Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. juli 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 31. juli 2009 13 Skúla- og heilsu- politikkur Bjørghild Djurhuus, heilsu frøðingur, skrivar í Sosial­ inum 22. juli, at hon er hug stoytt av grein, sum stóð í Sosialinum 21. juli. Her verður sipað til sam røðu blaðmaðurin hevði við undirritaðu um átak, sum Fólkaheilsuráðið stóð fyri á tónleikafestivalinum við Múrin. Hvussu blaðmaðurin setir yvirskriftir, og hvussu hann skrivar, havi eg onga ávirk an á. At skúlarnir svíkja eru ikki míni orð, og at onki verður gjørt, sum tú sigur, kenni eg ikki aftur, hvørki í teksti ella talu. Eg veit fullvæl, at bæði heilsu frøðingar og lærarar gera eitt megnar arbeiði og røkja sínar skyldur, ongin ivi um tað. Og at tú brennir fyri teim ungu, og at tín leik lutur á økinum liggur ikki eftir. Í samrøðuni við blað mannin endurtók eg tað, sum eg havi sagt fyrr, at seksualundirvísingi, við øllum sum hartil hoyrir, eigur at vera raðfest hægri og at fleiri tímar vera settir til hetta so týdningarmikla evni. Soleiðis, at tit m.a. fáa betur stundir og viður­ skifti at røkja uppgávurnar, til at fyrireika, til at undir vísa, til at menna tykkum, o.s.fr. Skúla­ og Heilsu mynduleikar eiga at geva tykkum tíðarhóskandi rammur at arbeiða í. Viðmerkjast skal, at øll norðanlond, uttan Føroyar, hava orðaðan politikk á økinum. Eisini eru heilsu­ frøðingar á flestu mið náms skúlunum í norðan­ londum. Vónandi verður tú tann fyrsti heilsufrøðingurin á miðnámsskúla í Føroyum, Bjørghild. MPH Malan EgholM Ein fagran várdag lovaði landsins leiðari fólkinum ein pakka. Tá pakkin lok­ sins kom, var hann vorðin til eitt ólavsøkuuppskot, sum ikki júst var nakað nýtt uppskot men í høv uðs­ heitum eitt savn at longu samtyktum uppskotum. Og pakkanum á baki kom ein ólavsøkurøða uttan greið mál og uttan nýskapandi politikk á týdningarmestu økjum. Blómutyssi til Lene Espersen Hóast vit hava ikki færri enn nýggju landsstýrisfólk, er tað avrik hjá danska búskaparmálaráðharranum, Lene Espersen, sum fekk heiðurspláss í ólavsøku­ røðu løgmans. Tað fyrsta løgmaður velur at nevna í sambandi við búskapar­ átøk, eru bankapakkarnir og skipanir hjá danska Eksportkredittfonden. Donsk átøk, sum hvørki okkara løgmaður ella avvarðandi landsstýris­ menn hava tikið stig til ella havt so mikið sum ein lítlafingur av ávirkan á. Íløgur og gransking Løgmaður boðaði frá, at íløgukarmurin á fíggjar­ lógini 2010 hækkar við 100 mio kr til 330 mio kr. Men júst hvat pengarnir skulu nýtast til, ella á hvønn hátt íløgurnar verða arbeiðsskapandi, fáa vit einki at vita um. Tosa vit um tunlar (her mangla nógvir pengar til longu samtyktar verkætlanir), at skunda undir bygging av psykiatriska deplinum, 50 metra svimjihyl, tjóð leikar­ hús, skipasmíð......?? Tað einasta vit fáa at vita er, at eitt privat felag skjótt fer at kunna forvinna fleir­ sifraðar milliónir árliga uppá at byggja ein privatan undirsjóvartunnil. Løgmaður sigur, at okkara grannalond nýta umleið 3% av BTÚ til gransking og menning, og at Føroyar nýta ov lítið. Men hvat er tykkara mál, harra løgmaður? Koma tit við einari munandi hægri játtan til gransking? Ólavsøkupakkin bendir á tað mótsetta. Nýggjar vinnur Tá løgmaður kemur til partin um nýggjar vinnur er tað fyrsta hann nevnir at: “Landsstýrið er farið undir at menna Føroysku Altjóða Skipaskránna....”