fríggjadagur 31. juli 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 31. juli 2009
15
Góða Omma.
Nú er næstan eitt ár liðið, síðani
tú fórt foldum frá. Tíðin gongur so
skjótt, at tað sýnist, sum tað var í
gjár. Gott er at vita, at tú ikki segði
"farvæl" við okkum, men tú segði:
"vit síggjast".
Minnist seinastu ferð eg var og
vitj aði teg. Tú vart troytt og veik,
men vit finguð eina góða løtu
saman. Tá ið eg skuldi fara avstað,
boygdi eg med niður til tín at
klemma teg. Tá teskaði tú í oyra á
mær: "Skjótt koma tveir aðrir arm
ar at taka um meg, og taka meg
heim" ! Tú visti, hvønn veg tað bar,
og tú vart klár at fara. Tað var hart
hjá mær at hoyra teg siga tað, og eg
vildi ikki missa teg, men samstundis
visti eg, at tú gleddi teg at koma
heim, og nú var tín tíð komin.
Góða omma! Eg sakni teg so
nógv. Tú fylti so nógv í mínum/
okk ara lívið. Eg sakni at koma inn
á gólvið hjá tær og abba at fáa ein
drekkamunn og eitt gott prát.
Eg sakni, at tú ringir til min fyri
at vita, hvussu vit hava tað... og
sakni, tá tú bara ringdi fyri at siga
hey og hoyra málið í okkum ...
Eg sakni tína umsorgan fyri mær
og mínum... og sakni, at eg ikki
long ur kann ringja til tín, tá ið okk
urt er áfatt og biða teg um at biðja
fyri mær og okkum.
Ja, mest av øllum sakni eg tær
bønirnar, sum eg veit tú hvønn
dag bað fyri okkum øllum.
Omma, eg hopi at tú veitst,
hvussu nógv tínar bønir hava og
framvegis fara at avrika. Eg veit, at
tú hvønn einasta dag bað Gud
senda sínar einglar at ansa eftir og
verja øll tíni, og tað merkti eg eisini
so væl.
Góða omma! Saknurin er stórur
hjá okkum øllum. Serliga tungt er
tað hja abba, sum hevur mist sína
elskaðu konu. Abbi elskaði teg so
høgt, og hann saknar teg so nógv.
Kortini er hann ógvuliga raskur at
ringja og at biðja fyri okkum dag
liga á sama hátt sum tit bæði
plagdu at gera saman.
Eg hugsi eisini um tykkum, sum
stóðu ommu serliga nær: mamma
og babba, Anita mostir og Súni,
Marjon mostir og Alfred, Ba og
Sanna við familju. Eg veit, hvussu
góð tit vóru við mammu/ver
mammu/ommu
og
langommu
tykk ara, og hvussu nógv tit sakna
hana. Haldi tykkum bara nær til
GUD, og leggi alt í Hansara hendur,
so eru tit trygg, og saknurin broytist
til góð minnir, heldur enn sorg.
Góða omma! Takk fyri alt! Vit
gleða okkum at siggja teg aftur
eisini lítla Nita, sum tær ikki untist
at møta.
Vit fara ALTÌÐ at elska teg og
minnast teg við takksemi.
Jenny
Noomi Solmunde
f. 29.02-24 d. 23.08-08
Ballupressur
Fáið slátturin skjótt
og væl frá hondini
Plast av allar
hægstu dygd og
net serframleitt til
okkara pressur
Betri fóður
Skjótari liðugt
Lætt at handfara
Heygsvegur 30 · FO-100 Tórshavn
Tlf. 31 69 10 · Fax 31 69 10
T-postur: triv@post.olivant.fo
Heygsvegur 30 · FO-100 Tórshavn
Tlf. 31 69 10 · Fax 31 69 10
T-postur: triv@post.olivant.fo
Sláimaskinur
ið sláa alt
Knívar í
ymiskum støddum
frá 71 til 148 cm
2+2 gear ella 6+2
gear (báðar vegir)
Prísir frá kr. 16.350
til 31.000
Dagurin
31. juli. Germanus, deyður í umleið 448. Føddur í
Auxerre í Fraklandi. Var løgfrøðingur og fekk høgt
starv sum embætismaður, men varð 40 ára gamal
ímóti vilja sínum valdur til biskup í Auxerre. Hann
doyði í Ravenna í Italiu.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum,
2. broytta útgáva 2008)
Kampingvognur
til leigu á kamping økinum
á Selatrað.
Tlf. 218195
Eydnuhjól við Gjógv
Eydnuhjól verður við Gjógv
sunnudagin 23. august frá kl. 16.00.
Vinningar kunnu latast til ein
av nevndarlimunum.
Kristian Jákup Joensen, Sofus Debes
Johannesen og Jóhannu Vang.
Gjáar Samkomuhús
Aerobic- pilates instruktør
Guðrun Malena Hansen
Vit síggjast
Ring og tekna teg á tlf. 44 21 66 ella 27 31 64
Ein fl ottan
og sunnan
Kropp
KOSTRÁÐGEVING EFTIR AVTALU
Ein
og
Kr
í GØTU Skúla
Týskvøld
Aerobic & stepp-Aerobic kl. 19.00-20.00
Pilates kl. 20.00-21.00
Hóskvøld
Aerobic & stepp-Aerobic kl. 19.00-20.00
Stramma teg
upp UTTAN
skurðviðgerð
Avmarkað
luttøka
Vit byrja týsdagin 4. august og venja 10 vikur fram
Seinasta freist at gjalda og tekna seg er mánadagin 3. august
Nú ber eisini til at fáa