nú er veruleikin
broyttur, og Jógvan Arge er
ikki longur sekkjaður