fríggjadagur 31. juli 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 143 • 31. juli 2009
Ólavsøka
Jógvan Arge
Tórshavnar kommuna heldur
aftur í ár 100 ára føðingardag.
Hesaferð, tí hon hevur havt
fólkavalt býráð í eina øld. Tað
merkir, at hesi 100 árini hava
havnarfólk havt tey býarstýri, sum
tey sjálv hava viljað havt.
Men Havnin er nógv eldri enn
so. Ólavsøka hevur verið hildin
her í mong hundrað ár, og tingið
hevur verið sett her í havnini hjá
Tóri í meir enn 1000 ár.
Allir vegir føra til Havnar
– eisini á ólavsøku. Føroyingar
í øllum aldri hittast til gaman
og álvara. Havnin er í fínasta
skrúð og er gjørd út til enn eina
minniliga tjóðarhátíð. Vit eru øll
sum eitt og brynja okkum saman
til tað komandi árið.
Men heitini Tórshavn og
Ólavsøka umboða hvør sítt rák. Í
Norðurlondum var gamalt at seta
tingið heldur fyrr á sumrinum,
t.d. á Bótólvssøku, tí tá lá betur
fyri hjá tingbóndunum at koma til
tings. Ólavsøkan var ikki fyrrenn
deyðadag Ólavs Haraldssonar
á Stiklastøðum 29. juli. Hana
hildu prestar og bispar við sínum
ólavsgildi.
Júst í eini roynd at fáa
føroyingar rættiliga at virða
Ólav Halga verður hildið, at tann
máttmikla kirkjan gjørdi av, at
tingsetanin og ólavsøkan skuldu
verða um eina leið – í sjálvari
havnini hjá Tóri - og væl hevur
vignast.
Rumbul á Dalatingi
Føroyingar hava kvøðið nógv
á ólavsøku, og tað var tann
tíð, tá kvæðini ljómaðu eftir
allari høvuðsgøtuni langar
ólavsøkunætur. Ólavur og
Tórur vóru millum teirra,
sum kvøðið varð um. Eitt nú í
Gudbrandskvæðinum, tá Ólavur
hin Heilagi kristnaði alt Noregi.
Gudbrandur í Gudbrandsdali
var tann seinasti, sum eftir var.
Tá sonur hansara tók við kristnari
trúgv, spann øði í hann. Hann
boðsendi Ólavi kongi á sín fund
í Gudbrandsdali, har hann vildi
bera sjálvan Tóra gud fram fyri
hann.
Gudbrandur ivaðist ikki í, at
Ólavur kongur fór at lúta í sínum
skeggi, tá fimtan menn bóru Tór
á tingið inn við stórari sleggju í
hondum og hamarinum Mjølnir
mót tonnum.
Men meðan teir skoðaðu
sólina, sipaði ein av kongsins
monnum til Tóra, so hann fór í
smildur.
Rottur lupu úr viðagudi
hartil stórir ormar;
tá var rumbul á Dalatingi,
tá alt at durum stormar.
Bilsin stóð hann Gudbrandur
gamli,
rann honum tað í huga:
óargadýr í Tóra búðu,
lítið mundi hann duga.
Tá hevði Ólavur Haraldsson alt
Noregi kristnað, og Tórur gudur
var fallin.
Havnin mennist
Men Tórshavn í Føroyum
fór ongan veg. Navnið varð
varðveitt, og sum fráleið gjørdist
tingstaðurin og skipahavnin tann
sanna miðstøðin í Føroyum. Her
vóru embætisfólkini, handilin og
skansin. Her vaks ein almúga upp
og higar mátti tú til at klára upp,
at keypa og selja.
Gjøgnum hesar mongu øldirnar
hevur Havnin ment seg við størri
og smærri fetum. Í 1866 varð
Tórshavn skipað sum landsins
fyrsta kommuna, og skjótt vildu
havnarfólk hava allar býráðslimir
fólkavaldar. Frammanundan
kundu teir menn, sum vóru best
fyri, velja nakrar av limunum, men
fútin skuldi altíð sum føddur limur
sita við borðið.
Teir valdu limirnir komu skjótt
eftir, at teirra lutur var í mesta
lagi ráðgevandi, Mælt varð tí
til, at býráðið alt skuldi verða
fólkavalt.
Men tað tók sína tíð. Tilmælið
úr Føroyum tóktist ov radikalt fyri
myndugleikarnar í Danmark, sum
ikki hildu, at Havnin skuldi fáa
rættindi fram um líknandi býir í
Danmark. Málið steðgaði eisini
av, at tað kom í trol við tann sera
eyma spurningin á Flatlondum
um at játta kvinnum valrætt til
kommunustýri.
Kvinnur fáa valrætt
Roynt varð við ymsum samtyktum
um avmarkaðan valrætt til
kvinnur, meðan ein stórur
minniluti í løgtinginum mælti til,
at valrætturin skuldi fevna um
tær allar.
Í 1908 var hesin spurningur
búnaður so mikið, at hann kom
til endaliga avgerð á ríkisdegi.
Málið varð samtykt við sera
teprum meiriluta í landstinginum,
og avgerandi atkvøðuna átti
Føroya próstur Fríðrikur Petersen.
So nógv stóð á hjá honum, at
hann noyddist at taka seg úr
høgraflokkinum.
Eins og hjá monnum var
valrætturin hjá kvinnum treytaður
av, at antin tær sjálvar ella tær
og maðurin rindaðu skatt, sum
svaraði til 4 krónur fyri hvønn.
