fríggjadagur 31. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 • 31. juli 2009
Vikuskifti 13
botni
Aftur í ár møttu nógv
túsund fólk til stóra
ólavsøkutiltakið hjá
Rás2. Stjórin er væl
nøgdur og heldur, at
tað vísir, hvussu góð
undirtøkan fyri
útvarpsrásini er
Fleiri hildu, at tað bar ikki til
at endurtaka stóru succes’ina
frá ólavsøkuni í fjør, tá ið
útisetin Haraldur helt røðu
fyri fleiri enn 10.000 fólkum
í Vágsbotni. Og summi hildu
enn tá fyri, at eitt slíkt tiltak
skuldi ikki endurtakast.
Men á ólavsøku í ár bjóðaði
Rás2 enn eitt stórt tiltak í
Vágsbotni, og tað var ikki
bara líka væl umtókt, sum
tiltakið í fjør. Tað var betur
umtókt, tí enn fleiri fólk
høvdu leitað sær at lurta eftir
Frændum, Kára Cool og at
síggja steypavinnararnar í
Víkingi.
- Vit eru ótrúliga fegin um
móttøkuna, sum vit hava
fingið sum útvarpsrás. Tað
eru sløk tvey ár síðani, at
vit yvirtóku Rás2, og millum
annað hesi ólavsøkutiltøkini
vísa okkum, hvussu væl fólk
hava tikið ímóti okkum, sigur
Jonhard Hammer, stjóri á
Rás2.
- Vit eru takksamir fyri, at
Føroya besti og populerasti
tónleikabólkur vildi spæla,
og at Sjúrður Skaale vildi
taka tann coola hattina uppá.
Røðan hjá Kára Cool var helst
betru enn løgmansrøðan,
og Kári Cool kom við einum
góðum og sterkum boðskapi,
sum vit øll kunnu brúka til
nakað.
- Og so er tað eisini at
fegnast um, at hugskotið,
konseptið, innihaldið og alt
rundan um er føroyskt, sigur
stjórin á Rás2.
Rock ‘n’ rolla andi
Frændur spældi nakrar av
sínum kendastu sangum fyri
teimum mongu fólkunum,
sum stóðu í allar ættir kring
Miðlahúsið. Kári Cool helt
eina brandtalu til føroyingar
og valdi Pál Joensen sum
Ársins Rock ‘N’ Rollara. Og
so vóru steypavinnararnir
í Víkingi eisini heiðraðir á
pallinum uttanfyri studio hjá
Rás2.
- Eg haldi, at starvsfólkið
á Rás2 livir the rock ‘n’ roll
way. Tí tað ber væl til at sita
á einum stórum kontóri og
gremja seg um tað, sum ikki
ber til. Men tað ber eisini til
at leypa út í tað og gera nakað
gott í røttum rock ‘n’ anda,
sigur Jonhard Hammer.
- Rás2 livir bert av lýsarum
og sponsorum, og tí hevði
eitt slíkt tiltak als ikki latið
seg gjørt uttan okkara góðu
stuðlar og lýsarar, sigur
Jonhard Hammer.
Hesaferð vóru Hvonn, Carls-
berg, Atlantsflog og Føroya
Bjór stuðlar fyri tiltakinum.
Og spurningurin er so, um
tiltakið hjá Rás2 í Vágsbotni,
sum samlar so stóra fjøld, er
blivin traditión.
- Eg rokni við, at vit fara at
finna upp á okkurt spennandi
aftur næsta ár. Móttøkan av
hesum tiltakinum forpliktar,
og vit vilja gjarna gleða
føroyingar við einum slíkum
ókeypis tiltaki.
- Og hvør veit. Nú tá vit
síggja, hvussu stór undir-
tøkan er fyri Rás2, og vit
vita, at stórur partur av før-
oyingum lurtar eftir okkum,
so kanska vit eisini fara at
fáa lut í hyggjara- og lurtara-
gjaldinum, sum verður kravt
frá fólki, sigur Jonhard
Hammer.
Myndir: Jens Kristian Vang
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ólavsøka
Kári Cool blásti alt um koll, tá ið hann
fór á pallin uttanfyri studio hjá Rás2