. Ja, undanfarna landsstýrið! Undir CHE vórðu neyð­ ugar lógarbroytingar gjørdar, fyri at gera FAS kappingarført við aðrar skipaskráir, og FAS­kontór varð sett á stovn. Tað er gleðiligt at sitandi stjórn loftar úrslitunum og vil føra arbeiðið víðari, men her er løgmaður í so altráur at pynta seg við læntum fjaðrum. Løgmaður setir bein­ leiðis krónutal á upp rað­ festing av marknaðarføring av ferðavinnuni – sum nú er partur av Uttanríkis­ ráðnum. Meðan einki verður sagt um upprað­ festing av vinnumála­ ráðnum og fiskivinnu­ málaráðnum. Tað er marg­ háttligt at tey bæði vinnuráðini ikki skulu ganga á odda, tá vit tosa um menning av nýggjum vinnumøguleikum. Síðani í vár hevur ólav­ søkuuppskotið verið selt ótaldar ferðir sum ein vakstrarpakki við vinnu­ stimbrandi átøkum. Men nú sigur løgmaður, at aðalorðaskifti um at menna og fjølbroyta vinnulívið ikki kemur fyrr enn í heyst. Við øðrum orðum hevur okkara fíggjarmálaráðharri arbeitt síðani í vár við einum vakstarpakka, uttan at vinnumennandi átøkini hava verið við! Fiski- og alivinnan “Málið er, at øll fiski vinn­ an fær altjóða góðkenning sum burðardygg” og “flotin er ov stórur, og tillagingin av veiðiorkuni gongur ov seint”. Hetta er gleðiligastu boðskapirnir í røðuni, tí hetta vísir, at løgmaður hevur skilt høvuðstrupulleikarnar í fiskivinnuni. Men hvat ætla løgmaður og hansara lið við okkara fiskivinnu? Vit vita, at landsstýris­ maðurin í fiskivinnumálum ikki kemur við nøkrum kollveltandi uppskoti til broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Nú skal ein nevnd so setast at hyggja uppá brúksskyldu, umsetiligheit v.m. Hevði løgmaður og ABC onga greiða ætlan við okkara høvuðsvinnu, tá tey tóku við valdinum? ABC sat í fýra ár undan hesi stjórn­ ini, og hevur sostatt havt meira enn ríkiligt at tíð til at finna útav, hvat tey vilja. Nevndin verður helst sett fyri at fjala útyvir, at her er enn eitt mál, sum skal parkerast fyri frið skyld. Og hví skal alivinnan til at gjalda nýtslugjald, sum fiskivinnan sleppur undan? Hesum kundi løgmaður greitt okkum frá, men tað gjørdi hann ikki. Varandi orkukeldur og CO2-útlát Størsta vónbrotið í løg­ mansrøðuni er kortini ta sera avmarkaðu rúmd menningin av varandi orkukeldum fekk. Her eru fá boð uppá, hvussu Føroyar kunnu gerast óheftar av oljuni, og samstundis skapa nýggjar vinnumøguleikar. Løgmaður er sjálvur høvuðssamskipari av fyrireikingunum til veður­ lagsráðstevnuna í Keyp­ mannahavn í desember, og vísir hann til okkara ábyrgd at minka um útlátið av CO2. Tað er hugaligt, at løgmaður vil vísa altjóða samfelagnum, at vit taka ábyrgd. Men við føgru orðunum fylgir lítið greitt innihald og boð uppá, hvussu málið kann og skal røkkast . Kladda til fíggjarlóg 2010 Ólavsøkuuppskotið var ikki nakað nýbrot, men ein kladda til fíggjarlógina fyri 2010. Landsstýrið skal ikki lastast fyri, at vera í góðari tíð at fyrireika komandi fíggjarlóg. Men tað má vera mark fyri hvussu ofta ein kann selja krákugull og manglandi innihald, og sleppa at látast sum tað er nýggj og ekta vøra. Men løgmaður, sig okkum hvat og hvussu! Tjóðveldi Bjørt SaMuElSEn