Tá hendan lógin var komin
ígjøgnum, var greitt at samtykkja
nýggju lógina um Tórshavnar
kommunu. Fyrsta fólkavalda
býráðið burtur av varð valt í
november 1908, og 1. januar
1909 varð Mads Andrias Winther
valdur sum fyrsti formaður í
einum fólkavaldum býráð í Havn.
Hóast konufólkini fingu valrætt,
og nú eisini vóru valbarar, sat
ongin kvinna í býráðnum. Har
sótu bara menn, og soleiðis helt
lagið fram heilt til 1956, tá Malla
Samuelsen úr Fugloy sum fyrsta
kvinna varð vald í Tórshavnar
býráð. Hon var fødd júst í 1909.
Framsíggið býráð
Nýggja býráðið legði til brots
beinanvegin og tók stór tøk,
sum hava verið býnum til
alstóran frama. Í 1909 varð
samtykt at keypa Gundadal til
ítróttarendamál og at keypa
Runding við Vestaru vág til
havnaendamál.
Báðum hesum avgerðum hava
havnarfólk síðani havt alstóra
nyttu av. Vit eiga at vera errin
av, at fyrsta býráðið var so
framsíggið, og skula minnast
til, at búsetingin í Havn um ta
mundið nóg illa rakk niðan um
Glade hjørn.
1909 var eisini í aðrar mátar
eitt merkisár. Regin í Líð gav
út fyrstu føroysku skaldsøguna
”Babilstornið”. Havnin fekk
sín fyrsta biograf. Føroya
Fólkaháskúli flutti til Havnar.
HB og TB spældu sínar fyrsta
dystir nakrantíð, og Havnar
Fimleikafelag varð sett á stovn.
Í heila tikið var hetta ein
bjartskygd tíð, har ungdómur í
Havn undir kønari leiðslu legði
seg eftir at menna seg til tær
avbjóðingar, sum framtíðin fór
at hava í sær. Fólkatalið í býnum
táttaði í 2000, og mentanarlívið
á føroyskari grund blómaði við
sjónleiki, tónleiki og skaldskapi.
Sálarlig og likamlig venjing
gingu hond í hond í almenna
kjakinum. Og vit kunna skjótt
staðfesta, at dagsins høvuðsmál
eru júst tey somu – bara flutt 100
ár fram.
Ítróttarandi við lít
Tann týdningarmesti liðurin í
ólavsøkuhaldinum er sambandið
millum fólk, men skipað undirhald
skal eisini til. Tey seinastu 100
árini hevur ítrótturin saman við
alskyns mentanarátøkum verið
meginásin.
Síðani 1940 hevur Tórshavnar
Ítróttaráð samskipað sín part,
og fyrsta árið varð boðið til
fótbóltskapping millum bestu
feløgini í Føroyum og bretar.
KÍ og HB komu í finaluna um
Veðrasteypið, og søgan um,
hvussu tann ólavsøkudysturin
dysturin endaði, hevur altíð
hugtikið meg. HB var á odda
2-0. Nakað fyri leiklok var ein
HB-ari so óheppin at bróta
beinið. Eitt suð fór gjøgnum alla
áskoðarafjøldina, og eitt skar kom
í ólavsøkugleðina.
Óhappið hevði eisini árin
á klaksvíkingarnar, og tá
spælið skuldi takast uppaftur,
boðaðu teir frá, at undir hesum
umstøðum høvdu teir ikki hug at
halda fram, men HB átti steypið.
Tað var ítróttarandi við lít.
Av leið í mjørka
Nú stendur endabresturin í
ársins kappróðri fyri durum.
Eitt áhugavert og spennandi
kappingarár verður lagt aftur
um, og nú skula meistarar og
ólavsøkuvinnarar staðfestast..
Einaferð róðu tveir seksæringar.
Málið var á Vestaru vág, men
tjúkt var í mjørka. Annar báturin
ýtaði av eftir einum trolara, sum
hann sá liggja á Molanum, tá
teir fóru út. Tá teir fóru at rógva,
stýrdu teir trúliga eftir hesum
stavnhaldi – men tað gekst
striltið at koma á mál.
Orsøkin var, at trolarin loyst,
meðan bátarnir lógu úti á
málinum, og var á veg inn á
Skálafjørðin – so seksæringurin
kendi seg ikki aftur fyrrenn uppi á
Boðanesi.
Tað kemur neyvan fyri í dag,
men kappróðurin er enn sum áður
ein virðilig ólavsøkubyrjan, og fátt
er so eggjandi sum at fylgja við,
meðan árar bogna, homlur togna
og skúmið drívir um rengur.
Árið í ár er eitt merkisár
fyri havnarfólk og Tórshavnar
kommunu, og tí er tað mær ein
heiður við hesum orðum at lýsa
ólavsøkuna 2009 at vera setta.
Góða ólavsøku.
Vælkomin á ólavsøku!
Tað var Jógvan Arge, sum
setti ólavsøkuna í ár.
Niðanfyri prenta vit
røðuna, sum hann helt
ólavsøkaftan
Myndafólk okkara vóru úti
alla ólavsøkuna. Á komandi
síðunum hava Beinta
Haraldsen og Álvur Haraldsen
víst nakað av tí, sum tey sóu
gjøgnum linsuna á ólavsøku
Tað var Jógvan Arge, býráðslimur, sum í ár fekk heiðurin at seta ólavsøkuna.
Og tað gjørdi hann við eini sera beinraknari lýsing av ólavsøkuni
Mynd: Beinta Haraldsen